Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 06. juli 2024 | Nr. 27 | Árgangur 5 | Kr. 0,00

Keir Starmer nýggjur forsætisráðharri

SíÐa 34

1 Leygardagur 06. juli 2024

Góðan lesihug og góða eystanstevnu

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Leikhúskomedia II

Sidney, Hamburg, Belfast, Oslo, Reykjavík, Keypmannahavn, Aalborg og óiva nógvir aðrir býir eisini. Og skjótt eisini Tórshavn.

Vit tosa um býir, sum í síni menning hava vent býarmenningini oman móti bryggjukantinum – ‘the waterfront’ – har tað einaferð var uddi í lívi frá ferðafólki, lossingarfólki og smærri skipum.

So hvørt, sum skipaferðslan hevur ment seg, og flutningum í sekkjum og á plattum er fluttur yvir í bingjur og viðfestivognar, eru nýggjar havnir burtur frá miðbýnum bygdar, og livandi býarlívið ístaðin flutt oman móti bryggjukantinum.

Felags fyri teir nevndu býirnar er, at teir hava bygt stór og hábærslig konsert-, leik- og/ella mentanarhús nærhendis gamla bryggjukantin.

Alt bendir á, at soleiðis verður eisini í Tórshavn innan innan skamma tíð, tí í vikuni samtykti ein meiriluti í býráðnum at lata lendið til ætlaða tjóðleikhúsið, sum mentamálaráðið nú fer at byggja í høvuðsstaðnum við fíggjarligum stuðli frá privatum grunnum.

Ein røð av arkitektavirkjum, sum vóru biðin um at koma við uppskotum til, hvar húsið skuldi staðsetast, mæltu við ein munn til økið við Bursatanga. Grundgevingarnar vóru nógvar og ymsar:

Miðbýurin hevur tørv á meira plássi. Gamla søguliga Tinganes hevur tørv á betri ella vakrari ‘kulissum’. Og fólkið í høvuðsstaðnum hevur tørv á einum rekreativum plássi við góðum seinnapartssólargangi og góðum parkeringsplássum.

Nógv fegnast um, at nú kemur gongd á hetta spennandi projektið, har borgarin, sambært vinnandi arkitektauppskotinum, eisini kann rokna við at fáa eina nýggja og hábærsliga farleið niðan á Skansan, sum harvið kanska og vónandi aftur fær ta virðing, ið hann hevur uppiborið og ikki – sum nú – er í stórum vanda fyri at falla í órøkt, tí ongin tykist taka ábyrgd av hesum virðismikla fornminni.

Men tað eru eisini tey, sum eru ímóti.

Allur tann borgarligi vongurin í býráðnum, tað eru Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn – teir (allir menn) eru ein í part – atkvøddi, saman við havnarnevndarformanninum úr Javnaðarflokkinum, ímóti uppskotinum. Tað er at undrast yvir.

Havnanevndarformaðurin hevur frá fyrsta degi av sett seg ímóti uppskotinum. Møguliga í trúskapi móti umsitingini, sum ikki er fegin um at skula lata økið frá sær til mentanarligt endamál. Kanska serliga nú umfatandi øki á vestaru bryggju eisini er ‘mist’ til endamál, sum einki hava við siðbundið havna- og bryggjuvirksemi at gera.

Hesi seinastu árini eru túsundavís av grótlessum lempað út í Nólsoyarfjørð fyri at skapa nýggjar møguleikar fyri havnarvirksemi í høvuðsstaðnum. Harvið er tað eisini ein sjálvfylgja, at býurin “afturfyri” fær partin av innaru havnini at ráða yvir til rekreativ endamál, herundir økið frá Kongabrúnni og út um Bursaganga. Harvið eisini ein frálík staðseting av tjóðleikhúsi.

Núverandi farstøðin flytir jú út á molan í nærmastu framtíð, og, sum skilst, so sær ikki út til at tað ganga nógv ár til suðuroyarsiglingin eisini verður niðurløgd. Tað er jú blivin eitt fólkakrav nærmast, at tunnil verður boraður ístaðin. 

Eldri oddagrein um sama evni: Leikhúskomedia

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 3554

    Lisnar síður: 11712

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2 Leygardagur 06. juli 2024

Tørvur á fleiri enn 60 læknum til føst størv í Føroyum

Hetta er niðurstøðan í tilmælti, sum Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum, hevur biðið um

 
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tørvur er á at seta munandi fleiri serlæknar í Sjúkrahúsverkinum og kommunulæknar komandi árini

Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum, hevur fingið ein arbeiðsbólk at gera eitt tilmæli um, hvussu nógvir serlæknar skulu vera á hvørjum øki í sjúkrahúsverkinum og kommunulæknaskipanini og um, hvørji serlæknaøki skulu mennast í heilsuverkinum. Tilmælið er nú liðugt og varð handað landsstýriskvinnuni síðst í juni.

Les tilmælið her: Tørvurin á serløknum í føroyska heilsuverkinum

- Eg eri fegin um at hava fingið serlæknaætlanina. Eg vænti, at hon verður eitt gott amboð bæði hjá politiska myndugleikanum og hjá heilsuverkinum, tá mál skulu setast fyri, hvørji serlæknastørv skulu raðfestast í heilsuverkinum.

Fleiri álit um framtíðar heilsuverk hava verið skrivað seinastu árini. Í flestu álitinum hevur verið mælt til, at gera ætlanir, sum lýsa tørvin á serlæknum í føroyska heilsuverkinum. Ikki fyrr enn nú, landsstýriskvinnan í heilsumálum setti hetta arbeiðið í verk, er ein tílík serlæknaætlan gjørd, við einum veruligum boði uppá hvussu stór avbjóðingin er.

Høvuðsniðurstøðurnar í tilmælinum eru, at serlæknar eru settir í starv á stórt sæð øllum serøkjum, sum eru í heilsuverkinum, men serlæknarnir eru ov fáir í tali. Neyðugt er tí at brúka avloysarar bæði í sjúkrahúsverkinum og kommunulæknaskipanini.

Samanborið við onnur lond, hava vit færri serlæknar í mun til fólkatalið. 

Mælt verður til, at vit fáa væl fleiri serlæknar á sjúkrahúsunum. Eisini er tørvur á fleiri kommunulæknum. Verða kommunulæknarnir fleiri í tali, kunnu teir til dømis átaka sær fleiri uppgávur, sum nú verða gjørdar á sjúkrahúsunum.

Í tilmælinum verður mett, at tørvur er á 53 serlæknastørvum afturat í sjúkrahúsverkinum og 10 kommunulæknastørvum afturat. Tað er eisini so, at nøkur av størvunum, sum eru í heilsuverkinum í dag, eru mannaði við avloysarum. Hetta merkir, at tørvur er á fleiri enn 53 serlæknum í sjúkrahúsunum og fleiri enn 10 kommunulæknum afturat í føstum størvum.

Tað finst ongin skjót og løtt loysn at nøkta allan serlæknatørvin – serliga ikki á sjúkrahúsøkinum. Fleiri kommunulæknar verða útbúnir í føroysku skipanini komandi árini. Tað fer at bøta um tørvin í kommunulæknaskipanini. Á sjúkrahúsøkinum fara at ganga nøkur ár, áðrenn munandi fleiri serlæknar verða útbúnir. 

Nógvir føroyingar eru undir læknaútbúgving, so útlitini eru betur í árunum sum koma. Millum annað, eru møguleikarnir at útbúgva seg í Føroyum vorðnir betri, og fyrireikingar eru til at gera sjúkrahúsverkið til universitetssjúkrahús. Hesi átøk eiga at halda fram og styrkjast uppaftur meira, tí tað økir um møguleikan fyri, at læknarnir velja Føroyar sum arbeiðsstað.

Farið verður nú undir at viðgera hetta tilmælið um serlæknamanningina í heilsuverkinum og um serlæknaætlanin samsvarar við aðrar ætlanir, sum arbeitt verður við.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2024

3 Leygardagur 06. juli 2024

Spik slaktari við sóknarongli og í grímu

Umhvørvisfelagsskapur spælir sjónleik í Norðragøtu

(Skíggjamynd: Captain Paul Watson Foundation UK / Facebook)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

"Spik slaktari" er nýggjasta royndin frá umhvørvisfelagsskapum, sum mótmæla grindadrápi í Føroyum, at fáa uppmerksemi um heimin.

Hóast grindaøkið er lýst í Syðrugøtu og í Norðragøtu, so vóru umboð frá umhvørvisfelagsskapinum Captain Paul Watson Foundation UK á økinum og spældu býtt. Annars merkir kunngerðin um grindaøki tað, at óviðkomandi ikki sleppa inn á økið.

Í stroyming á Facebook sæst hesin "slaktarin" ganga í økinum á bryggjuni í Norðragøtu, har hvalirnir vórðu tiknir upp á land, fyri seinni at verða skornir upp.

Maðurin í grímu slapp eftir øllum at døma at ganga frítt, so leingi hann ikki órógvaði nakað. Tað fer tó ikki framvið hjá gøtufólki, tí fleiri tóku myndir av honum og eisini var okkurt barn, sum royndi at koma í samband við mannin, og royndi eisini at taka maskuna av honum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2024

4 Leygardagur 06. juli 2024

Tórshavnar býráð samtykt leigusáttmálan um økið til tjóðleikhús

Nú er greitt, at Tjóðleikhúsið skal liggja á Eystaru bryggju. Ein meiriluti í Tórshavnar býráð samtykti í vikuni leigusáttmálan til økið

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein meiriluti í Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi mikukvøldið leigusáttmálan millum Tórshavnar kommunu og Almanna- og mentamálaráðið um økið at staðseta nýtt tjóðleikhús.

Eitt økið á 4.000 fermetrar verður sett av til byggiøki á Eystaru bryggju til nýggjan tjóðpall.

[object Object]

Sambært samtyktini er ásett, at leigarin sleppur inn á økið, tá ið verkætlanin er liðugt projekterað, og hevur fingið myndugleikgóðkenning frá byggivaldinum. Eisini skal fornminnismyndugleikin góðkenna ætlanina við atliti at árinum á Tinganes og Skansan.

Aftrat skal eisini váttan fyriliggja, at fígging er tøk til at fremja alla verkætlanina.

Tíðarfreist er sett á soleiðis, at er ongin bygging farin fram á leigaða økinum í seinasta lagi 1. apríl 2029, so kann útleigarin siga upp leigumálið at fara úr gildi 31. desember 2029.

Ósemja í býráðssamgonguni

Tað er ikki semja í meirilutasamgonguni um hetta málið, tí tað kom til atkvøðugreiðslu á býráðsfundinum mikukvøldið atkvøddu bæði javnaðarmaðurin Kári Johansen, formaður í havnanevndini, og sambandsmaðurin Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, ímóti, saman við Súsannu Olsen úr Framsókn og Róa B. Poulsen, ið á hesum fundinum sat sum eykamaður fyri Birgir Nielsen úr Fólkaflokkurin.

Sostatt vóru tað atkvøðurnar hjá býráðslimunum hjá Tjóðveldi, sum bóru málið ígjøgnum.

Frammanundan hevði bæði stjórin í Tórshavnar havn og meirilutin í havnanevndini mælt frá at samtykkja uppskotið.

Longu tá tað gjørdist alment eftir hugskotskapping í 2021, at tjóðleikhúsið skuldi staðsetast á eystaru bryggju var greitt, at formaðurin í havnanevndini ikki hóvaði staðsetingina.

- Eg fari staðiliga at mæla frá at góðtaka, at tjóðleikarhúsið verður staðsett á Bursatanga, segði Kári Johansen tá.

Les: Formaðurin í havnarnevndini harðliga ímóti

Les eisini: Allir arkitektarnir peikaðu á Bursatanga

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2024

5

Størv

Stjóri til Tjóðpall Føroya

Meira Umsóknarfreist: 01. desember 2024

Lærarar til Miðnám í Suðuroy

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Kontrollari til landsroknskapin

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024

Nordiska ministerrådet söker Kontorschef till Riga

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Lærlingur til KT Landsins á Gjaldstovuni

Meira Umsóknarfreist: 11. november 2024

Juniormeistari til Smyril Line

Meira Umsóknarfreist: 31. desember 2024

Starvsfólk til marknaðar- og samskiftisdeildina hjá Fótbóltssambandi Føroya

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

Skipanarumsitari til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

KJ søkir elektrikara og/ella automatikmekanikara

Meira Umsóknarfreist: 15. november 2024

Sjúkrarøktarfrøðingur til Fyribyrgjandi Heimavitjanir

Meira Umsóknarfreist: 18. november 2024

1. og 2. stýrimaður til Smyril Line

Meira Umsóknarfreist:

Kt-umsitari til KT Landsins

Meira Umsóknarfreist: 22. november 2024
6 Leygardagur 06. juli 2024

Føroysk umboðan í Miss Danmark

28 ára gamla Asta Danielsen kappast um at gerast Miss Danmark 2024

(Mynd: Miss Danmark)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

28 ára gamla Asta Danielsen úr Hoyvík er ein av teimum, sum kappast um at gerast Miss Danmark.

Tað kom fram herfyri tá tær 30, sum kappast um heitið og møguleikan at umboða Danmark í altjóða "Miss" kappingum, blivu kunngjørdar.

Asta Danielsen lesur í altjóða samskifti og mál í Aalborg.

Um 168 centimetrar høgu hoyvíkskvinnuna verður sagt, at hon er lívsglað og framsøkin. Hon er vaksin upp í Føroyum, men hevur síðani búð í fleiri londum.

Spurd um, hvat hon ynskir at brúka Miss Danmark pallin til, sigur Asta, at hon vil geva íblástur til onnur.

- Eg eri ikki vanliga ein, man setur í samband við vakurleikakappingar, og tí ynski eg at bjóða hesum hugsunarháttinum av, og virka sum fyrimynd fyri aðrar kvinnur, sigur Asta Danielsen.

[object Object](Mynd: Asta Danielsen / Instagram)

Finalan verður sunnudagin 1. september í Cirkusbygninginum í Keypmannahavn. Til ber at atkvøða til 18. august.

Til ber at atkvøða fyri Astu á síðuni her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2024

7 Leygardagur 06. juli 2024

Nýtt matstað latið upp í Saltangará

Rist lat upp hósdagin í fyrrverandi handlinum hjá Bjarna Blikk - ein stað, har tað mesta av matinum verður gjørdur á grill

 
SkrivaÐ:

Innsent

Ein nýggj matstova lat upp í Saltangará hósdagin. Navnið á nýggju matstovuni er Rist. Á Rist fært tú siðbundnan mat, gjørdur úr bestu rávørum og á karráan hátt – á eini grill. Maturin verður borðreiddur í nútímans, hugnaligum hølum á matstovuni í Saltangará.

Tað, sum eyðkennir Rist er hugni, tænasta og góður matur. Tilber at síggja at síggja matskránna og at bíleggja borð á www.rist.fo

Eigararnir, ið allir eru úr nærumhvørvinum, mettu, at tað manglaði eitt matstað av slíkum slagi í umhvørvinum, sum hevur fingið fleiri tilflytarar seinastu árini.

Rist letur upp í nýggju hølunum, har søguligi handilin hjá Bjarna Hansen, vanliga nevndur Bjarni Blikk, helt til. Tey flestu tilkomnu í nærumhvørvunum munnu minnast handilin hjá Bjarna Blikk.

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2024

8 Leygardagur 06. juli 2024

Søguliga vánaligt úrslit hjá Gist & Vist

Úrslitið eftir skatt er knappar trettan milliónir í halli. Vaksandi skuld og økt rentustøði er ein partur av orsøkini til vánaliga úrslitið

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ársroknskapurin hjá Gist&Vist fyri 2023 vísir eitt søguliga vánaligt úrslit fyri felagið. Úrslitið eftir skatt er minus 12,7 milliónir krónur.

Fleiri viðurskifti eru orsøk til vánaliga úrslitið, sigur samtakið í tíðindaskrivi:

Øktir fíggjarkostnaðir hava eina týðandi ávirkan á úrslitið. Fíggjarkostnaðirnir eru øktir vegna hækkandi rentustøðið, hækkandi skuld í sambandi við útbyggingar og hækkandi skuld fyri at tryggja gjaldførið undir coronaárunum. Í 2019 vóru rentuútreiðslurnar hjá felagnum 3,9 milliónir krónur. Í 2023 vóru rentuútreiðslurnar 12,6 milliónir krónur.

Somuleiðis eru avskrivingarnar hækkaðar vegna útbyggingar. Í 2019 vóru avskrivningarnar 8,9 milliónir, meðan tær í 2023 eru øktar til 19,6 milliónir krónur.

Samstundis sum fíggjarkostnaðirnir eru hækkaðir, er vøksturin í føroysku ferðavinnuni meira ella minni er støðgaður síðani 2019. Í 2023 minkaðu hotelgistingarnar við 4 prosentum í mun til 2022. Samstundis er talið av hotelsengrum tvífaldað síðani 2019 og talið av Airbnb-sengrum er nú dupult so høgt sum talið av hotelsengrum. Samlaði gistingarkapaciteturin er meira enn trýfaldaður síðani 2019, samstundis sum ferðafólkatalið nærum stendur í stað, á umleið 50.000-60.000 frítíðarvitjandi um árið.

Útlitini fyri hotelgistingum í 2024 eru eisini vánalig. Ferðafólkatalið higartil í ár veksur ikki nevnivert, samstundis sum kappingin frá føroyska Airbnb-marknaðinum støðugt økist. Harumframt hevur verkfallið havt eina neiliga ávirkan á hotelgistingarnar. Mett verður, at verkfallið í sjálvum sær við avlýsingum og vantandi meirsølu í verkfallstíðarskeiðnum, íroknað lønarhækkingar, sum standast av nýggja sáttmálanum, føra við sær eitt beinleiðis meirtap í rakstrinum hjá Gist&Vist á umleið kr 5 milliónir krónur.

Onkrir glottar eru. Millum annað verður tað spennandi at fylgja við í, hvussu tað fer at hildnast við nýggju rutuni hjá Icelandair til USA umvegis Keflavík. Og tað er at gleðast um, at SAS hevur økt túratalið til Føroya í summar, samstundis sum ferðafólkatalið við Atlantic Airways er støðugt og vaksandi.

Gist & Vist hevur á vári í 2024 gjørt samstarv við Nordichotels.com. Við samstarvinum verður Hotel Føroyar partur av søluskipanini hjá Strawberry samtakinum, Mett verður, at hetta samstarv hevur við sær fleiri sølumøguleikar, serliga á norska og svenska marknaðinum. 

Tað liggur eitt potentiali í føroysku ferðavinnuni, vísandi til okkara staðseting og samanborið við onnur oyggjasamfeløg rundan um okkum. T.d. er árliga ferðafólkatalið í Íslandi omanfyri 2 milliónir, í Álandi gott 1,4 milliónir, í Gotlandi knapt 1 millión, í Orknoyggjunum omanfyri 200.000 og á Bornholm omanfyri 800.000. Samanbera vit við Føroyar, liggja vit niðast á umleið 90.000 vitjandi.

Á matstovuøkinum er vert at nevna, at ein gyltur møguleiki at fáa eina varandi staðseting fyri KOKS í Føroyum aftur tykist vera gloppin okkum av hondum. Hetta er støðan hóast vit hesu ferð kundu vísa á stórar íløgu- og stuðulsupphæddir. Møguleikin at skapa rúm fyri Kirkjubøstólunum í Kirkjubø hevði givið nógv til bæði lokalsamfelagið og Føroyar sum heild. Vegna vantandi fastan bústað í Føroyum misti KOKS sínar Michelin stjørnur fyrr í ár. Vit fegnast kortini um at báðar matstovurnar, Roks og Ræst, framhaldandi verða viðmæltar av Michelin í útgávuni fyri 2024.

Tað er harmiligt fyri Gist & Vist og starvsfólkið hjá felagnum, tá raksturin gevur undirskot. Í 2023 vóru samlaðu lønargjaldingarnar hjá felagnum yvir 73 mió.kr. og útlit eru fyri, at felagið í 2024 kemur at rinda lønir fyri út móti 80 mió.kr. Tað er greitt, at felagið ikki kann halda áfram uttan at venda gongdini til yvirskot. Leiðsla og starvsfólk gera sítt besta fyri at venda gongdini og vóna vit at vend kemur í í 2025. Felagið kann bert í avmarkaðan mun ávirka tilgongdina til føroysku ferðavinnuna. Tí liggur tað á hjá leiðsluni at fremja tær broytingar, sum fara at geva javnvág og støðufesti hjá sjálvum felagnum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2024

9
Leygardagur 06. juli 2024

Gamli elbáturin sleipaði avloysaran til Havnar

Guðmundur Sjúrðason Norðbú hevur smíðað seksæringin sum er knappar 12 metrar langur og 3,92 metrar breiður

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Stóri seksæringurin hjá Eyðuni Egholm var farna fríggjadag fingin úr bátasmiðjuni og flotaður í Nólsoy.

Hann varð síðani sleipaður til Havnar.

Talan er um ein tann størsta føroyska bátin, sum nakrantíð er smíðaður. Báturin er knappar tólv metrar langur og 3,92 metrar har hann er breiðastur.

Báturin skal rekast við elmotori. Frammaundan eigur Eyðun Egholm áttamannafarið "Egholm", sum eisini er elrikin. Tað serstaka handa dagin var, at gamli báturin sleipaði avloysaran til Havnar.

Seksæringurin er tikin upp á land hjá Mest í Havn, har motorur, hús og onnur útgerð skal setast í.

Tað er Guðmundur Sjúrðason Norðbú, sum hevur smíðað bátin á bátasmiðju sínari í Nólsoy.

Báturin skal brúkast til ferðafólkasigling.

Fleiri myndir her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2024

10
Leygardagur 06. juli 2024

Fiskiskapurin er í lagi meðan fiskaprísirnir eru í ólagi

Fiskiskapurin hevur verið góður í ár, og tað bæði eftir upsa og gulllaksi. Fyrstu mánaðirnar fiskaðu vit upsa og síðani hava vit fiskað gulllaks, sigur Bárður Poulsen

Kristian Dalsenni og Bárður Poulsen (Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Fiskiskapurin hevur verið væl betri í ár enn í fjør. Harafturat haldi eg, at fiskurin hevur verið størri í ár, sigur Bárður Poulsen.

Í vikuni landaðu samtrolararnir Polarhav og Stjørnan 240 tons av gulllaksi á Kósini í Klaksvík. Gulllaksurin verður koyrdur til Tavuna í Leirvík har hann verður arbeiddur.

- Fiskiskapurin hevur verið góður í ár, og tað bæði eftir upsa og gulllaksi. Fyrstu mánaðirnar fiskaðu vit upsa og síðani hava vit fiskað gulllaks. Tað sigur maskinmaðurin á Stjørnuni, Bárður Poulsen.

- Fiskiskapurin hevur verið væl betri í ár enn í fjør. Harafturat haldi eg, at fiskurin hevur verið størri í ár. Eisini hevur verið væl minni av svartkjafti sum hjáveiða, enn í fjør, og tað er deiligt, tí tað er eitt stríð at skilja hann frá gulllaksinum, sigur hann.

- Vit hava roynt mest suður móti bretska merkinum. So hava vit eisini roynt á Føroya banka og vestanfyri, og har hevur eisini verið brúkiligur fiskiskapur, sigur Bárður. 

- Eg havi frítúr nú. Yvirmenninir sigla tveir túrar og hava so frí í tveir túrar. Dekkararnir sigla tveir túrar og hava so frí í ein túr, sigur Bárður Jacobsen. Hin meistarin er Kristian Dalsenni.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

Báðir siga, at fiskiskapurin er í lagi, meðan fiskaprísirnir ikki eru í lagi. Við tí meina teir, at meðan nærum øll onnur vørða er dýrkað nógv síðstu tíðina, so standa fiskaprísirnir í stað, ella falla. Tað undrar teir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2024

11
Leygardagur 06. juli 2024

Túrurin er brúkiligur hóast hann var í longra lagið

Norðingur landaði í farnu viku 1900 tons til Havsbrún. Teir vóru burtur í 10 dagar

Feðgarnir, maskinmaðurin, Páll Róland Petersen og skiparin, Lion Petersen (Mynd: Sjómansmissiónin)
SkrivaÐ:

Føroyska Sjómansmissiónin

- Eg haldi útlitini fyri svartkjaftaveiðuna eru góð, tí tað er nógvur svartkjaftur at síggja. Hvussu tað verður við makreli og sild, veit eg ikki. Tað er nógv lív í sjónum, tí vit síggja javnan hval, súlu og svartfugl, so tað er hugaligt, sigur Lion Petersen, skipari á Norðingi.

Undanfarna fríggjadag landaði Norðingur svartkjaft til Havsbrún í Fuglafirði. Teir høvdu verið burturi í 10 dagar og høvdu 1.900 tons. Norðoyingur hevði roynt í føroyskum øki, í ein landnyrðing úr Fugloynni.

- Fiskiskapurin var brúkiligur, og harvið túrurin, hóast hann var í longra lagið. Meginparturin av svartkjafturin stóð uppi á 60 metrum. Tað er ovarlaga, og tá nýta vit eitt segl í yvirnetinum, sum heldur trolinum uppi í sjónum, sigur Lion Petersen.

- Árið er gott hiðartil, so vit kunnu ikki annað enn lata væl at. Vit fiska mest svartkjaft, og tað hevur verið góður fiskiskapur í ár. Tað fegnast vit um og eru takksamir fyri, sigur hann.

- Reiðaríið eigur nokkso stóra svartkjaftakvotu. Tí fiska vit og Borgarin nú, meðan øll hini pelagisku skipini liggja. Tveir russarar royndu eisini eftir svartkjafti har á leiðini, sigur Lion.

- Vit koma óivað at gera einar tveir túrar afturat eftir svartkjafti. So verður tað makrelur og sild og so svartkjaftur aftur síðst á árinum, um árið háttar sær, sum hini árini, sigur hann.

- Eg haldi útlitini fyri svartkjaftaveiðuna eru góð, tí tað er nógvur svartkjaftur at síggja. Hvussu tað verður við makreli og sild, veit eg ikki, men tað fáa vit at síggja til tað tíð. Tað er nógv lív í sjónum, tí vit síggja javnan hval, súlu og svartfugl og tað er hugaligt, sigur Lion.

24 mans hoyra til skipið, og tað er dupult manning. Menninir býta dagarnar ímillum sín, so tá árið er liðugt, hava allir áleið somu dagar umborð. Tað er ein góð skipan sum menninir fegnast um.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2024

12 Leygardagur 06. juli 2024

Bíleggingarskipan sett í verk á Smyrli

Tað er bíligari at bíleggja bilpláss við brúkara enn at koma við upp á kjans

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Skalt tú við Smyrli í summar, ber tað nú til at bíleggja pláss til bilin áðrenn fráferð.

Strandferðslan fer at royna bíleggingarskipanina við Smyrli frá 8. juli til 1. september. Eftir hetta verður eftirmett, so at møguligar tillagingar kunnu gerast.

Bíleggingin er einki krav, men við henni ber til at fáa framíhjárætt at koma við. Kemur tú hinvegin við upp á kjans, fært tú kanska eitt av plássunum, ið leypa av, tá ið bilar við bílegging eru farnir umborð.

Tað er bíligari at bíleggja áðrenn og eisini bíligari at bíleggja við brúkara. Bilpláss við brúkara kostar einvegis ferðaseðilin 96 krónur og uttan brúkara 112,50 krónur. Kemur tú upp á kjans og rindar ferðaseðilin umborð, kostar hann 127,50 krónur.

Ein bílegging fevnir um bil og bilførara. Eru fleiri ferðandi við í bilinum, skulu tey keypa ferðaseðilin umborð sum higartil.

Bíleggingar fara fram her

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2024

13 Leygardagur 06. juli 2024

Handtikin fyri at spýta á politist

Fleiri full fólk vóru savnað í gamla kirkjugarði á Svínaryggi seinnapartin mikudagin

(Mynd: Google)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Seinnapartin mikudagin – um hálvgun fimm tíðina – varð løgreglan boðsend út til gamla kirkjugarð á Svínaryggi í Havn, har ófriður og gangur var av fullum fólkum.

Ein patrúlja fór á staðið og kundi staðfesta, at fullfólk vóru til staðar. Millum annað ein persónur, sum var so drukkin, at løgreglufólkini gjørdu av at fylgja viðkomandi til hús.

Tá politistarnir komu aftur í kirkjugarðin uppstóð onkur ósemja millum partarnar, og ósemjan gjørdist so uppøst, at ein maður spýtti á ein av politistunum.

Hetta er brot á grein 119 í revsilógini, sum snýr seg um at hótta ella fremja harðskap móti persóni, ið útinnur honum alment álagda tænastu- ella starvsskyldu (tjenestemand i funktion). Brot á hesa reglu gevur sekt og møguliga fongsul upp til átta ár.

Løgreglan handtók mannin, tók hann á støðina, har hann varð skuldsettur og seinni leyslatin aftur, upplýsti vaktleiðarin á løgreglustøðini. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2024

14 Leygardagur 06. juli 2024

Lesandi á Setrinum funnið nýggja klukku í Sandoynni

Í farnu vikuni vóru lívfrøðilesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya á kanningarferð í Sandoynni, har tey funnu eina klukku, sum ikki áður er sæð í Føroyum

Tey lesandi funnu eitt nýtt slag av svartaklukku (Carabidae). Hendan slektin, ið kallast Dyschirius, er ikki funnin í Føroyum áður.
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Alt millum himmal og jørð kann henda, tá ein lesur lívfrøði, og tað ásannaðu lesandi á Náttúruvísindadeildini hesa vikuna, tá tey vóru á kanningarferð í Sandoynni

Tey kalla tað feltskeið, og tey lesandi settu skordýrafellur ymsastaðni kring oynna.

Í fellunum, ið vóru kannaðar mikudagin, funnu tey eitt nýtt slag av svartaklukku (Carabidae). Hendan slektin, ið kallast Dyschirius, er ikki funnin í Føroyum áður.

Enn hava tey ikki staðfest, hvat slag hendan svartaklukkan er, men klukkur í hesi slektini eru umleið fimm millimetrar langar, eru mjáar um miðjuna og hava staput frambein at grava við.

Allarflestu sløgini í hesi slektini liva í sandmold tætt við sjógv. Har grava tær holur at liva í og veiða smáar skildisklukkur.

Hendan kanningarferðin verður skipað í samstarvi við Tjóðsavnið, sum hevur ábyrgdina av undirvísingini um skordýr. Hendan nýggja klukkan, sum funnin er, verður givin Tjóðsavninum til víðari kanningar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2024

15
Leygardagur 06. juli 2024

Firum við í slóðbrótandi verkætlan

Firum hevur luttikið í stórari granskingarverkætlan, sum fer at gera tað skjótari og nemmari at meta um hjartaheilsuna á alilaksi

(Mynd: Tróndur Dalsgarð/firum.fo)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Firum hevur luttikið í stórari granskingarverkætlan, sum fer at gera tað skjótari og nemmari at meta um hjartaheilsuna á alilaksi, og úrslitini frá verkætlanini eru nú útgivin í altjóða tíðarriti, skrivar Firum í tíðindaskrivi.

Heidi S. Mortensen, lívfrøðingur og PhD lesandi luttók vegna Firum í granskingarverkætlanini saman við einum toymi av granskarum úr Noregi og Svøríki. Leikluturin hjá Heidi og Firum var at innsavna og avmynda 773 hjørtu frá øllum trimum føroysku alifeløgunum, og at verða við at greina data frá kanningunum.

Longu í 2003 varð staðfest í norskari kanning, at hjørtu á alilaksi víktu frá hjørtum á villum laksi. Hjørtuni hjá villum laksi eru meiri avlong og tríkantað, meðan hjørtu hjá aldum laksi eru styttri og meiri avrundað. Kanningar hava víst, at avvíkjandi hjørtu føra við sær at hjartað ikki virkar optimalt, og er fiskurin tí meiri sárbærur í mun til strongjandi handfaring, so sum avlúsing.

Kanningar hava eisini víst, at tað eru serliga ávís avvíkjandi formaði hjørtu, sum eru sett í sambandi við økt felli vegna strongjandi handfaring. Hjartaskapið á alilaksi kann tí siga nógv um “robustheitina” hjá laksinum, og tí kunnu kanningar av útsjóndini á hjørtum hjá laksinum nýtast ítøkiliga at meta um hvussu robustur alilaksur er td. tá teir skulu avlúsast.

Les meira her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2024

16 Leygardagur 06. juli 2024

Privatar fyritøkur granska og menna munandi meira

Privatu fyritøkurnar standa fyri meira enn tveimum triðingum av útreiðslunum til gransking og menning í Føroyum. Fyritøkurnar granska fyri 1,1 prosent av BTÚ, meðan almennir stovnar granska fyri 0,4 prosent

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Almennir stovnar og fyritøkur í Føroyum brúka munandi meira til gransking og menning á royndarstigi enn fyri 20 árum síðani. Tað vísa nýggj hagtøl fyri gransking og menning, sum Hagstovan hevur savnað í samstarvi við Granskingarráðið.

Í Føroyum varð í 2022 granskað fyri 376 milliónir kr. Tað svarar til 1,5 prosent av bruttatjóðarúrtøkuni (BTÚ).

Í 2003, tá seinasta kanningin av útreiðslum til gransking og menning varð gjørd, varð granskað og ment fyri 0,9 prosent av BTÚ. Vøksturin er sostatt 0,6 prosent-stig.

Hóast vøksturin eru útreiðslurnar í Føroyum til gransking og menning sum partur av BTÚ lægri enn í hinum Norðanlondunum. Í Danmark eru útreiðslurnar 2,9 prosent, í Íslandi 2,7 prosent, í Noregi 1,6 prosent og í Svøríki 3,4 prosent.

Europaráðið setti í 2000 sum mál, at londini í Europa skuldu brúka 3 prosent av BTÚ til gransking og menning í 2010. Nýggju hagtølini vísa sostatt, at Føroyar enn eru langt frá málinum, sum Europaráðið hevur sett.

Privat feløg størstan vøkstur

Privatu fyritøkurnar standa fyri meira enn tveimum triðingum av útreiðslunum til gransking og menning í Føroyum. Fyritøkurnar granska fyri 1,1 prosent av BTÚ, meðan almennir stovnar granska fyri 0,4 prosent.

Tað er stór broyting í mun til 2003, tá privatar fyritøkur stóðu fyri 0,2 prosentum av granskingini og almenni geirin fyri 0,7 prosentum.

Meiri enn helmingurin av granskingini og menningini í privata geiranum fer fram í tilfeingisvinnuni, og har er tað alivinnan, ið stendur fyri nærum allar granskingini og menningini.

Framleiðsluvinnan og tænastuvinnan standa fyri ávikavist 7 prosentum og 35 prosentum av útreiðslunum til gransking og menning.

Europaráðið hevur mælt til, at av teimum 3 prosentunum skal tað privata brúka 2 prosent og tað almenna 1 prosent av BTÚ.

Tvær ferðir so nógv ársverk

Talið á granskarum í Føroyum er meira enn tvífaldað seinastu 20 árini. Í 2022 vórðu tilsamans 276 ársverk innan gransking og menning. Í 2003 vóru 131 ársverk.

Áleið líka nógvar kvinnur og menn eru granskarar, 153 menn og 123 kvinnur. Tó eru fleiri menn teknikarar og vísindalig hjálparfólk.

Enn er langt á mál

Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, fegnast um, at vit nú hava fingið tøl fyri, hvussu nógv føroyska samfelagið brúkar til gransking og menning.

- Vit vita nú, at støðan er betri enn fyri 20 árum síðani, men enn er langt á mál til at røkka teimum 3 prosentunum av BTÚ, ið eisini Ráðið fyri Gransking, Menning og Nýskapan mælir til. Hagtølini vísa, at bæði tað almenna og privata, eiga at gera størri íløgur í gransking og menning, sigur hon.

- Stóra broytingin síðani 2003 er í privata geiranum, sum hevur gjørt eitt risa lop. Tað almenna er hinvegin dragnað, hóast lutfalsliga stórar íløgur eru gjørdar í Fróðskaparssetrið hetta tíðarskeiðið.

- Tølini fyri 2022 vísa, at býtið millum alment og privat í Føroyum er væl nærri málinum hjá Europaráðnum nú enn í 2003.

- Tað er ikki fyrr enn at vit hava hagtøl fyri fleiri ár á rað at við síggja eina greiða gongd, men tølini fyri 2022 samsvara tí, sum granskingarumhvørvið hevur ført fram í fleiri ár: Tað er tørvur á fleiri íløgum – hægri játtan – í gransking og menning, sum vit skulu standa okkum í kappingini við ES-lond um at menna samfelag okkara, sigur Annika Sølvará.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2024

17
Leygardagur 06. juli 2024

Telja hval í Norðuratlantshavi

Hetta er sjeyndu ferð at tær sokallaðu North Atlantic Sightings Surveys (NASS) teljingarnar verða gjørdar

Grind á opnum havi. Legg merki til lítla hvølpin (Mynd: Silas Olofsson)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Føroyar luttaka í summar í altjóða hvalateljing saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi. Endamálið er at telja hval so víða um í Norðuratlantshavi sum gjørligt. Føroyar luttaka við tveimum skipum; Jákup Sverra og Ran.

Hetta er sjeyndu ferð at tær sokallaðu North Atlantic Sightings Surveys (NASS) teljingarnar verða gjørdar. Tað er felagsskapurin NAMMCO, sum samskipar teljingarnar. NAMMCO er ein felagsskapur í Norðuratlantshavi, ið umsitur hval og kóp.

Jákup Sverri, ið ger makrelkanningar í sjóøkinum við Føroyar, hevur fýra hvalaeygleiðarar við umborð. Ran er leigaður at gera hvalateljingar í sjóøkinum vestan fyri bretska og føroyska sjómarkið, og har eru átta hvalaeygleiðarar umborð, bæði føroyskir og útlendskir.

Havstovan samskipar føroysku luttøkuna. Føroysku skipini loystu hósdagin.

Meira kunning um kanningarar og hvussu gongst teimum ymisku skipinum at telja er at finna á NASS-North Altantic Sightings Survey 2024

Ein av hvalateljarunum umborð á Ran er fuglaserfrøðingurin og náttúrueygleiðarin, Silas Olofsson. Hann hevur tikið hvalamyndirnar:

[object Object]
Springari (Mynd: Silas Olofsson)

[object Object]
Avgustur / spermur (Mynd: Silas Olofsson)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2024

18 Leygardagur 06. juli 2024

Formula fingið herðaklapp fyri KT trygd

Heiðurin er givin tí Formula er at meta sum ein av fremstu nettrygdarveitarum, ið bjóðar sínum kundum víðfevnandi KT trygdarloysnir

Eyðun Thorsvig deildarleiðari og Fróði Magnussen forstjóri á Formula til móttøku (Mynd: Formula)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Formula kunngjørdi í vikuni, at tey hava fingið heiðurin sum ársins samstarvsfelagi hjá Sophos fyri 2024. Heiður varð handaður á samkomu í Manchester.

Heiðurin er givin tí Formula er at meta sum eina av fremstu nettrygdarveitarum, ið bjóðar sínum kundum víðfevnandi KT trygdarloysnir.

Formula hevur víst einastandandi avrik á norðurlendska marknaðinum, umframt framúr kundanøgdsemi og KT tryggleika.

Sophos er heimsleiðandi innan nettrygd tá umræður KT, og bjóðar eitt breitt úrval av vørum og tænastum til at verja fyritøkur og brúkarar móti nethóttanum. Formula er ein Platinum samstarvsfelagi hjá Sophos og hevur soleiðis hægsta samstarvsstig, við bestu fyrimunum og atgongd til nýggjastu trygdartøkni. Sophos Security Provider er ein frálíkur samstarvsfelagi, og saman kunna vit kunnu bjóða kundum tær bestu trygdarloysnirnar í vinnuni, sigur Eyðun Thorsvig deildarleiðari.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2024

19 Leygardagur 06. juli 2024

Sæst ikki aftur at 5.000 fólk vóru her kvøldið fyri

Alt reint og pent í Vágsbotni sunnudagin

(Mynd: Voxbotn)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Um hálvgun tvey tíðina seinnapartin var liðugt at rudda upp eftir Voxbotn konsertdagin í Vágsbotni.

[object Object]Soleiðis sá út í leygarkvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Alt reint og pent. Tað sást ikki at áleið 5.000 fólk hugnaðu sær á økinum kvøldið og náttina fyri.

[object Object]Tólv tímar seinni er aftur gerandisdagur í Vágsbotni (Mynd: Voxbotn)

Sí eisini: Myndir: Allar myndirnar frá Voxbotn

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2024

20 Leygardagur 06. juli 2024

Tilfarsnýtslan er minkandi

Føroyska tilfarsnýtslan í fjør svarandi til 28,6 tons fyri hvønn íbúgva

(Mynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Hagstova Føroya hevur nú gjørt upp, hvussu stór nøgd av tilfari varð brúkt í føroyska búskapinum í 2023.

Tilfarið verður innflutt ella tikið beinleiðis úr føroysku náttúruni. Nakað av tilfari verður útflutt, og tað sum eftir er, verður brúkt í føroyska búskapinum. Tann føroyska tilfarsnýtslan var 1.552.000 tons í 2023, svarandi til 28,6 tons fyri hvønn íbúgva. 

Mesta tilfarið, ið verður tikið úr føroysku náttúruni, er lívmegn (biomassi). Í 2023 vóru 839.000 tons av lívmegni (biomassa) tikin úr náttúruni. Tað fevnir um føroysku fiskiveiðuna, umframt nakað av stráfóðuri og biti hjá seyði. 305.000 tons vóru innflutt, ið fevnir millum annað um matvørur, fóður og timbur. 630.000 tons av lívmegni var útflutt. Sostatt vóru 513.000 tons brúkt í føroyska búskapinum.

Næststørsti bólkur er ikki-metalkend mineral. Í talvuni niðanfyri sæst, at 327.000 tons av ikki-metalkendum mineralum vóru tikin úr føroysku náttúruni og 388.000 tons vóru innflutt. Av ikki-metalkendum mineralum er tað mesta grót, sum verður tikið úr føroysku náttúruni. Innflutningurin er mest sandur og grót. Nærum einki var útflutt, so 714.000 tons vóru í 2023 brúkt í føroyska búskapinum.

Lívrunnið brennievni verður innflutt, og fevnir mest um bensin og brenniolju. 

Myndin niðanfyri vísir, at innlendis tilfarsnýtslan minkaði við 55.000 tonsum ella 1,7 prosentum frá 2022 til 2023. Størsta minkingin stavar frá nýtsluni av sandi og gróti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Síðan 1998 er tilfarsnýtslan nú minkað nakað síðan hon var hægst í 2020. Á talvuni niðanfyrisæst eisini stóri vøksturin beint áðrenn, og fallið aftan á fíggjarkreppuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Meira her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2024

21 Leygardagur 06. juli 2024

Dýpdardátur kring Føroyar eru nú tøkar 

Nú ber til at taka eitt 50 metra net av dýpdarpunktum niður umvegis heimasíðuna foroyakort.fo

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Talan er um 4 milliónir dýpdarpunkt. Økið er 124 ferðir 90 kilometrar stórt. Dátupunktini, sum nú eru tøk og ókeypis hjá øllum, eru framleidd úr nýggjum og gomlum sjóuppmátingum.

Dáturnar kunnu brúkast til nógv endamál, eitt nú gransking, fiskikort, 3D-modell og forkanningar av virksemi á sjónum, so sum aliøkir, vindmyllulundir og annað. Dáturnar mugu tó ikki brúkast at sigla eftir – til tað skulu almennu sjókortini brúkast. 

So hvørt sum nýggjar sjóuppmátingar leggjast aftrat, er ætlanin at bøta um dýpdardáturnar og at víðka um økið. 

Umframt dýpdardáturnar, eru eisini ymisk kort við føroyska sjóøkinum og dýpdarviðurskiftum tøk á foroyakort.fo. Hesi kort eru vælegnaði at brúka í framløgum og útgávum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2024

22 Leygardagur 06. juli 2024

Væleydnað summarskeið á Ítróttaháskúlanum

Í undanfarnu viku var summarskeiðið 2024, har luttakarar vórðu blakað út í alskyns avbjóðingar og upplivingar

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein vanligur partur av virkseminum hjá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er at skipa summarskeið fyri einum meiri tilkomnum aldursbólki. Tað skrivar Suðuoyarportalurin.

Í undanfarnu viku var summarskeiðið 2024, har luttakarar vórðu blakað út í alskyns avbjóðingar og upplivingar.

- Vit kunnu staðfesta, at aldur er bert eitt tal. Tí hetta hevur verið ein herligur, lívligur og ikki minst djarvur hópur av fólkum úr øllum Føroyum! Takk fyri, at tit vóru við til at gera vikuna so stuttliga og minnisríka, skrivar Ítróttaháskúlin á Facebook.

- Vit síggjast næsta ár, skrivar ítróttaháskúlin á Facebook har fleiri myndir frá summarskeiðnum eisini síggjast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2024

23 Leygardagur 06. juli 2024

Jacob Vestergaard nýggjur sýslumaður

Jens Jensen er farin frá sum sýslumaður í Norðoya- og Eysturoyar sýslu

Jacob Vestergaard situr í løtuni á tingi fyri Fólkaflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Jens Jensen er farin frá sum sýslumaður í Norðoya- og Eysturoyar sýslu, og Jacob Vestergaard hevur tikið við sum nýggjur sýslumaður.

Jacob Vestergaard er útbúgvin løgreglumaður, og kendur sum bæði løgtingsmaður og landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin. Hann hevur eisini verið sýslumaður áður.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2024

24 Leygardagur 06. juli 2024

Mortan Simonsen nýggjur fíggjarleiðari í Tórshavnar kommunu

Mortan Simonsen er cand.polit. Hann hevur seinasta árið starvast sum fíggjarfulltrúi í teknisku fyrisitingini í Tórshavnar kommunu og er nú byrjaður í nýggja starvinum

Mortan hevur drúgvar royndir sum búskaparfrøðingur og leiðandi ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum. Hann hevur eisini verið ráðgevi í Vinnuhúsinum og eitt skifti ráðgevandi búskaparfrøðingur í egnum virki. Her sæst hann saman við Heðini Mortensen, borgarstjóra, og Eyðnu Justinussen, miðfyrisingarstjóra í kommununi (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Mortan Simonsen settur í starv sum fíggjarleiðari í Tórshavnar kommunu.

Mortan hevur seinasta árið starvast sum fíggjarfulltrúi í teknisku fyrisiting í Tórshavnar kommunu. Mánadagin 1. juli byrjaði hann sum fíggjarleiðari.

- Mortan Simonsen er útbúgvin cand. polit. Hann hevur drúgvar royndir sum búskaparfrøðingur og leiðandi ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum. 

Nýggi fíggjarleiðarin hevur eisini verið ráðgevi í Vinnuhúsinum og eitt skifti ráðgevandi búskaparfrøðingur í egnum virki. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2024

25 Leygardagur 06. juli 2024

Fía Selma nýggjur fíggjarleiðari í Vága kommunu

Kemur úr einum starvi sum leiðari starvsfólka- og rakstrarábyrgd í Betri Banka

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Vága kommuna hevur sett Fíu Selmu Nielsen sum fíggjarleiðari í kommununi.

Eftir at Albert Thomassen, fíggjarleiðari, herfyri boðaði frá, at hann eftir 33 ár í starvi, velur at fara frá á nýggjárinum, hevur verið søkt eftir einum nýggjum fíggjarleiðara.

Ein samd fíggjarnevnd mælti til, at seta Fíu Selmu Nielsen. Fía Selma er 38 ára gomul og fakliga væl fyri. Hon hevur tikið HD-útbúgving í roknskapi og fíggjarstýring á Aarhus Universiteti í 2011. Umframt eina akademi útbúgving í fíggjarligari ráðgeving á Niels Brock í 2009 og fíggjarútbúgving frá Finanssektorens Uddannelssenter í 2006.

Harafturat hevur Fía Selma drúgvar starvsroyndir úr fíggjarheiminum. Hon kemur úr einum starvi hjá Betri Banka, har hon seinastu 12 árini hevur verið leiðari við starvsfólka- og rakstrarábyrgd. Í hesum sambandi hevur hon eisini verið partur av leiðslubólkinum í bankanum síðani 2019.

Somuleiðis er Fía Selma virkin í sjálvbodnum arbeiði, t.d í hondbólti hjá SÍF, er kassameistari í Dalahaga, og er venjari í hondbólti. Fía Selma Nielsen hevur áður havt aðrar ábyrgdir, t.d. sum bókhaldari hjá Landsfelag Pensjónista.

Fía Selma Nielsen byrjar í starvinum 15. august. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2024

26 Leygardagur 06. juli 2024

Unn Eldevig Petersen sett sum stovnsleiðari á Kambsdali

Unn er úr Fuglafirði, er útbúgvin námsfrøðingur og hevur drúgvar royndir sum stovnsleiðari

Unn Eldevig Petersen er 58 ára gomul og útbúgvin námsfrøðingur (Mynd: fuglafjordur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi tann 28. Juni 2024 at seta Unn Eldevig Petersen í starv sum stovnsleiðara á dagstovninum og frítíðarskúlanum Kambi á Kambsdali.
Avgerðin hjá býráðnum var grundað á tilmæli frá setanarbólki og fíggjarnevndini.

Hetta skrivar Fuglafjarðar kommuna á heimasíðu sínari.

Um nýggja leiðaran skrivar kommunan, at Unn Eldevig Petersen er 58 ára gomul og útbúgvin námsfrøðingur. Unn hevur drúgvar royndir sum námsfrøðingur, og hevur síðani 2010 starvast sum stovnsleiðari hjá ávikavist Eiðis og Sunda kommunu.

Unn Eldevig Petersen byrjar í starvinum á Kambsdali tann 1. august 2024.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2024

27 Leygardagur 06. juli 2024

Sjósavn og mentanarhús verður bygt í Sørvági

Arbeitt hevur verið við staðseting í Miðvági, men hetta bar ikki á mál. Nú er økið í Sørvági funnið til verkætlanina. Savnið skal lata upp við ársenda 2025

Sjúrður Poulsen, formaður í Sjó- og Mentanarhúsinum í Vágum, og Sigtór A. Petersen, stjóri í J&K Petersen (Mynd: J&K Petersen)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Áhugabólkurin  fyri Sjó- og Mentanarhús í Vágum og J&K Petersen undirskrivaðu í vikuni heildararbeiðstøkusáttmála fyri Sjósavn og Mentanarhús í Sørvági.

Verkætlanin hevur sín uppruna afturi í 2013, og í fyrstu atløgu var ætlanin, at staðsetingin skuldi verða í Sandavági.

Tað gekk tó striltið við at fáa neyðug loyvir, og í 2018 varð kósin broytt, og tá varð arbeitt við staðseting í Miðvági. Samstundis hevur verið arbeitt við fígging til verkætlanina, og eitt nú vórðu 6 milliónir krónur fingnar til vega frá fólkatinginum.

Ætlaninar við Sjósavninum/Mentanarhúsinum í Sandavági/Miðvági bóru ikki á mál, og tí vendi áhugabólkurin sær til Sørvágs kommunu.

Áhugabólkurin vísti á økið úti við bátahylin, sum teir hildu vera sera væl egnað til endamálið.

Bygdaráðið í Sørvági helt, at hetta var ein spennandi verkætlan og var sinnað at lata økið til ætlanina.

Eldsálir við Sjúrði Poulsen, formanni í Sjó- og Mentanarhúsinum í Vágum á odda, hava gjørt eitt megnar arbeiðið fyri at fáa ætlanina til veruleika.

Sørvágs kommuna er ein aktivur íleggjari til ætlanina, og eisini hevur Sjúrður Skaale gjørt eitt stórt arbeiði á Fólkatingi, fyri at fáa hesa verkætlan til veruleika.

Sjósavnið og Mentanarhúsið fer at verða eitt jaligt íkast til bæði føroyska ferðavinnu og ikki minst fyri føroyingar sjálvar. Við hesum fáa vit ein vakran depil, sum er viðvirkandi til at varðveita sterku mentanina og søguna um  føroyska fiskibátin, sum í øldir hevur knýtt føroyingar at sjónum.

Tað er listamaðurin Pól Skarðenni, sum hevur skitsað bygningin, sum uttan iva verður eitt prýði fyri Sørvág. Tekjan er ein holvdur bátur, og endaliga staðsetingin er við bátahylin í Sørvági.

Sjósavnið og mentanarhúsið í Sørvági letur eftir ætlan upp við ársenda 2025.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2024

28 Leygardagur 06. juli 2024

Kunngerð um bráðfeingisvernd í Saksun til hoyringar

Hevur heimild í náttúruverndarlógini, og endamálið er at forða fyri skaða á sandheyggjar og sandríkt jørðildi

Borgarar í Saksun, sum halda økið vera undir trýsti frá øktari ferðavinnu, hava mælt til verndina (Mynd: Pól Sundskarð)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Umhvørvismálaráðið hevur í vikuni sent uppskot til kunngerð um bráðfeingisvernd av Melini og bakkanum oman fyri Lónna í Saksun til hoyringar.

Kunngerðin hevur heimild í náttúruverndarlógini, og endamálið er at forða fyri skaða á sandheyggjar og sandríkt jørðildi.

Náttúrufyrisitingin á Umhvørvisstovuni viðger eitt mál um møguliga varandi vernd av tí serstaka náttúruøkinum við Pollin í Saksun, men fyri at forða fyri skaða á m.a. sandheyggjar og sandríkt jørðildi við sandin verður fyrst bráðfeingisvernd sett í verk fyri Melina og bakkan oman fyri Lónna í Saksun.

Tað sandríka jørðildið er viðkvæmt, og lítið skal til at órógva gróðurin, sum hevur fest røtur við sandin. Serliga Melin, á farleiðini út á Lónna, tolir illa ferðsluna, sum fer ígjøgnum økið, og týðilig tekin eru um máan. Til at geva gróðrinum møguleika at koma fyri seg er ætlanin við skelting og girðing at beina ferðsluna uttan um Melina.

Borgarar í Saksun, sum halda økið vera undir trýsti frá øktari ferðavinnu, hava mælt til verndina, og náttúrufyrisitingin á Umhvørvisstovuni hevur skoðað økið og hitt viðkomandi partar á fundi.

Viðgerðin av møguligari varandi vernd av náttúruøkinum við Pollin í Saksun heldur fram, eftir at bráðfeingiskunngerð er lýst. Hoyringarfreistin er 11. juli 2024.

Uppskotið til kunngerð um bráfeingisvernd sæst her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2024

29 Leygardagur 06. juli 2024

Vit skulu endurnýta og endurvinna heldur enn at tveita burtur

Umhvørvismálaráðið hevur sent nýggja kunngerð um burturkast til hoyringar

(Savnsmynd: IRF)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Halda vit áfram við at nýta náttúrutilfeingi eins og vit gera í dag, so fara vit at hava tørv á trimum klótum í 2050. Náttúrutilfeingi er ikki endaleyst, og tað eri ikki haldført áhaldandi at økja framleiðsluna av nýggjum lutum úr nýggjum tilfari, ið eftir stutta tíð verður brent ella tyrvt. 

Landsstýriskvinnan við umhvørvismálum, Ingilín Didriksen Strøm, hevur nú sent nýggjar reglur fyri burturkastøkið í hoyring.

Tað nýggja við kunngerðaruppskotinum í mun til galdandi kunngerð er, at tað setur karmarnar fyri einum undirstøðukervi til ringbúskap við meira endurnýtslu og endurvinning av burturkasti frá húsarhaldum og vinnu. Burturkast skal skiljast í størri mun, eisini við hús, og handfarast sambært burturkaststiganum. Tað merkir, at vit fyrst og fremst skulu endurnýta, síðan endurvinna, orkuendurvinna og sum síðsti møguleiki beina burtur. Lutir kunnu einans fara niður í burturkaststiganum, um tað ikki er møguligt ella ráðiligt, sæð í mun til ringbúskap og útlát, at hava teir longri uppi í stiganum.

- Verkfallið fyri nøkrum vikum síðani vísti okkum millum annað, hvussu nógv rusk vit framleiða. Vit mugu skipa karmarnar og seta okkum mál fyri ringbúskapi, samstundis sum vit tryggja eina hugburðsbroyting millum fólk, stovnar og fyritøkur, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna við heimasíðuna hjá umhvørvismálaráðnum.

Uppskotið til nýggja burturkastskunngerð kann síggjast her


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2024

30 Leygardagur 06. juli 2024

Tvær kroysur til lívd settar upp á Eiði

Ælanir er at seta upp kroysu á fleiri støðum við góðum útsýni í Eiðis kommunu

(Mynd: eidi.fo)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Borgarar og vitjandi á Eiði hava kanska lagt til merkis, at tvey snotislig skýli við flagtekju eru sett upp í bygdini. Anna á Mainifløtu ovast í bygdini og hitt úti á Bø uttast í bygdini.

Hóast tey eru skotislig, verða tey kallað kroysur.

Heimasíðan hjá Eiðis kommunu skrivar, at talan er um eina gamla ætlan hjá Ann Fuglø, tekniskum leiðara í Eiðis kommunu.

Kroysurnar eru komnar upp at standa, sum ein avleiðing av tankanum at marknaðarføra Eiði sum “mest bygdasliga bygd”, skrivar eidi.fo.

Upprunaliga var ætlanin at seta upp á støðum við góðum útsýni í bygdini, men tankin var útbygdur, tí hildið var, at best var við lívd fyri vindi og regni á hesum støðum eisini.

Og soleiðis tóku kroysurnar skap. Sambært orðabókini er ein kroysa ein lítil smátta við flagtekju. Tað skirvisliga við hesi nýggju snotisligu kroysunum er, at tær eru opnar, og tískil ber ikki til at búgva í teimum, skrivar eidi.fo.

Upprunaliga skuldi kroysan á Mainifløtu ognast Fríðriki kongi á kongaligu vitjanini, sum fyribils er útsett, og tí skuldi hon eita Kongskroysan. 

Gongst sum ætlað koma kroysur at standa í øllum bygdunum í Eiðis kommunu. 

Meira um kroysurnar her

Myndir: eiði.fo

[object Object]

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2024

31 Leygardagur 06. juli 2024

Baldursbrá nýtast til bygdarhús

– Í dag búgva 157 fólk á Norðoyri. Harvið kunnu vit siga, at Norðoyri er tann bygdin í Norðoyggjum við størst fólkavøkstri. Tí haldi eg, at Norðoyri hevur tørv á einum tilhaldsstaði, sum kann nýtast, tá tiltøk eru í bygdini, sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Í farnu viku undirskrivaðu Karl H. Johansen, borgarstjóri, og Kaj Askham, formaður í bygdarfelagnum Heimrustin, undir avtalu um, at bygdarfelagið kann nýta hølini hjá dagstovninum Baldursbrá, tá ið bygdarfelagið skipar fyri tiltøkum á Norðoyri.

Kaj sigur, at higartil hevur bygdarfelagið nýtt dagstovnin eitt nú til ruddingardagar, tá jólatræið verður tendrað, og líknandi tiltøk, men nú er gott, at avtalan er formaliserað.

Karl H. Johansen, borgarstjóri, er somuleiðis fegin um avtaluna.

– Í dag búgva 157 fólk á Norðoyri. Tí kunnu vit siga, at Norðoyri er tann bygdin í Norðoyggjum við størst fólkavøkstri. Tí haldi eg, at Norðoyri hevur tørv á einum tilhaldsstaði, sum kann nýtast, tá tiltøk eru í bygdini.

Avtalan inniber, at bygdarfelagið kann nýta hølini uttan fyri vanliga arbeiðstíð, og at virksemið skal ikki órógva dagliga virksemið í dagstovninum. Somuleiðis skal øll nýtsla av húsinum gerast í semju við leiðaran fyri dagstovnin.

Avtalað er, at tá tiltøk eru í húsinum, skal bygdarfelagið skipa fyri reingerð, soleiðis at hølini aftur eru í sama standi og klár til virksemið hjá dagstovninum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2024

32 Leygardagur 06. juli 2024

Tamara fekk góð skoðsmál á Roskilde

- Tað líktist kensluni av eini nýggjari r’n’b-stjørnu, heldur ummælari

Tamara á G!-festivalinum í fjør (Savnsmynd: Joe Miller / G! festival)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Føroyska rhytm & blues sangarinnan Tamara Malena Mneney fekk góð ummæli eftir framførslu sína á einari nógvu undankonsertunum undan sjálvum Roskilde Festivalinum, sum er hetta vikuskiftið.

Tamara framførdi á Gaia pallinum seinnapartin mánadagin.

Og framførslan varð væl móttikin. “Det lignede følelsen af en ny dansk r’n’b-stjerne”, skrivar miðilin Soundvenue, og hevur hug at sammeta føroysku sangarinnuna við afrikanskum rótum við Billie Eilish.

Tamara fær fýra av seks stjørnum frá ummælaranum.

Alt ummælið kann lesast her 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2024

33 Leygardagur 06. juli 2024

Beinir heim at hava konsert

Seinastu tíðina hevur hann havt fleiri konsertir í Danmark, men 23. november fer Beinir at hava konsert í Løkshøll í Runavík

(Mynd: Vaiva Kriauciunaite)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Seinast í 2023 kom fyrsta staklagið "Greener" av heildarútgávuni, sum Beinir er í gongd við, og síðani hevur hann havt fleiri konsertir og framførslur í Danmark, har hann býr og fylgir sínum tónlistadreymum. Men loksins er Beinir klárur at koma heim at hava konsert, og hon verður sjálvandi á heimabeiti; í Løkshøll leygarkvøldið 23. november, skrivar Løkshøll í tíðindaskrivi.

Beinir hevur veruliga fingið vind í tónlistarligu seglini í Danmark, har hann m.a. hevur hitað upp fyri navnframar bólkar sum Jonah Blacksmith, Stine Bramsen, og Dopha.

Í vár hevði hann nakrar heilt serligar konsertir undir heitinum "Unknown Location Tour", har hann bað sínar fjepparar á sosialu miðlunum koma við uppskotum til, hvar hann skuldi hava konsertir. Úrslitið var, at hann m.a. hevði konsertir á Ríkissjúkrahúsinum, í einum motorsúkklufelagi og í privatum heimum.

Eftir hesa øðrvísi konsertrøðina hevði hann eina útselda konsert saman við bólki sínum á Hotel Cecil í Keypmannahavn.

Seinast vit upplivdu Beinir var í sjónvarpssendingini 'fællessang' á DR, tá ið hann stóð einsamallur á trappuni í Christiansborg við sínum gittara og vøkru rødd og framførdi Gasolin sangin "Hvad gør vi nu, lille du".

Beinir hevur fingið nógv rós í donskum tónlistarligum tíðarritum sum Gaffa og Bands of Tomorrow, og síðstnevnda gav honum 4,5 stjørnur av 5 møguligum fyri konsertina á Uhørt festivalinum við hesum orðunum:

– Einsamallur á pallinum við sínum gittara leveraði Beinir eina av bestu konsertunum leygarkvøldið.

Atgongumerki til konsertina í Løkshøll kunnu keypast á loksholl.fo.



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2024

34 Leygardagur 06. juli 2024

Keir Starmer nýggjur forsætisráðharri

Labour-formaðurin hevur verið hjá Charles kongi og er nú bretskur forsætisráðharri

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

61 ára gamli Labour formaðurin Keir Starmer er nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi.

Hann var í gjár hjá Charles kongi á Buckingham Palace. Á tjóðartingsvalinum hósdagin fekk arbeiðaraflokkurin Labour greiðan meiriluta í Undirhúsinum við 412 sessum. Tilsamans 650 sessir eru.

Konservativi flokkurin gekk aftur við 250 tingsessum, og formaðurin Rishi Sunak legði fríggjamorgunin frá sær sum forsætisráðharri.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2024

35 Leygardagur 06. juli 2024

Rishi Sunak lagt frá sær

Var fríggjamorgunin hjá Charles kongi á Buckingham Palace

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Rishi Sunak var fyrrapartin í gjár á Buckingham Palace og hevði fund við Charles kong. Her legði hann frá sær sum bretskur forsætisráðharri.

Tað gjørdi hann eftir stóra ósigurin á bretska tjóðartingsvalinum hósdagin, tá konservativi flokkurin hjá Sunak gekk aftur við 250 tingsessum.

Stóri vinnarin av valinum er arbeiðaraflokkurin Labour og formaðurin í flokkinum Keir Starmer, sum verður næsti forsætisráðharrin í Bretlandi.

Labour fekk 412 sessir í Undirhúsinum og harvið greiðan meiriluta. 650 sessir eru í Undirhúsinum.

Konserativi flokkurin hevur sitið við valdið í 14 ár.

[object Object](Mynd: EPA)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2024

36 Leygardagur 06. juli 2024

Kongshjúnini á vitjan í Grønlandi

Fríðrikur kongur og Mary drotning hava verið á vitjan í Grønlandi hesa vikuna. Yngstu børnini eru við

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Kongsvitjanin í Grønlandi byrjaði leygardagin. Hetta er fyrstu ferð, at Fríðrikur kongur og Mary drotning vitja landið sum kongshjún.

Við á ferðini eru yngstu børnini, tvíburarnir Vincent prinsur og Josephine prinsessa.

Vitjanin er í eina viku og byrjaði í Norðurgrønlandi. Síðan varð siglt suðureftir og bygdir og býir vitjað á vegnum. Endað varð í Qassiarsuk í Suðurgrønlandi 6. juli.

Í fleiri enn 100 ár hevur kongsfamiljan vitjað Grønland. Christian 10. var fyrsti danski kongur sum vitjaði landið í 1921.

Ætlanin var eisini at vitja í Føroyum í summar, men tað bleiv útsett til juni mánað næsta ár. Hetta var orsakað av verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum.

Fleiri myndir her

Myndir EPA

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2024

37 Leygardagur 06. juli 2024

Hinir flokkarnir sláa seg saman fyri at vinna á høgraveinginum

Fleiri hundrað valevni hava tikið seg av listanum undan øðrum valumfari í Fraklandi. Hetta fyri at geva valevninum, ið hevur best møguleika at vinna á høgraflokkinum upp aftur betri møguleika

Ikki er vist at oddafólkini á ytsta høgraveinginum fegnast eins nógv eftir valið í morgin. Her fegnast Marine Le Pen og Jordan Bardella um sigurin á ES-valinum í mars (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Á franska valinum sunnudagin vann høgraflokkurin Groupe Rassemblement national hjá Marine Le Pen og Jordan Bardella stórsigur við einum góðum triðingi av øllum atkvøðunum.

Men undan øðrum og avgerandi umfari eru mótstøðuvalevnini hjá høgravalevnunum farin at samstarva til tess at forða høgraflokkinum í at vinna.

Sambært franska blaðnum Le Mond hava 221 mótvvalevni frá miðsamgonguni hjá Macron forseta og vinstraveinginum trekt seg undan øðrum valumfari, sum verður í morgin.

Tað gera tey av taktiskum orsøkum til tess at forða Groupe Rassemblement national í at fáa síni valevni vald í tjóðartingið.

Tað kann gera tað truplari hjá høgraflokkinum, at vinna stjórnarvaldið í Fraklandi, skrivar dr.dk.

Veljast skulu 577 sessir í tjóðartinginum, sum verða valdir í eins nógvum valdømum. Franska valskipanin er skipað á tann hátt, at um ikki ein politikari fær yvir helmingin av atkvøðunum í fyrra umfari, so verður avgerandi umval millum valevnini, ið fingu minst 12,5 prosent í fyrsta umfari.

Her er tað so tann, ið fær flestar atkvøður, sum verður valdur.

Í ár vóru eru tað fleiri valdømi, har umval verður millum valevni frá høgraveinginum, miðjuni og vinstraveinginum, sum eru komin víðari til annað umfar.

Men nú eru tað 83 politikarar frá miðflokkunum og 133 frá vinstraflokkunum, sum sambært Le Monde hava tikið seg aftur.

Hóast hesi valevni als ikki eru samd politiskt, so vilja tey heldur hava, at teirra veljarar velja tað valevnið, ið stendur til at hava best møguleika at vinna á valevnið hjá høgraveinginum. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2024

38 Leygardagur 06. juli 2024

NSÍ: Slíkt skal ikki koma fyri

NSÍ er komið við treytaleysari umbering til FSF og dómara

(Skíggjamynd: Dagur og vika / 3-2)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað gjørdist heldur rokaligt aftan á landskappingardystin millum NSÍ og KÍ undanfarna fríggjakvøld. Ítróttarstjórin í NSÍ, Eyðstein Skipanes, legði á dómaran. Fyrst á vøllinum stutt eftir dystarlok og síðani inni í Bylgjuni.

NSÍ kom týskvøldið við treytaleysari umbering til Fótbóltssambandið og til dómaran, Kára á Høvdanum.

- Vit ynskja við hesum skrivi at koma við eini treytaleysari umbering til FSF og dómaran Kára J. Á Høvdanum fyri hendingian við vøllin eftir loknan dyst millum NSÍ og KÍ, skrivar Karstin Joensen, formaður í NSÍ í umbering.

- Vit taka staðiliga frástøðu frá hesi hending, tó kunnu vit í sama viðfangi fegnast um at dómaravaktir okkara gjørdu sítt arbeiðið til lítar.

- Slík hending má og skal ikki koma fyri, og vilja vit gera okkara fyri at so er, skrivar formaðurin.

Í hesum sambandi viðmerkir NSÍ eisini fylgjandi:

• Formaðurin persónliga fór inn í dómararúmið eftir dystin og tók í hondina á dómaratoyminum og bað vegna felagið um umbering.

• Formaðurin fylgdi persónliga dómaranum trygt av økinum.

• Dómaravaktirnar stóðu uttan fyri dómararúmið, til dómaratoymið var farið av økinum.

• Ein skrivlig umbering frá starvsnevndini í NSÍ er send Fótbóltssambandi Føroya, ið hevur sent hana víðari til Kára á Høvdanum. (Hetta skriv sæst niðanfyri)

• Ítróttarstjórin í NSÍ, Eyðstein Skipanes, hevur persónliga biðið Kára á Høvdanum um umbering.

Dómarafelagið segði fyrr týsdag, at dómararnir noktaðu at døma í Runavík um viðurskiftini ikki vóru broytt. Við in.fo segði Jóhan Hendrik Ellefsen, at dómarafelagið hevur fingið garanti fyri trygdini, og dysturin í gjárkvøldið millum NSÍ og 07 Vestur varð ikki órógvaður av støðuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2024

39 Leygardagur 06. juli 2024

Ítróttarstjórin í NSÍ lagt frá sær

Eyðstein Skipanes hevur tikið avleiðingarnar av hendingini fríggjakvøldið og hevur lagt frá sær sum ítróttarstjóri í NSÍ

(Mynd: Skíggjamynd / Televarpið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eyðstein Skipanes hevur lagt frá sær sum ítróttarstjóri í NSÍ. Tað gjørdi hann eftir hendingina fríggjakvøldið, tá hann legði á dómaran, Kára á Høvdanum.

Nógv rok hevur verið um hendingina, og dómarafelagið fór so langt sum at siga, at dómarar ikki dømdu aftur í Runavík um trygdin ikki kundi fáast betri.

NSÍ og høvuðspersónurin sjálvur hava sent eina treytaleysa umbering til dómaran og Fótbóltssambandi eisini, men hóskvøldið boðaði Eyðstein Skipanes frá, at hann legði frá sær.

- Eg harmist sera nógv um hendingina, og vil við hesum biðja um umbering til starvsnevndina, felagið, vaktirnar, leikararnar, dómararnar, FSF og øll viðhaldsfólkini hjá NSÍ. Eg taki undir við almenna skrivinum hjá starsvnevndini, og eg taki tað til eftirtektar. Slíkur atburður hoyrir ikki heima á fótbóltsvøllinum. Eg traðkaði veruliga við síðunar av. Hatta var ikki í lagi, skrivar Eyðstein Skipanes í kunningarskrivi til starvsnevndina í NSÍ.

- Sum avleiðing av hesi hending steðgi eg sum ítróttarstjóri hjá NSÍ. Eg ynski í hesum sambandi at verða leysgivin fyri allar uppgávur fyri felagið pr. dags dato, skrivar hann.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2024

40 Leygardagur 06. juli 2024

Víkingur í summarfrí ovast á stigatalvuni

Víkingakvinnur eru fýra stig fremst

(Mynd: Víkingur)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Víkingakvinnur vunnu leygardagin 1-0 á nærmasta kappingarneytanum í bestu kvinnudeildini, og harvið endar Víkingur ovast á stigatalvuni, nú deildin fer í summarfrí.

Tað var Jensa Tórolvsdóttir, sum skoraði einsamalla málið hjá Víkingi og tryggjaði liðnum í Eysturkommunu øll trý stigini.

Týskvøldið fór NSÍ eisini fram um føroyameistararnar úr Klaksvík, tá runavíkskvinnur vunnu 6-1 á heimavølli á B36.

Triði dystur í 11. umfari í kvinnukappingini verður spældur í dag á Skála millum Skála ÍF og FC Hoyvík. Seinasti dystur í 11. umfari er millum HB og TV/FCS/Royn, men hann verður ikki spældur fyrr enn á ólavsøku, tá summarferian hjá kvinnunum er av.

Betrideildin kvinnur

Leygardagin 29. juni:
Víkingur - KÍ 1-0 (0-0
54' 1-0 Jensa Tórolvsdóttir (Lea Lisberg)

Týsdagin 2. juli:
NSÍ - B36 6-1 (4-0)
04' 1-0 Sara Lamhauge (Heidi Sevdal)
20' 2-0 Lena Olsen (Heidi Sevdal)
44' 3-0 Heidi Sevdal
45' 4-0 Sjálvmál
61' 4-1 Victoria í Funningsstovu
64' 5-1 Rutt Gregersen (Heidi Sevdal)
79' 6-1 Julia Naomi Mortensen (Heidi Sevdal)

Støðan:

Víkingur 29 stig
NSÍ 26 stig
KÍ 25 stig
HB 16 stig
B36 13 stig
TB/FCS/Royn 7 stig
FC Hoyvík 4 stig
Skála ÍF 1 stig

Víkingur, NSÍ, KÍ og B36 hava spælt 11 stig - hini liðini 10.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2024

41 Leygardagur 06. juli 2024

Víkingur fór frá HB

Endaði við tryggum sigri á EB/Streymi. B36 vann eisini greitt á heimavølli og nærkast 4. plássinum

4-0 til Víkingi móti EB/Streymi og 3-0 til B36 móti Skála (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Favorittarnir vunnu á heimavølli. Hetta kundi staðfestast eftir teir báðar dystirnar í Betrideildini, sum vórðu spældir leygarkvøldið.

Víkingur skuldi vinna fyri at fara nakað frá HB áðrenn oddabrakið í vikuni, og liðið úr Eysturkommunu tók av - hóast teir spældu uttan sparda Sølva Vatnhamar.

EB/Streymur helt nullið til fýra minuttir inn í 2. hálvleik. Tá revsaði Víkinur náðisleyst eitt mistak. Strandingarnir í høgru síðu - Ari Olsen og Poul Kallsberg - revsaðu væl. Síðani koyrdi liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen tað trygt heim: Sætti sigurin á rað og í hesum hevur Víkingur bert latið eitt mál inn. Trý stig eru niður til HB.

B36 hevur nú tvey stig upp til NSÍ og fjórða plássið. Liðið hjá Magna Hoseth spældi væl og vann 3-0 á Skála ÍF.

Dan vann í fyrstu royndini

Seinasti dystur í 15. umfari varð spældur í Sørvági sunnudagin millum 07 Vestur og ÍF. Hetta var fyrsti dystur hjá Dan Brimsvík sum 07 Vestur-venjara. Havnarmaðurin byrjaði við einum sigri.

Oddur í Haraldsstovu Petersen skoraði einsamalla málið í dystinum. Hetta var eftir 25 minuttir og eftir gott uppspæl í høgru síðu. Sørvingurin fekk prikað bóltin í netið eftir flata alvering frá Filipi Brattbakk.

Tað vóru annars ikki ikki so nógvir málkjansir, men hinvegin nógvir nærdystir. Jhon Mena hjá ÍF var nær við tvær ferðir, og móti endanum kundi Uros Stojanov prika bóltin í netið.

Harvið 1-0 og keðiligt vikuskiti hjá ÍF sum er enn longur burtur frá niðurflytingarstrikuni.

Betrideildin menn, 15. umfar

Fríggjadagin 28. juni
B68 - HB 1-0 (1-0)
27' 1-0 Bartal Páll Klein

NSÍ - KÍ 1-2 (0-0)
56' 1-0 Klæmint Andrasson Olsen (Petur Knudsen)
83' 1-1 Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg)
90+5' 1-2 Árni Frederiksberg

Leygardagin 29. juni
Víkingur - EB/Streymur 4-0 (0-0)
50' 1-0 Poul Kallsberg (Ari Olsen)
65' 2-0 Olaf Bárðarson
83' 3-0 Ingi Jonhardsson (Árni Nóa Atlason)
93+' 4-0 Arnbjørn Svensson (Ingi Jonhardson)

B36 - Skála ÍF 3-0 (2-0)
15' 1-0 Gutti Dahl-Olsen (Anton Søjbjerg)
45' 2-0 Marius Kryger Lindh (Gutti Dahl-Olssen)
67' 3-0 Mattias Hellisdal

Sunnudagin 30. juni
07 Vestur - ÍF 1-0 (1-0)
26' 1-0 Oddur Petersen (Filip Brattbakk)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. juni 2024

42 Leygardagur 06. juli 2024

Víkingur tók risa fet móti FM

Heimaliðið revsaði HB tvær ferðir ímóti endanum, og er nú seks stig frammanfyri kappingarneytan. KÍ vann 4-2 á Hoseth og B36

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var heimaliðið, sum vann stórdystin í góðveðrinum í Sarpugerði hóskvøldið. Nógv fólk sóu tvey tey bestu liðini í ár leggja nógv fyri.

HB hevði sínar møguleikar - millum annað rakti Hanus Sørensen tvørtræið við langskoti, og Mikkel Dahl hevði góðan stútara, sum Bárður á Reynatrøð bjargaði.

Løtu seinni vann Geza Turi bóltin av Hanusi, og so varð Olaf Bárðarson sendur avstað. Vongurin var púra kaldur, og sendi bóltin millum beinini á Teiti Gestssyni.

Hetta var í 74. minutti, og HB fekk ikki heilt tíð, tí løtu síðani misti útiliðið bóltin aftur. Langur bóltur fram, Samuel Chukwudi kiksaði, tá hann skuldi stúta burtur, innskifti Finnur Justinussen hevði jagstrað og lisið støðuna og lyfti bóltin í HB-málið til 2-0.

Fleiri myndir

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Stórur fagnaður í Sarpugerði og tað var tað eisini eftir seinasta bríksl. Víkingur var snildari, skarpari og avgreiddi støðurnar í báðum brotsteignum betri. Harvið er liðið hjá Jóhan Petur Poulsen seks stig á odda, nú summarsteðgur er. Víkingur hevur vunnið 15 av 16 dystum. Ógvuliga flott, og FM-møguleikin er betraður.

Skoraði úr egnari hálvu

Í Klaksvík vann KÍ málríkan dyst á B36, har Árni Frederiksberg millum annað skoraði aftanfyri miðjuna. Harvið er KÍ bert trý stig aftanfyri HB nú - men níggju eftir Víking.

Fingu hvør sítt stig á Skála

Tað vóru nógvir nærdystir og nógvar skeivar sendingar, ið setti sín dám á, á Skála mikukvøldið í dystinum millum Skála og B68. Talan var um tvey lið, ið stríddust manniliga fyri stigum í botnstríðnum - tey fingu eisini hvør sítt.

Heimaliðið var spælstýrandi og meira vandamikið fyri steðgin. Í fyrsta álopinum vildi Skála hava brotsspark, tá Tórður Thomsen kom út, og kundi hetta helst væl verið dømt.

[object Object]Bárður Ólavsson Jensen í bláum og svørtum legði B68 á odda (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ístaðin var tað B68, sum legði seg á odda. Eftir innkast varð skjótt og gott spæl í høgru, innlegg frá Fríða í Túni Petersen og við aftaru stongd søkti Bárður Ólavsson Jensen bóltin og fekk beinið á. Toftamaðurin spældi á vinstra vongi, nú Alex Mellemgaard var aftur á vinstra bakki hjá B68.

Skála royndi at svara aftur, men tað gekk striltið at fáa mál. Hetta hevur verið so hjá Skála í nøkrum dystum teir seinastu vikurnar. Tórður Thomsen hevði eina stórbjarging, men í 83. minutti gekk ikki meira at halda nullið hjá B68.

Jákup Jakobsen setti tveir B68'arar av á miðjum vølli, áðrenn miðverjin og liðformaðurin hjá Skála hevði perfekta sending í dýbdina til Carlos Ferreira, sum setti bóltin væl í málið til 1-1.

Fimta málið í ár hjá Carlosi og eisini tað seinasta fyri Skála. Toppskjúttin í 1. deild í fjør flytir nú av landinum aftur - hann og felagið eru samdir í at slíta samstarvið.

B68 verður verandi omanfyri strikuna í summarsteðginum, og uppflytararnir halda 7. plássinum. ÍF og EB/Streymur spæla í dag.

Betrideildin 16. umfar

Mikudagin 3. juli

Skála ÍF - B68 1-1 (0-1)
19' 0-1 Bárður Jensen (Fríði Petersen)
83' 1-1 Carlos Ferreira (Jákup Jakobsen)

Hósdagin 4. juli

Víkingur - HB 2-0 (0-0)
74' 1-0 Olaf Bárðarson (Jørgen Nielsen)
80' 2-0 Finnur Justinussen

KÍ - B36 4-2 (1-1)
04' 1-0 Sjálvmál
18' 1-1 Thomas Lillo (Jann Benjaminsen)
58' 2-1 Árni Frederiksberg
63' 3-1 Joseph Williams (Pætur Petersen)
75' 4-1 Páll Klettskarð (Pætur Petersen)
95+' 4-2 Vilmer Rönneberg

Støðan undan dystinum fríggjakvøldið millum NSÍ og 07 Vestur:

Víkingur 45 stig
HB 39 stig
KÍ 36 stig
NSÍ 25 stig*
B36 23 stig
07 Vestur 21 stig*
Skála ÍF 14 stig
B68 11 stig
EB/Streymur 7 stig*
ÍF 3 stig*

Komandi dystur (seinasti áðrenn summarstøðgin):

Leygardagin kl. 17: ÍF - EB/Streymur

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2024

43 Leygardagur 06. juli 2024

- Er ein styrki at hugsavna seg um egna uppgávu

Og eisini at tað eru fleiri ymiskir málskjúttar, staðfestir Arnbjørn Svensson fyri Portalinum. Víkinga-miðverjin var eftir dystin farna vikuskiftið tilvitaðurum, at stórdystur móti HB var fyri framman

- Man vil ikki, at tað skal verða ein øðrvísi tankagond, men tað verður tað sjálvandi partvíst. Vit fylgja allir væl við í føroyskum fótbólti, so allir høvdu fingið úrslitið á Toftum við, staðfestir Arnbjørn Svensson (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var ikki ein heilt vanlig uppgáva hjá Víkingi leygarkvøldið, tá EB/Streymur kom á vitjan. Fyri fyrstu ferð í ár spældi liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen ein dyst beint eftir, at HB hevði snávað. Beinleiðis kappingarneytin í FM-stríðnum tapti fríggjakvøldið fyri fyrstu ferð, síðani liðið vitjaði í Sarpugerði mitt í mars.

Hóast tað ikki skal fylla ov nógv, so viðgekk Arnbjørn Svensson eftir 4-0 sigurin á EB/Streymi, at úrslitið millum B68 og HB merkiskt nakað áðrenn dystin.

- Man vil ikki, at tað skal verða ein øðrvísi tankagond, men tað verður tað sjálvandi partvíst. Vit fylgja allir væl við í føroyskum fótbólti, so allir høvdu fingið úrslitið á Toftum við. Man man heldur seg til prinsippini, og tað haldi eg er ein av styrkinum hjá okkum: At man hugsavnar seg um egna uppgávu.

[object Object]

Víkingur fekk ikki hol á í 1. hálvleiki, har EB/Streymur stóð væl ímóti. Í 2. hálvleiki komu tó fýra mál í Sarpugerði – øll til heimaliðið

- Vit gera í stóran mun tað sama í báðum hálvleikunum men við meira góðsku í 2. hálvleiki. Vit koyra tey tingini, sum rigga og justera so eitt sindur, sigur Arnbjørn Svensson við Portalin.

Also; ikki nøkur kollvelting men tað bragdaði hjá Víkingi. Fýra ymiskir málskjúttar vóru, og miðverjin Arnbjørn Svensson var ein teirra. Gøtumaðurin sigur við Portalin, at tað er er ein styrki hjá liðnum, at nógvir kunnu gera mál.: Tað hjálpir, at fleiri eru heitir, og tá summir ikki raka dagin frammanfyri málinum, eru aðrir til reiðar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. juni 2024

44 Leygardagur 06. juli 2024

Haug skal hava høvuðábyrgd í KÍ næstu 18 mánaðirnar

Norðmaðurin kom til KÍ sum hjálparvenjari, og skal nú stýra trýfaldu føroyameistarunum, sum í fjør var í evropeiskum bólkaspæli

KÍ er longri aftanfyri Víking, enn áðrenn Espern Haug tók yvir fyri Haakon Lunov. Heimasíðan KÍ nevnir nógvu skaðarnar, góðu evnini hjá venjaranum og at hann er tann rætti til stóru uppgávuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hann vann á Víkingi stutt eftir, at hann tók við sum fyribils avloysari fyri Haakon Lunov. Síðani hevur Espen Haug tapt fyri júst Víkingi (2-0) og 3-0 fyri HB.

Í løtuni eru trýfaldu føroyameistararnir níggju stig aftan fyri oddaliði úr Eysturkommunu. Í komandi viku fer KÍ undir uppgávuna í Champions League, har tað millum annað snýr seg um at halda mongu styrkisstigini. Tað er nú endaliga greitt, at hetta verður við 48-ára gamla Espen Haug sum høvuðsvenjara.

Hetta hevur verið ætlanin í eina tíð, og nú er alt komið upp á pláss. KÍ hevur almannkunngjørt, at maðurin, ið kom til Klaksvíkar sum hjálparvenjari, verður skipari á brúnni fyri fótbóltsflaggskipið í Norðoyggjum restina av 2024 og alt 2025 eisini.

Espen Haug hevur, sum skilst, ikki endaliga A-venjaraprógvið uppá pláss, men loyvir eru givin. Eisini hevur KÍ nú tveir A-venjarar í toyminum rundanum. Í KÍ metir man, at venjarin við royndum úr Raufoss og seinni Gjøvik-Lyn í fjórðbestu, triðbestu og næstbestu norsku deildini, er tann rætti til stóru uppgávuna.

-  Okkara royndir við Espen síðan hann tók yvir sum virkandi høvuðsvenjari hava verið góðar. Hóast óvanliga nógvar skaddar lyklaleikarar, hevur hann loyst avbjóðingarnar fyrimyndarliga í góðum samstarvi við leiðslu, starvsfelagaðar og leikarar. Tað er týðuligt, at 48 ára gamli Espen er og hevur verið virkin í fótbólti bæði sum venjari og leikari. Hóast hann er dámligur, er hann eisini málrættaður. Vit meta, at hann nú er tann rætti at standa á odda við tí stóru ítróttarligu uppgávuni at vera høvuðsvenjari hjá KÍ.

[object Object]
Tummas Lervig, formaður, og Espen Haug, høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ. Hetta til og við kappingarárið 2025 sambært nýggja sáttmálanum millum partarnar (Mynd: ki.fo)

Hetta sigur KÍ-formaðurin, Tummas Lervig, við ki.fo. Høvuðspersónurin sjálvur nýtir millum annað høvi at takka familjuni fyri at sleppa at verða verandi.

- Eg eri sera fegin og stoltur at fáa møguleikan at standa á odda og verða høvuðsvenjari hjá KÍ. Hátturin felagið og Klaksvíkin hevur tikið í móti mær hevur verið einastandandi. Saman við venjaratoyminum og leikarunum fara vit at arbeiða hart fyri at gera framstig. Og eg skal eisini takka míni familju í Noregi fyri, at tey geva mær møguleika fyri at halda fram sum fótbóltsvenjari í Føroyum.

Umframt at seta høvuðsvenjara hevur KÍ lagt Kristoffer Kvistgaard aftur at venjaratoyminum hjá besta mansliðnum. Hann stjórnaði kvinnuliðnum í fjør, og hevur higartil eisini verið venjari hjá KÍ kvinnunum í ár. Nú er Kvistgaard fluttur, og skal eisini hava  ábyrgdina av 1.deild monnum og talentleikarunum, sum eru ávegis til truppin hjá BetriMonnum, skrivar ki.fo.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2024

45 Leygardagur 06. juli 2024

KÍ kvinnur skifta venjaran út

Jonas Nizze Nielsen er nýggjur høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá KÍ

Jonas Nizze Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

KÍ boðaði í vikuni frá broytingum í venjaratoymunum hjá teirra bestu liðum.

Kristoffer Kvistgard, sum hevur verið venjari hjá KÍ-kvinnum, legst nú afturat venjaratoyminum hjá monnunum og fer eisini at hava ábyrgd av 1. deild við monnum.

Nýggjur høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum verður Jonas Nizze Nielsen. Hann hevur Rúnu Bjartalíð og Svanberg Óskarsson aftur at sær.

Jonas Nizze Nielsen er longu frammanundan akademileiðari í KÍ.

Kvinnurnar hjá KÍ hava at kalla verið einaráðandi seinastu árini, men í ár harðari kapping í oddinum, og klaksvíkskvinnur mistu leygardagin samband við oddaliðið Víking, sum nú er fýra stig á odda.

Eisini er KÍ úti av steypakappingini hjá kvinnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2024

46 Leygardagur 06. juli 2024

KÍ heintar enn ein útlendskan spælara

28 ára gamli Kristoffer Ødemarksbakken skal styrkja álopið hjá KÍ til millum annað evropeisku dystirnar. Norðmaðurin er fyrst og fremst vongur og hevur nógvar royndir á høgum stigi í heimlandinum

Ødemarksbakken hevur ikki havt nakað felag higartil í ár (Mynd: ki.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fjórði summarstyrkurin hjá KÍ er veruleiki, og verður Kristoffer Ødemarksbakken tann tíggjundi útlendingurin í hópinum hjá trýfaldu føroyameistarunum, ið hava avrikað undir sítt støði í ár.

Kristoffer Ødemarksbakken spældi 21 dystir í fremstu norsku deildin í 2023 - uttan at skora. Síðani hevur 28-ára gamli norðmaðurin ikki verið skrásettur hjá nøkrum felag. Espen Haug, ið nú er settur fast sum høvuðsvenjari hjá KÍ, lýsir fyri ki.fo nýggja spælaran sum ein hartarbeiðandi vong, sum er góður at fáa til evropeisku dystirnar:

-  Vit eru sera væl nøgdir við at tað eydnaðist at fáa Kristoffer til KÍ nú avbjóðingarnar í Evropa standa fyri framman. Samráðingarnar hava lagað seg upp á stutta tíð, og vit fáa ein sera eldhugaðan leikara í hópin. Kristoffer er ein arbeiðsamur vongleikari, sum eg vænti kemur at rigga væl í okkara spælskipan. Hann hevur spælt yvir 200 dystir í norskum toppfótbólti og vit fáa hann higar til Klaksvíkar, nú hann hevur síni bestu fótbótsár fyri framman. 

Ødemarksbakken umboðaði í fjør Aalesund. Í 2021 var hann við til at fáa felagið upp í bestu norsku deildina. Nýggjasti KÍ-spælarin hevur eisini spælt fyri Lillestrøm og Ullensaker/Kisa. 

Samanlagt er Kristoffer Ødemarksbakken skrásettur fyri 129 dystir og 47 málstig (mál+upplegg) í næstbestu norsku deildini og 94 dystir við 13 málstigum í Eliteseriuni. Hann hevur eisini tíggju málstig í 20 steypadystum í Noregi, og undan evropeisku dystunum fyri KÍ er vongurin skrásettur fyri ein Europa League-dyst.

Spurningurin er so, hvussu stórur styrkur hann verður fyri KÍ. Næsta uppgáva hjá KÍ eru tveir dystir í fyrsta undanumfari í Uefa Champions Leauge. Mótstøðuliðið er Differdange 03 úr Luksemburg. Heimadysturin verður 10. juli klokkan 19 og útidysturin 17. juli.

Atgongumerkjasølan til dystin Djúpumýru byrjaði í gjár

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2024

47 Leygardagur 06. juli 2024

Jakob Johansson givin í HB

Samstarvið millum partarnar er endað

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað bleiv til 18 dystir og seks mál í HB fyri Jakob Johansson.

Felagið boðaði í vikuni frá, at samstarið millum partarnar er endað, og tað "í sátt og semju", sum tey orða seg hjá HB.

Fyrrverandi danski ungdómslandsliðsspælarin kom til felagið undan hesum kappingarárinum. 25 ára gamli áleyparin hevur drúgvar royndir úr donsku 1. deild, og hevur eisini spælt nakrar dystir í Superliguni.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2024

48 Leygardagur 06. juli 2024

Hoseth gjørt fyrsta keypið

B36 hevur gjørt sáttmála við 24 ára gamlan norðmann. Hann verður við í ferðalagnum sum mánakvøldið fer til Lettlands

(Mynd: B36)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fabian Østigård Ness hevur í vikuni skrivað undir sáttmála við B36. Avtalan er galdandi fyri hetta kappingarárið, boðar felagið frá.

24 ára gamli norðmaðurin kemur úr IK Start, sum spælir í norsku OBOS-liguni, sum er næstbesta deildin. Árini 2018 til 2022 spældi hann fyri Grorud, sum eisini var í næstbestu deildini.

Hann hevur samanlagt spælt 119 dystir í OBOS-ligaini. 13 teirra hevur hann spælt í ár.

Um nýggja spælaran sigur B36, at hann fyri tað mesta spælt sum vinstri bakkur, men hevur eisini roynst væl sum vongspælari.

Fabian Østigård Ness verður við í ferðalagnum, sum mánakvøldið fer til Lettlands at spæla í Conference League, sigur B36.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2024

49 Leygardagur 06. juli 2024

EB/Streymur hevur funnið avloysaran hjá Robert Marcus

Mathias Blårud er royndur miðvallari. 29-ára gamli norðmaðurin hevur millum annað útvið 200 dystir í næstbestu norsku deildini og nakrar í tí bestu. Seinast hevur Blårud spælt í triðbestu deildini í heimlandinum

Síðstu árini hevur Blårud spælt í triðbestu norsku deildini - við Ullensaker/Kisa. Har hevur hann verið liðformaður í seinastuni. Hann hevur eisini umboðað Strømmen, Sogndal og Vålerenga
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

EB/Streymur hevur í fyrru hálvu leigað Robert Marcus frá Helsingør úr næstbestu donsku deildini. Hann hevur verið fastur maður, og í tíðarskeiðum roynst væl - serliga við bóltinum.

Leigusáttálin millum EB/Streym og Marcus gekk út sunnudagin, og ungi danin fer nú aftur til Helsingør. Nú er greitt, hvør avloysarin verður.

Talan er um 29-ára gamla miðvallaran Mathias Blårud. EB/Streymur kunngjørdi norðmannin fyri lítlari løtu síðani.

- Mathias er 29 ár og hevur leikt nógvar dystir í norskum fótbólti. Hann hevur leikt 187 dystir í OBOS liguni, sum er tann næstbesta deildin í Norra. Eisini kann nevnast, at hann hevur leikt 15 dystir í bestu norsku deildini, skrivar EB/Streymur.

Síðstu árini hevur Blårud tó spælt í triðbestu norsku deildini - við Ullensaker/Kisa. Har hevur hann verið liðformaður í seinastuni. Hann hevur eisini umboðað Strømmen, Sogndal og Vålerenga - síðstnevnda sum ungur spælari og tíðina í Eliteseriuni í 2013 og 2014.

Talan er um ein meira fysisikan, verjukendan og royndan útlendskan miðvallara enn tann undanfarna, og kann hetta kanska gera góðan mun fyri EB/Streym í botnstríðnum.

EB/Streymur er á 9. plássi við sjey stigum og spælir í dag í móti aftasta liðnum ÍF. Trý stig eru upp til strikuna. Mathias Blårud verður tøkur til hendan týðandi dystin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2024

50 Leygardagur 06. juli 2024

Føroyar vunnu eftir javnan dyst í Japan

Føroyska liðið var serliga omaná seint í 1. hálvleiki og eftir steðgin í Tokyo í einum dysti, sum var merktur av, at tað er 1. juli, og at nógvar útskiftingar vóru gjørdar

Rói Ellefsen á Skipagøtu byrjaði inni í Tokyo, har Føroyar vunnu við einum máli í einum heldur serstøkum venjingardysti (Savnsmynd: Sverri Egholm - frá U21 HM-dysti móti júst Japan í fjør)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Talan var um ein heldur órýtmiskan venjingardyst í Tokyo mánadagin. Antonio Carlos Ortega hevur fyri kortum savnað japanska liðið, sum nú fyrireikar seg til OL í Paris. Í hesum sambandi vildu japanar hava tveir venjingardystir móti Føroyum á skrá.

Føroyska spælið var í fyrsta dystinum merkt av, at nógvir ikki hava spælt dyst í nógvar vikur - fleiri ikki síðani landsdystirnar í mai - og at nógvar broytingar vórðu gjørdar gjøgnum dystin.

Størsta partin av fyrra hálvleiki koyrdi álopsspælið ikki væl. Ov nógvar tekniskar villur vóru, og ágangandi japanska verjuspælið órógvaði. Talið av heilt stórum brendum møguleikum (3) var eisini við at gera, at Føroyar ikki vóru frammanfyri við meira enn einum í steðginum. Eina løtu var Japan á veg avstað eisini.

Móti endanum av hálvleikinum gekk betri, og restina av dystinum - tá Føroyar vóru fullmannaðar - var so at siga eingin trupulleiki við at spæla seg til fríar málmøguleikar. Hyggjuráðini vóru serliga 7 ímóti 6. Í byrjanini av 2. hálvleiki vóru tað bert fleiri bjargingar frá japanska málverjanum - og nøkur ivasom føroysk skot - ið gjørdu, at munurin ikki gjørdist størri.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu byrjaði ikki inni, men eftir at hann fór at spæla meira, fleyt føroyska spælið betri. Eisini gjørdi nummar 71 í løtum góðan mun sum "eitt'ari" (Savnsmynd: Sverri Egholm - frá U21 HM-dystinum millum Føroyar og Japan í fjør)

Tað hjálpti eyðsæð væl, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu kom á vøllin nakað áðrenn steðgin. Hann stjórnaði væl føroyska yvirtalsspælinum, og Ortega - ið eisini er venjari hjá Barcelona - staðfesti eftir dystin, at Føroyar vóru omaná í yvirtals- og undirtalsspæli, og at hetta var stóri munurin.

Elias endaði sum føroyskur toppskjútti við sjey málum, men Allan Norðberg vísti seg væl fram á høgra vongi við seks málum uppá sjey skot. Strandingurin úr Vali var við aftur á landsliðnum - tað var Rói Berg Hansen hinumegin eisini. Hann segði í síðsta mánaði BlaðnumVikuskifti frá, hvussu hann hevur stríðst við millum annað strongd í ár. Rói spældi 2. hálvleik, og júst vengurnir fingu heilt fitt av plássi í dag. Bjarni í Selvindi og Jónas Gunnarsson Djurhuus spældi sínari fyrstu landsliðsminuttir í eina tíð og fingu hvør sítt mál.

Føroyska verjan fekk í løtum í 2. hálvleik veruliga bilbukt við japanska álopsspælið. Hetta við 5-1 verju, har Elias á Skipagøtu var fremstur og órógvaði. Hann fiskaði nakrar bóltar, har so Føroyar revsaðu við kontramáli. Í fleiri førum eydnaðist eisini føroysku verjuni at órógva so mikið nógv, at japanar spældu bóltin útav ella gjørdu álopssfeil. Teir spældu skjótt - onkuntíð ov skjótt til at góðskan fylgdi við.

[object Object]
Ein av teimum, sum ikki var við móti Norðurmakedónia, men sum spældi í Tokyo í dag: Rói Berg Hansen. Her undir EM-endaspælinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Nicholas Satchwell hevði eisini nakrar góðar bjargingar tíðiliga í 2.hálvleiki, og eina góða løtu í 2. hálvleiki høvdu Føroyar av álvara tamarhald á, har munurin lá rímiliga støðugt um fýra mál. So fóru okkara at brenna eitt sindur, og tríggjar útvísingar innan ein minutt - millum annað til Kjartan Johansen og Elias á Skipagøtu í somu støðu - gjørdu tað meira spennandi. Sum heild vóru nakrar ivasamar dómaraavgerðir.

Vilhelm Poulsen, ið annars ikki spældi sín besta landsdyst, tók tó stóra ábyrgd í stóra undirtalinum. Hann smekkaði eitt langskot í málið, tá Føroyar vóru fýra mans í álopi, og armurin var uppi, og í verjustøðu fiskaði hann snilt ein bólt og so at siga avgjørdi dystin. Japan kom ikki á minus eitt, fyrrenn smá 10 sekund vóru eftir.

Ein heldur óruddiligir og serstakir landsdystur men ein fínur venjignardystur, har japanar gjørdu nógv burturúr rundanum dystin og bjóðaðu Føroyum av á vøllinum. Føroyska liðið, ið millum annað er uttan Óla Mittún og Hákun West av Teigum, var tó samanlagt betri, og teir flestu fingu roynt seg í rímiliga nógvar minuttir. Liðini spæla aftur mikudagin, og tá fara spælararar, ið ikki spældu so nógv í dag, helst at spæla meira. 

Venjingardystur
Tokyo, 1. juli
Japan  - Føroyar 29-30 (13-14)

Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 (4)
Allan Norðberg 7
Leivur Mortensen 3
Vilhelm Poulsen 3
Teis Horn Rasmussen 3
Kjartan Johansen 2
Rói Berg Hansen 2
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Jónas Gunnarsson Djurhuus 1
Bjarni í Selvindi 1

Bjargingar:
Nicholas Satchwell 7 (1)
Pauli Jacobsen 4

Útvísingar:
Føroyar: 6
Japan: 4

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2024

51 Leygardagur 06. juli 2024

Taptu greitt í seinna dystinum í Tokyo

Japanar vóru væl neyvari og vunnu 31-25. Føroyar spældu á ymiskan hátt - og við nógvum ymiskum spælarum - gjøgnum dystin

Føroyska liðið undan dystinum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Føroyar vunnu fyrra venjingardystin móti Japan mánadagin, har føroyska liðið so líðandi tók yvir. Mikudagin fekk Japan yvirtakið, sum fyrri hálvleikur leið, og Føroyar komu ongantíð heilt nær aftur.

Føroyska spælið - við Bjarna í Selvindi, Jónasi Gunnarson Djurhuus og Kjartani Johansen - koyrdi sum so væl fyrstu áleið tjúgu minuttirnar. Ov nógv brend skot vóru tó, og tað var ein trupulleiki gjøgnum dystin. Í mun til undanfarnar landsdystir, høvdu føroyingar heldur fleiri langskot, men tey sótu ikki heilt, og hóast Bjarni í Selvindi hevði fleri fínar atgerðir, so varð tað ikki dagurin hjá unga bakkinum.

Eftir at Jónas fór út, bliev spælið meira striltið, og Føroyar brendu eisini nøkur skot av vongplássunum stutt fyri hálvleik. Hetta gjørdi, at Japan fór frá og var á odda við fýra í steðginum. Verja og Pauli Jacobsen høvdu annars fleiri góðar støður í 1. hálvleiki, men tað var eisini trupult at hava við kviku japansku spælararnar at gera.

Kosuke Yashuira úr RK Vardar Skopje (hevur verið leigaður úr Wisla Plock), strikuspælarin Shuichi Yoshida úr Nantes og Naoki Fujisaka - javnsettur U21 HM-toppskjútti saman við Eliasi á Skipagøtu í fjør - góvu føroyingum høvuðbrýggj. Og so var tað Nakamura í málinum, sum í 2. hálvleiki helt fram; serliga í mun til vongskotini.

Føroyar spældu annars 7 ímóti 6 og fingu nógvar fríar støður. Toppskjúttin Allan Norðberg, Rói Berg Hansen og Leivur Mortensen skoraðu eisini fleiri góð mál, men brendu samanlagt heldur nógv. Í verjupartinum varð roynt við 5-1, men tað eydnaðist ikki nóg væl at tálma teimum á heimaliðnum, sum vóru neyvari enn teir hjá Føroyum.

Teir skulu til OL skjótt og spældu við eitt sindur meira eldi í eygunum og í størri mun føstum liði gjøgnumgangandi. Peter Bredsdorff-Larsen skifti nógv, og eina løtu í fyrra hálvleiki spældu Føroyar so at siga uttan nakran, ið annars er fastur. Hetta var tá, Teis Horn Rasmussen var farin út at hvíla. Tá var Leivur Mortensen ikki komin inn á vongin, Vilhelm Poulsen spældi als ikki, Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt bert brotskøst í 1. hálvleiki, og Hákun West av Teigum og Óli Mittún vóru ikki við í Japan.

Útvísingar gjørdu eisini sítt til. Føroyar fingu allar seks í dystinum - nakrar fyri kjaftaslit. Dómaralinjan kann lýasast sum ivasom

Ein minni rýtmiskur dystur hjá Føroyum enn tann fyrri, men sum heild tveir fínir venjingardystir áðrenn EM-undankappingin byrjar í november.

[object Object]
Felagsmynd eftir seinasta bríksl. Japanar skulu skjótt til OL - føroyingar fara í summarfrítíð (Mynd: Honsbóltssamband Føroya)

Venjingardystur
Tokyo, mikudagin 03. juli

Japan – Føroyar 31-25 (14-10)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Allan Norðberg 7 (1)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 4 (2)
Teis Horn Rasmussen 4
Leivur Mortensen 3
Kjartan Johansen 2
Rói Berg Hansen 2
Pauli Mittún 1
Helgi Hildarson Hoydal 1
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 6 bjargingar ( spældi 35 minuttir)
Nicholas Satchwell 4 bjargingar (25 minuttir )

Útvísingar:
Føroyar: 6

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2024

52 Leygardagur 06. juli 2024

U16-kvinnur: Endaðu á nítjanda plássi

Hóast Føroyar endaðu nummar 19 av 20 liðum í kappingini, so hava Føroyar verið væl við í flestu dystunum og tapini ikki verið stór

(Mynd: HSF)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroysku U16-kvinnurnar vunnu gjáramorgunin ein sera greiðan 31-16 sigur á Kypros, eftir hálvleiksstøðuna 12-6. Føroyar blivu við hesum nummar 19 av teimum 20 luttakandi liðunum í European Open.

Kypros var eyðsýnt veikasta liðið í kappingini og settu Føroyar seg á dystin frá byrjan. Verjan stóð væl og komu okkara til góðar kjansir í álopinum so at siga hvørja ferð. Tað órógvaði eitt sindur at Kypros mansvardi Amiliu Agnarsdóttir Joensen frá byrjan, men føroysku genturnar funnu seg so líðandi til rættis við hesum og tí plássinum sum bleiv. Til tíðir vóru heldur nógvar villur og misnýttir málmøguleikar, men Kypros var ongantíð nær við at koma inn aftur í dystin. Dystarmyndin var nakað tann sama í seinna hálvleiki..

Hóast Føroyar endaðu nummar 19 av 20 liðum í kappingini, so hava Føroyar verið væl við í flestu dystunum og tapini ikki verið stór. Amilia Agnarsdóttir Joensen hevði eina frálíka kapping, og verður hon sannlíkt topskjútti í kappingini við sínum 64 málum í 8 dystum.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Amilia Agnarsdóttir Joensen 8
Anna Katrina Poulsen 6
Bjørk Mariusardóttir 5
Vár Mortansdóttir 4
Halla Haldansen 3
Emily Andresen 2
Anna á Borg 1
Arina Wang 1
Lý Magnussen 1

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 05. juli 2024

53 Leygardagur 06. juli 2024

Tórshavn Open – tvey føroysk met og útlendsk vitjan

Væleydnað svimjikapping í Gundadali farna vikuskiftið hóast feriutíð

 
SkrivaÐ:

Innsent

Farna vikuskiftið skipaði Havnar Svimjifelag fyri kappingini Tórshavn Open í Svimjihøllini í Gundadali. Undirtøkan var góð, hóast summarfrítíðin er byrjað fyri mong. Fuglafjarðar Svimjifelag, Ægir, UKS SMS Galicja Krakow og Havnar Svimjifelag luttóku.

14 svimjarar og tríggir venjarar úr Polandi komu til kappingina – og heiðursmerki og steyp vóru at vinna. Hetta gjørdi kappingina serliga spennandi, og tað vóru nógvir svimjarar, sum svumu sera skjótt.

Liðkappingina 4x200 metrar frí hjá kvinnum vann Fuglafjarðar Svimjifelag við tíðini 9.30,34. Jóhanna Ólavsdóttir, Birita Vesturtún, Margit Højbro og Siðrið Vesturtún struku avsta við flotta steypinum. Havnar Svimjifelag vann silvur og bronsu.

Liðkappingina 4x200 metrar frí hjá monnum vann Havnar Svimjifelag við framúr tíðini 7.40,27, og sostatt tóku teir eitt 13 ára gamalt met frá Susvim – 7.54,64 – altso við heili 14,37 sekundum! Tað vóru Isak Brisenfeldt, Oddvaldur Leivsson, Silas Dam Lindberg og Bartal Eidesgaard, sum tóku metið og fingu steypið, sum fer at pynta í Svimjihøllini í Gundadali. Polendingarnir vunnu silvur og eitt HS- lið van bronsu.

Annað met varð eisini tikið í 4x100 metrar blandað. Tíðin var: 3.55,14. Gamla metið á 3.56.04 átti Havnar Svimjifelag, men tað var frá 2012, og var sostatt 12 ára gamalt.

Tað eru Oddvaldur Leivsson, Bartal Eidesgaard, Áki Eliassen og Isak Brisenfeldt sum eiga metið nú. Tó fóru polendingarnir avstað við gullinum og HS dreingir við bronsuni.

Kappingarnar gingu væl við sera mongum góðum tíðum. Nógv kláraðu nálatíðir eisini. Bæði í tøkniliga og í dómarapartinum gekst sera væl. Mong hjálparfólk skulu til, fyri at fáa kappingina at ganga, men hesaferð spentu øll seg serliga út og gjørdu sítt til, at til bar at hava hesa kappingina, hóast feriutíð er.

Polsku gestirnir hava búð privat hjá svimjarum hjá Havnar Svimjifelag. Teir fara av landinum í dag. Teir hava verið útferð og upplivað land okkara í nakrar dagar, umframt vant saman við HS. Annars ganga hesi í svimjiskúla í Krakow. Tey venja ómetaliga nógv, og skúlin er skipaður soleiðis, at til ber at venja nógv.

Robert Brus, Monika Boruch og Lukasz Balicki eru venjarar í skúlanum. Robert Brus er ikki hvørsumhelst. Hann var høvuðsvenjari til OL í Tokyo í 2021.

Høvuðsvenjarin hjá Havnar Svimjifelag, Maciek Hampel hevur tikið stig til polsku vitjanina. Í oktober fara 14 svimjarar og tríggir venjarar úr Havnar Svimjifelag til Krakow at vitja og at kappast.

[object Object]Føroyskir og polskir venjarar. Frá vinstru Robert Brus, Monika Boruch, Maciek Hampel (HS), Fríði Dam Lindberg (HS) og Lukasz Balicki



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2024

54 Leygardagur 06. juli 2024

Palli Henriksen vann Hilton Garden Inn Open

Farna vikuskiftið skipaði Tórshavnar Golffelag fyri golfkapping yvir tveir dagar á breytini á Glyvursnesi

Bjarne Jørgensen, Palli Henriksen og Óskar Eiríkson
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Farna vikuskiftið skipaði Tórshavnar Golffelag fyri golfkapping yvir tveir dagar á breytini á Glyvursnesi.

Talan var um kappingina Hilton Garden Inn Open, ið var skipað sum ein sokallað stablefordkapping við 75 prosent handicap. Spæld vóru 36 hol yvir tveir dagar.

Palli Henriksen gjørdist vinnari av kappingini við 61 stigum, sama stigatal sum Bjarne Jørgensen, sum endaði á øðrum plássi hóast hann hevði sama stigatal. Tá tað stendur á jøvnum í slíkum kappingum, er tað spælarin við lægri handicappi, sum vinnur.

Nummar trý gjørdist Óskar Eiríkson við 60 stigum.

Skipað var eisini fyri eini kapping fyri seniorar, sum spældu 9 hol hvønn dagin. Her vann Janus Norðberg framman fyri Páll Kjærbo og Kaj Anthoniussen.

Eisini varð kappast um hvør lá nærmast teimum báðum par-3 holunum hesar dagarnar. Leygardagin vunnu Emil Jakobsen og Palli Henriksen. Sunnudagin vóru tað Rógvi Mikkelsen og Janus Norðberg.

Næsta kappingin á Glyvursnesi verður eisini ein opin kapping, t.v.s. at eisini golfspælarar, sum ikki eru limir í Tórshavnar Golffelag kunnu vera við. Taðan er um Føroya Banka Open, sum verður hildin leygardagin 27. juli.

[object Object]Kaj Anthoniussen, Janus Norðberg og Páll Kjærbo

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. juli 2024

55 Leygardagur 06. juli 2024

Bridge: Símun Lassaberg loypti hvøkk á teir bestu

Í bridge er hetta sera óvanlig støða: Longu eftir tvey meld at krevja øll trettan stikkini og eisini fáa tey

Símun Lassaberg (uttan til høgru) loypti hvønn á við sínum meldi. Makkarin, Arne Mikkelsen, situr yvir av honum
SkrivaÐ:

Innsent

Ja, tað ber til í bridge at loypa hvøkk á hinar spælararnar og á serfrøðingarnar.

Í EM í bridge verður tað gjørt við einum meldi, sum eingin annar meldar og sum er tað allar besta, sum kann meldast.

Júst hetta gjørdi Sìmun Lassaberg í dysti móti Fraklandi í EM-kappingini í Herning týsdagin.

Í bridge ræður um at melda, hvussu nógv stikk ein ætlar sær, og so taka tey. Símun Lassaberg hugdi eftir sínum trettan kortum, og longu í øðrum meldi dugdi Símun – sum tann einasti – at lesa kortini so væl, at hann meldaði, at hann skuldi hava øll trettan stikkini við kleyvara sum trumfi.

Fyri bridgespælarar er hetta sera óvanlig støða: longu eftir tvey meld at krevja øll trettan stikkini og eisini fáa tey.

Serfrøðingarnir, sum skrivaðu um bridge fingu ein hvøkk og funnu stóru orðini fram:

- Hetta spælið, sum Lassaberg meldaði, minnir meg um framúrskarandi filmstónleikin hjá Elmer Bernstein til hin kenda ”westernfilmin”, serliga overtúruna, sum reisir seg dramatiskt til eitt klimaks, skrivaði blaðstjórin á bridgeblaðnum á staðnum.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. juli 2024

56 Leygardagur 06. juli 2024

Ólavsøkukappríðingin verður aftur í ár í Marknagili

Óvissa hevur valdað um kappríðingina á ólavsøku, sum fyrstu ferð var í 1921. Ein nøktandi loysn verður mett at vera funnin hóast nýggi innkomuvegurin órógvar

(Mynd: Føroya Ríðingarfelag)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað hevur valdað stór óvissa um hvussu fór at vera við kappríðingini á ólavsøku í ár. Kappríðing var fyrstu ferð á ólavsøku í 1921 og aftaná ein lítlan steðg hevur hon verið fast hvørt ár síðani 1936. Vegna nýggja innkomuvegin í Marknagili, hevur tó verið óvist um hvussu fór at vera í ár.

Nú meinar nevndin í Føroya Ríðingarfelag tó at at hava funnið eina nøktandi loysn, tað er ikki ein optimal loysn, men felagið vil leggja nógv fyri, at røðin av kappríðingum ikki skal vera brotin. 

Tí hevur felagið við góðari hjálp frá Articon, Tórshavnar Kommunu og Berghestum gjørt eina ætlan, so ríðast kann í Marknagili aftur í ár. Ætlanin er at venda breytina og sostatt ríða øðvugtan veg. Hetta viðførir nakrar avjóðingar við áskoðarum, parkering o.a. Men vónin hjá felagnum er at hetta kemur at ávirka sum minst. 

Nógv fólk hava sum fastan sið at byrja ólavsøkudag við kappríðing, tí metir Føroya Ríðingarfelag at tað er neyðugt at finna loysnir, so ríðast kann í Marknagili. Hetta er kanska serliga átrokandi nú so nógvir aðrar ítróttargreinar eru givnar at hava kappingar á ólavsøku.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2024

57 Leygardagur 06. juli 2024

Nú er Cavendish veruliga søguligur

Manoyingurin, sum byrjaði á Oyggjaleikum er nú mest vinnandi í Tour de France

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

39 ára gamli súkklarin, Mark Cavendish, kom fyrstur á mál í einum hópspurti, tá fimti teinur í ársins stóru súkklukapping í Frakland mikudagin varð súkklaður við máli í býnum Saint-Vulbas har eysturi í Suðurfraklandi.

Tað at Mark Cavendish vinnur ein hópspurt er ikki óvanligt. Tí hetta var hansara sigur nummar 35, og harvið er hann nú tann súkklarin, sum hevur vunnið flest teinar.

Í 2021 vann stóri súkklarin av Manoy sín sigur nummar 34 og gjørdist harvið javnur við legendariska belgiska súkklaran, Eddy Merckx. Síðan tá hevur hann roynt at fingið sigur nummar 35 eisini, og nú eydnaðist tað.

Tað var hetta, sum var málið hjá ótroyttiliga súkklaranum, og eisini liði hansara, sum nú er Astana Qazaqstan Team.

Viðmerkjarar høvdu annars ongar vónir, um at Cavendish skuldi fara at klára tað. Tá Tour de France kappingin byrjaði í Firenze í italska Toscana landslutinum leygardagin sá tað ikki gott út hjá honum.

[object Object]
(Mynd: EPA)

Mark Cavendish var illa fyri, og longu í fyrstu brekkuni megnaði hann ikki at fylgja við. Hann hevur tó nakrar trúfastar liðfelagar, sum hjálptu honum allan vegin á mál, eitt nú við at køla hann niður við at sproyta við vatni úr drekkifløskum. Tað vísti seg, at tað helst var hitaslag, sum hevði rakt Cavendish henda dagin í Italia. At hann var sera illa fyri sást eisini á sjónvarpsmyndunum, tí hann sást spýggja meðan hann var á veg oman eina brekku á súkkluni.

Cavendish kom á mál í Rimini næstan 40 minuttir eftir vinnaran. Honum í fylgi vóru fýra liðfelagar.

[object Object]
Cafendish hevði familjuna við upp á sigurspallin (Mynd: EPA)

Byrjaði á oyggjaleikum

Mark Cavendish, sum er føddur og uppvaksin á Manoy í Írska Havinum var oyggjaleikasúkklari áðrenn hann gjørdist professionellur.

Í 2003 var hann við á oyggjaleikunum í Guernsey, har hann kappaðist móti m.ø. Gunnari Dahl-Olsen, Eli Christiansen, Sverra Mohr Eivindsson og Boga Kristiansen, sum umboðaðu Føroyar.

Mark Cavendish vann kappingina í býarkoyring. Her gjørdist Gunnar Dahl-Olsen besti føroyingur á einum sætta plássi. Hesin sami Gunnar Dahl-Olsen vann bronsu í landavegskoyring. Teir bestu vóru tveir manoyingar, tó ikki Cavendish, sum ikki varð skrásettur fyri eina tíð, tí hann gavst.

Cavendish vann sín fyrsta Tour de France sigur í 2008. Hann hevur eisini vunnið 17 teinar í Giro d’Italia og tríggjar teinar í Vuelta España.

Í 2011 gjørdist hann heimsmeistari í landavegsskúkkling. 

Teir súkklarar, ið hava vunnið flest ferðir í Tour de France:

1. Mark Cavendish (Bretland) 35 (2008-2024)
2. Eddy Mercks (Belgia) 34 (1969-1975)
3. Bernard Hinault (Frakland) 28 (1978-1986)
4. André Leducq (Frakland) 25 (1927-1938)
5. Andr+e Darrigade (Frakland) 22 (1953-1964)

Næstur Mark Cavendish av teimum, sum eru við í Tour de France í ár, er Tadej Pogacar úr Slovenia við 12 sigrum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 04. juli 2024

58 Leygardagur 06. juli 2024

Bjarni Restorff in memoriam

Leikandi løttu tónarnir á klaverinum eru tagnaðir. Hvøssu – og samstundis skemtiligu viðmerkingarnar eru tagnaðar. Tuflurnar eru bókstaviliga settar í durinum fyri seinastu ferð. Okkara kórleiðari – okkara Bjarni er farin

 
SkrivaÐ:

Minningarorð / Tórshavnar Manskór

Leikandi løttu tónarnir á klaverinum eru tagnaðir. Hvøssu – og samstundis skemtiligu viðmerkingarnar eru tagnaðar. Tuflurnar eru bókstaviliga settar í durinum fyri seinastu ferð. Okkara kórleiðari – okkara Bjarni er farin.

Bretar hava eitt hugtak “Larger than life”. Hetta verður oftani sagt um persónar, ið eru áhugaverdir og hava nakað serligt yvir sær. Bjarni fylti nógv – bæði so og so, hevði hann helst sagt sjálvur – og tá Bjarni trein innar á pallin ella eitthvørt annað hølið og tók orðið, lurtaðu fólk. Tey lurtaðu, tí tey vistu, at her tosaði ein serstakiliga gávaður og vitugur maður.

Bjarni las tónleikavísind við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Fá ár innan hetta hevði hann tikið klaverið til sín sum høvuðsljóðføri, hóast hann eisini royndi seg á t.d. bassinum. Men klaverið var hansara – so at siga – og sum prestur segði við virðiligu jarðarferð hansara: “Bjarni megnaði at spæla mest sum alt frá blaðnum”. Jú, ein sera gávaður maður og tónleikari.

Og hetta upplivdu vit í manskórinum eisini, tá vit vitjaðu úti í heimi – og eisini í samstarvi við onnur manskór – og ella, tá onnur kór vitjaðu okkum í Føroyum. Hetta at, tá Bjarni setti seg við klaverið og – so segði hann – spældi sær á tangentunum – ja, tá gjørdist huglagið lætt millum sangararnar, tó at ein stór avbjóðing stóð okkum fyri framman at framføra manskórsang á líkinda støði soleiðis, at áhoyrarafjøldin fór nøgd aftur til húsa.

Bjarni var nevnliga eirindaleysur í at røkka hesum líkinda støði – røkka tí at geva áhoyrarunum eina jaliga uppliving. Og ikki er lætt at seta tal á allar framførslurnar, hann hevur havt við manskórinum – frá jólakonsertum til brúdleypssang til føðingardagssang til jarðarferðarsang. Ja, vit kundu hildið á.

Trupult er at taka dagar ímillum, hvør sangløta ella konsert hevur verið hæddarpunkt í søgu kórsins ella í tíð Bjarna sum kórleiðari. Kórið hevur tikið lut í kappingum uttanlands og vunnið heiðursmerki. Kórið hevur sungið í samstarvi við onnur dygdarkór sum t.d. Karlakór Reykjavíkur og Orphei Drängar – og Bjarni gjørdist heiðurslimur í svenska manskórinum Orphei Drängar fyri lítlum ári síðani.

Og vit kundu hildið áfram!

Vit hava nevnt framúr tónleikaligu eginleikar Bjarna, men sum kórlimur í Tórshavnar Manskóri merkti tú eisini hansara menniskjaligu eginleikar. Hann vísti áhuga í hvørjum einstøkum sangara. Hann hevði fyri at ringja og spyrja, hvussu gekst – og soleiðis gjørdist felagsskapurin meir enn felagssangur – hann gjørdist nærum felagslív.

Haraftrat legði Bjarni stóran dent á at fáa ungar sangarar við – og meir enn einaferð átók hann sær leiklutin sum mentor hjá dugnaligum ungum sangara ella tónleikara.

Í kórinum, sum nú telur umleið 60 sangarar, munnu einir 150-200 sangarar hava verið við gjøgnum hesi 38 árini, Bjarni hevði kórið síðani stovnan í 1986. Og Bjarni kendi allar sangararnar og rødd teirra – samstundis, sum hann sum nevnt omanfyri vísti áhuga fyri hvørjum einstøkum. Bjarni var stutt sagt samfesti kórsins.

Tórshavnar Manskór hevur mist sín leiðara! Men hetta kann ikki samanberast við tann miss, ið hansara kæru hava verið fyri.

Sagt verður, at við lið kvinnunar / mansins stendur lívsmakin! Poula hevur mist sín lívsmaka, Bjarna. Poula hevur satt at siga verið partur av manskórinum, tí hon rúmaði manskórinum sum einum parti av Bjarna. Og Gunnar hevur mist pápa sín, ið dugnaði honum so væl. Og abbabørnini hava mist skemtingarsama og hjálpsama abba – ið eggjaði teimum til tónleikin – og sum tað eisini sást við luttøku abbadøtranna í framførslu við strúkaraorkestri frá Tórshavnar Musikkskúla innan jarðarferð Bjarna abba.

Tórshavnar Manskór hevur mist sín leiðara. Og leiðin frameftir verður nakað leitandi, tó at kórið hevur havt frægan kórleiðara aftrat Bjarna sum Kára Bæk í fleiri ár. Og eftir, at sjúka forðaði fyrst Kára – og síðani Bjarna at leiða kórið, hava aðrir lyft arvin; nevnliga Jón Festirstein, Sámal Matras Kristiansen og Hanus Joensen.

Men kórið hevur mist sín kórleiðara! Kórið hevur mist sítt samfestið! Kórið hevur mist okkara Bjarna!

Men – í anda Bjarna royna vit at flyta manskórsang í Føroyum fram á leið!

Vit í Tórshavnar Manskóri drýpa høvur! Í takklæti drýpa vit høvur í djúpastu virðing fyri okkara Bjarna Restorff!

Tórshavnar Manskór

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. juli 2024