Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 04. Jan 2025 | Nr. 1 | Árgangur 6 | Kr. 0,00

Brynja Høj gevst helst at spæla hondbólt í 2025

SíÐa 39

1 Leygardagur 04. Jan 2025

Góðan lesihug og gott nýggjár

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Sambundin og pliktað

Vit eru komin inn í eitt nýtt ár, og ríkisins kosnu leiðarar hava havt høvi at fortelja okkum, hvat tey halda um tíðina vit liva í, og um tíðina, sum kemur.

Okkara løgmaður brúkti stóran part av síni talutíð gamlaárskvøld til at fortelja hvussu gott og trygt tað var at vaksa upp í Víkunum í mun til tær avbjóðingar, sum børn og ung hava í dag.

Undarligt at brúka eina nýggjáarsrøðu til at fortelja undirsáttunum hvussu tað var í Klaksvík í sjeytiárunum. At vaksa upp í Klaksvík kann ikki hava verið so nógv øðrvísi enn alla aðra staðni í Føroyum um tað mundið.

Sama við áganginum, sum børn og ung kunnu møta á netinum. Hví skuldi nýggjársrøðan brúkast til at lýsa hvat tað snýr seg um? Heldur løgmaður ikki, at øll foreldur vita tað?

Mest undarliga við røðu løgmans var tó, at hann valdi at senda eina áheitan beinleiðis til teir føroyingar, ið eru farnir av landinum at nema sær kunnleika og royndir og ikki eru heimafturvendir enn. “Komið heimaftur... verið við til at mynda Føroyar” segði løgmaður við bønandi eygum starandi beint út í stovurnar.

Tað munnu vera teir fægstu føroyingarnir, ið fara burtur at lesa, sum ikki gera tað við eini ætlan um at venda heimaftur fyri at gera sína ávirkan galdandi. Summi velja ikki at gera tað. Tí lívið og tilvildin vilja tað øðrvísi.

Men fyrsta treyt fyri at venda heim aftur, er at hava nakað at venda heim aftur til. Og tað eru so at siga einans politikararnir, ið kunnu menna Føroyar til eitt betri land at liva í.

Løgmaður og hinir politikararnir vita hvat krevst. Farið í gongd og brúka heldur nýggjárarøðuna til at geva okkum vónir um, at hald er í ætlanunum og lyftunum um at gera Føroyar til heimsins besta land at búgva og vaksa upp í. Og latið so professionell fólk um at gera kampanjurnar fyri at sannføra lesandi ungdómin um at venda heimaftur. Tað nýtist løgmaður ikki at gera í eini nýggjársrøðu.

Serliga ikki tá hann júst hevur hartað eitt nú miðlunum fyri at hava “tosað Exit Føroyar ígongd”.

Merkisvert og sigandi er tað, at nýggjársrøðan hesaferð als ikki snúði seg um Danmark. Einastu ferð Danmark varð nevnt, var sum landið, sum kappast við okkum um ungdómin.

Heldur ikki ‘ríkisfelagsskapurin’, ‘loysing’, ‘fullveldi’ ella ‘sjálvbjargni’ vóru tikin upp á tungu. Hinvegin hevði røðan eitt ávíst altjóða flog, har løgmaður harmaðist um ófriðin í heiminum og staðfesti, at vit eru partur av Nato. Og saman við teimum londunum ‘stríðast fyri tí, vit trúgva uppá og halda vera rætt’. Men ikki eitt orð um fiskivinnuavtalu við Putin, sum sambært partakvinnuni hjá løgmanni í Danmark, statsministaranum, er vesturheimsins fíggindi #1.

Og hennara nýggjársheilsan snúði seg mestsum einans um russisku hóttanina. Um at ágangurin og yvirgangurin úr Moskva ikki fer at støðga hóast friður kemur í lag við Ukraina. Og tí skulu nógv meira pengar í framtíðini brúkast til at verja okkum móti russiskum ágangi og hjálpa teimum londum, sum russar gera seg inn á.

Statsministarin nevndi heldur ikki ríkisfelagsskapin í síni røðu. Gleddist einans um at samstarvið millum londini í felagsskapinum er styrkt.

Og grønlendski landsstýrisformaðurin nevndi heldur ikki ríkisfelagsskapin. Hjá honum snýr tað seg um at gera upp við haftið frá hjálandatíðini, sum grønlendingar framvegis kenna seg bundnar av, og tí ynskja at sleppa víðari, uttan Danmark.

Kongur hinvegin, sum ongin av ríkisins stjórnarleiðarum nevndi á í síni nýggjársrøðu, nevndi heldur ikki ríkisfelagsskapin. Men hann talaði um at vit eru sambundin og pliktað í felagsskapinum, og at hetta eisini er galdandi fyri okkum, ‘tí vit hoyra saman’. Men hann segði okkum ikki hvussu tað skuldi skiljast, og gott tað sama. 

SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 1856

    Lisnar síður: 8232

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 04. Jan 2025

Syrgiligur dagur hjá Smyril Line

Hóast lívbjargandi viðgerð andaðist ein av teimum trimum, sum vóru í maskinrúminum tá ein spreingingin hendi umborð á farmaskipinum Glyvursnes. Manningin er flutt av skipinum og fær kreppuhjálp

(Savnsmynd: Smyril Line)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eldurin umborð á Glyvursnesi eftir eina spreinging hóskvøldið, varð sløktur út móti midnátt.

Tríggir av manningini vóru í maskinrúminum, tá spreingingin hendi, og hóast lívbjargandi viðgerð andaðist ein teirra. Avvarðandi hava fingið boð, segði Smyril Line í fráboðan seint hóskvøldið.

Hinir báðir báðir vórðu beinan vegin fluttir á sjúkrahús undir viðgerð fyri brunasár og roykeitran, annar teirra varð seinni fluttur til serdeild fyri brunasár á Ríkissjúkrahúsinum. Støðan hjá honum varð kritisk, varð sagt.

Manningin er flutt av skipinum og fær kreppuhjálp. Eisini avvarðandi fáa tilboð um kreppuhjálp.

- Hetta er ein syrgiligur dagur hjá øllum okkum í Smyril Line og okkara tankar eru hjá teimum avvarðandi, sigur reiðaríið.

Løgreglan í Norðurjútlandi upplýsir fyri miðlinum Nordjyske, at tann deyði er 34 ára gamal maður, og tann sum er komin illa til skaða, er ein 47 ára gamal maður. Báðir føroyingar.

Tann 47 ára gamli er fluttur á Ríkissjúkrahúsið har hann fær viðger fyri brunasár. Hann er lagdur í koma, veit miðilin.

Ein 19 ára gamal var eisini í maskinrúminum tá spreingingin hendi hendi, men hansara støða er stabil.

Maritima skaðanevndin skal nú kanna og staðfesta hvat er hent.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2025

3 Leygardagur 04. Jan 2025

Hafnia byggir út

Bygningur í fýra hæddum verður bygdur til matstovu- og fundarvirksemi

 
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Á Hotel Hafnia verða útbyggingar gjørdar næstu tíðina.

Arbeiðið at taka grannabygningin, har sum radiohandilin hjá Marstein húsaðist, niður, er byrjað. Sirri hevur húsast har og seinast hevur Rok.fo havt handil í bygninginum. Har skal nýggjur bygningur í fýra hæddum byggjast.

Tað sigur Tummas Justinussen, nevndarformaður í Hotel Hafnia, við in.fo.

Nýggi bygningurin skal nýtast til matstovuvirksemi og fundarvirksemi, og uppi á takinum verður takteressa.

Arbeiðið skal vera liðugt 1. mars næsta, sigur hann við in.fo.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2025

4 Leygardagur 04. Jan 2025

Hotel Hafnia besta úrslitið

Føroysku gistingarhúsini høvdu samanlagt 9,8 milliónir krónur i halli í 2023. Nira greinar feløgini í gistingarhúsvinnuni

(Mynd: Hotel Hafnia)
SkrivaÐ:

Birgir Nielsen, Nira

Føroysku gistingarhúsini høvdu samanlagt 9,8 milliónir krónur i halli í 2023. Pf. Hotel Hafnia hevði besta ársúrslitið, sum í 2023 var 8,5 milliónir krónur.

Øll hini feløgini í gistingarhúsvinnuni høvdu samanlagt heilar 21,5 milliónir krónur verri úrslit í 2023 sammett við í 2022. Lakasta úrslitið hevði Pf. Gist & Vist við einum halli upp á 12,7 milliónir krónur.

Samlað var ársúrlitið hjá teimum átta gistingarhúsfeløgunum, sum greiningin umfatar, eitt hall í 2023 á 9,8 milliónir krónur samanborið við eitt avlop á 7,4 milliónir avlopi í 2022.

Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur gjørt eina greining av roknskapunum hjá átta teimum størstu gistingarhús feløgunum, sum høvdu ein bruttovinning yvir eina mió.kr.

Stóru feløgini í gistingarhúsvinnuni eru Pf. Gist & Vist (Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn), Pf. Hotel Hafnia (Hotel Hafnia og Hotel Brandan) og Pf. Hotel Atlantic (Hilton Garden Inn). Hesi feløgini stóðu fyri 90 prosentum av samlaða bruttovinninginum hjá føroysku gisktingarhúsunum í 2023.

Vit skulu í hesi greiningini taka fyrivarni fyri, at okkurt av teimum smærru gistingarhúsfeløgunum hava annað virksemið eisini, sum kann ávirka tølini nakað hjá teimum.

Fall í bæði bruttovinningi og ársúrsliti í 2023
Feløgini handan gistingarhúsini almannakunngera ikki samlaðu søluna. Men bruttovinningurin er vanliga ein góð ábending um, hvussu gongdin hevur verið við søluni í árinum.

Aftaná tvey ár við vøkstri í bæði bruttovinningi og ársúrsliti í 2021 og 2022 vísir 2023 eitt fall í bæði bruttovinningi og ársúrsliti í gistingarhúsvinnuni, sum kanningin umfatar.

[object Object]

Samlaði bruttovinningurin í 2023 var 193,3 milliónir krónur móti 207,1 milliónum krónum. Minkingin er 6,6 prosent.

Samlaða ársúrslitið í 2023 var heili 17,7 milliónir krónur lægri enn í 2022.

Pf. Hotel Hafnia nógv besta úrslitið í 2023
Pf. Hotel Hafnia, sum er partur av Smyril Line samtakinum og eigur Hotel Hafnia og Hotel Brandan, hevði besta ársúrslit í 2023.

Ársúrslitið var 8,5 milliónir krónur, sum er ein tvífalding í mun til í 2022, tá ársúrslitið hjá Pf. Hotel Hafnia var 4,2 milliónir krónur.

[object Object]

Spf. Hotel Djurhuus hevði næstbesta ársúrslitið á 590.000 krónur.

Í hinum endanum hevði Pf. Gist & Vist eitt hall á 12,7 milliónir krónur í 2023. Í 2022 hevði Gist & Vist eitt avlop upp á 120.000 krónur.

Tað sum eisini er sermerkt við 2023 er, at øll gistingarhúsfeløgini, uttan Pf. Hotel Hafnia, høvdu eitt verri úrslit í 2023 enn í 2022. Ársúrslitini í 2023 hjá hesum sjey feløgunum vóru heilar 21,5 milliónir krónur verri enn í 2022.

Fíggjarstøðan hjá gistingarhúsfeløgunum í 2023 
Tað er stórur munur á fíggjarligu støddini og styrkini á fyritøkunum, sum eru við í hesi kanningini. Tey 3 størstu feløgini, sum í 2023 høvdu 90% av samlaða bruttovinninginum, hava eisini nógv ta størstu fíggjarstøðuna.

Nøkur av feløgunum sum td. Pf. Hotel Atlantic, Spf. Hotel Djurhuus og 62N Hotel leiga hotelbygningin frá øðrum feløgum. Tí mugu vit taka fyrivarni fyri hesum, tá vit vísa fíggjarstøðuna hjá gistingarhús feløgunum niðanfyri.

[object Object]

Størstu fíggjarstøðuna í 2023 hevði Pf. Gist & Vist, við 328,7 milliónum krónum

Gist & Vist hevði eina langfreistaða skuld á 220 milliónir og ein eginpening á 60,6 milliónir krónur.

Trygdarevnið var 18,4 prosent og likvitetsgradin var 110,5 prosent. Gjaldførið var tí rímiliga gott og serliga við tað at felagið hevið tøkan pening á 40 milliónir krónur við árskiftið 2023. 

Pf. Hotel Hafnia hevði í 2023 ein eginpening á 64,2 milliónir krónur, sum gevur eitt trygdarevni á 21,4 prosent.

Langfreistaða skuldin var 204,9 milliónir krónur.

Gjaldførið hjá Pf. Hotel Hafnia var gott í 2023. Likvitetsgradin var 159,4 prosent og tøki peningurin við árskiftið var 30 milliónir kronur.

Metingar um 2024
Tað er altið torført at meta um framtíðarútlitini hjá eini vinnu sum gistingarhúsvinnuni. Men ábendingar eru um, at árið 2024 hjá hotellunum møguliga kann gerast eitt sindur betur enn í 2023. Hagstova Føroya hevur í almennari greining boða frá, at samlaðu gistingarnar fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í 2024 vóru 11 prosent hægri enn somu tíð í 2023. Hvussu nógvar gistingarnar í fjórða ársfjóringini hava verið, vita vit heldur ikki enn.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2024

5

Størv

Stjóri til teknisku fyrisitingina í Tórshavnar kommunu

Meira Umsóknarfreist: 12. januar 2025

Starvsfólk til kundatænastuna

Meira Umsóknarfreist: 19. januar 2025

Spennandi starv innan sosiala og umhvørvis burðardygd

Meira Umsóknarfreist: 20. januar 2025

Gevur ringbúskapur meining fyri teg?

Meira Umsóknarfreist: 12. januar 2025

Skipanarábyrgdari av Virkinum

Meira Umsóknarfreist: 13. januar 2025

Administrative Coordinator at Atlantic Airways Aviation Academy

Meira Umsóknarfreist: 27. januar 2025

Fríyrkis flogternur og -tænarar til Atlantic Airways

Meira Umsóknarfreist: 31. januar 2025

Hevur tú hug at gerast politistur

Meira Umsóknarfreist: 12. januar 2025

Fyrisitingarligur samskipari til Atlantic Airways Aviation Academy

Meira Umsóknarfreist: 27. januar 2025

KT-stjóri til Føroya Tele

Meira Umsóknarfreist: 12. januar 2025

Starvsfólk til Sandoyar Barnaverndartænastu

Meira Umsóknarfreist: 15. januar 2025

Direktör för Nordisk Kulturfond i Köpenhamn

Meira Umsóknarfreist: 26. januar 2025
6 Leygardagur 04. Jan 2025

Góðu útisetar: - Komið heim aftur

Løgmaður hevði eina staðiliga áheitan í nýggjársrøðu síni. Ynski er um, at tey ungu skulu hava eitt veruligt lestrarumhvørvi - eitt Oyrasund í Føroyum. Aksel V. Johannesen heldur, at "Exit Føroyar" ikki skal tosast í gongd

Aksel V. Johannesen nýtti hondbóltslandsliðini sum fyrimyndir í nýggjársrøðu sínari: - Tað, sum okkara hondbóltskvinnur og -menn í ár hava mint okkum á, er, at vit ongantíð mugu gevast, hóast mótstøðan tykist sterk. Vit mugu altíð stríðast fyri tí, sum hevur týdning, helt hann fyri (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Vit eru partur av heiminum. Heimurin er partur av Føroyum.

Aksel V. Johannesen hevði tær stóru linjurnar frammi í løgmansrøðu sínari gamlaárskvøld. Men áðrenn løgmaðurin og formaðurin í Javnaðarflokkinum fór at tosa um heimsstøðuna, sum tíverri sær ótrygg út, og at vísa á hvussu Føroyar eru vornar ein virkin partur av heimssamfelagnum, so kom hann eisini við staðiligari áheitan á føroyskar útisetar:

- Góðu útisetar - komið heim aftur, brótið upp um armar og verið við til at mynda Føroyar.

Hetta var tíðliga í røðini, eftir at løgmaður hevði nýtt hondbóltslandsliðini hjá kvinnum og monnum, sum bæði hava fingið stig í EM-endaspølum, í ár sum dømi um, hvat ber til: Hóast man er ímóti størri og sterkari mótsstøðu.

- Vilja vit hava samfelagið øðrvísi, ja, so er bara ein máti: vit mugu vera her og broyta tað. Ella koma heim aftur og broyta tað. Og tað er altso nógv lættari at fáa ávirkan í Føroyum enn aðrastaðni. Ert tú ein av 55.000, hevur tú nógv størri ávirkan, enn tá ið tú ert ein av fleiri milliónum.

- Høvdu hondbóltsliðini bíðað eftir, at onnur skuldu slættað teimum vegin, høvdu Føroyar ikki nátt altjóða endaspølum í ár. Tað krevur áræði, vilja og hart arbeiði at vinna sær pláss. Eisini í politikki, vinnulívi og samfelagsviðurskiftum – og hjá tykkum ungu. 

Aksel V. Johannesen hevði eisini longu tá havt eina áheitan á miðlar - og á allar føroyingar - um ikki at "tosa eitt Exit Føryar í gongd". 

- Tí sannleikin er, at færri føroyingar eru fluttir av landinum í ár enn í fjør.  Avbjóðingin er, at fleiri av teimum, sum eru farin, ikki koma aftur. 

Tískil royndi løgmaður at nýta hetta høvi 31. desember 2024 at savna tjóðina og at ganga á odda við at tosa Føroyar upp.

- Vit eru ikki avbyrgdar ella tilafturskomnar - Tí í sjálvum sær eru Føroyar ikki á nakran ávísan hátt. Føroyar eru sum fólkini, ið búgva her. 

Hann viðgekk, at tað skal nakað til. Eitt serstakt umhvørvi varð nevnt: 

- Tað krevur, at tey ungu fáa eitt lestrarumhvørvi og onkustaðni at búgva – eitt Oyrasund í Føroyum. Tað krevur, at vit raðfesta ungdómin. Og tað krevur, at vit kunnu bjóða teimum, sum vilja flyta heim eftir loknan lestur, ein bústað.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2025

7 Leygardagur 04. Jan 2025

Løgmaður vil banna telefonum í fólkaskúlanum

Og rør framundir at seta aldursmark á sosialar miðlar. - Skíggin er hentur. Men hann er eisini ein vandi, staðfesti Aksel V. Johannesen í nýggjársrøðuni

- Børnini síggja alt tað góða, men eisini tað ónda. Alt tað, sum byggir upp, men eisini tað, sum brýtur niður. Tað djúpa – men eisini tað grunna. Tað sanna – og tað falska. Aksel Johannesen vísir á, at tað er ógvuliga ábært hjá børnum við telefon, alnót o.s.fr. Tí skulu tey verjast (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

- Fyri børn, sum í dag vaksa upp, víðkast heimurin ikki longur spakuliga. Nú er allur heimurin opin frá fyrstu løtu – beint við hondina. Skíggin er hentur. Men hann er eisini ein vandi. 

- Tí børnini síggja alt tað góða, men eisini tað ónda. Alt tað, sum byggir upp, men eisini tað, sum brýtur niður. Tað djúpa – men eisini tað grunna. Tað sanna – og tað falska. 

Og so hendan órógvin, sum forðar fyri friði í sinninum.

Tey síggja ósensureraðar og óhóskandi myndir.

Tey liva í allari verðini – heldur enn at liva í síni egnu verð. 

Tey fáa at vita, hvørji tey skulu vera – heldur enn spakuliga at varnast, hvørji tey eru.

Vit læra tey at ivast í øllum, tey hoyra og síggja, tí alt kann vera falskt. Einki er longur rætt. Einki er longur satt. 


Alt hetta eru linjur - í raðfylgju - úr nýggjársrøðu løgmans. Aksel V. Johannesen nýtti nakrar minuttir gamlárskvøld til at tosa um støðuna viðvíkjandi skíggja- og fartelefonsnýtslu hjá børnum og ungum.

Tað er nakað, ið órógvar løgmann. Hann vísti víðari á, at børn framhaldandi mugu hava møguleika at njóta frið og tryggleika - eins og fyrr. Og at tað kann vera ógvuliga skaðiligt at verða útsettur fyri so nógvum og ógvusligum inntøkum.

Hetta var eitt av greiðsluevninum, sum Aksel Johannesen tók upp 31. desember og partvíst hevði eina loysn til. 

- Vit hava heitt á øll skúlastýri um at seta ein telefonpolitikk í verk í skúlunum. Men eg haldi, at vit skulu gera meir. Vit skulu banna telefonum í fólkaskúlanum. Og spurningurin er, um vit ikki eisini skulu seta aldursmark á sosialar miðlar.

Also vil løgmaður fara longri, enn higartil álagt er við sínum ásetingum. Tí, sum hann vísti á: Talgildi heimurin og skíggin eru størri og sterkari enn vit. Tað kann tykjast sum eitt ógjørligt stríð


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2025

8 Leygardagur 04. Jan 2025

Nýggjársrøða løgmans 2024

Eg eri sannførdur um, at sjálvt um heimurin er bæði størri og sterkari enn vit, so kunnu vit saktans matcha hann

 
SkrivaÐ:

Aksel V. Johannesen, løgmaður

Góðu føroyingar.

”Tað er líka mikið, um tær eru størri og sterkari enn vit – vit klára saktans at matcha tær.” Soleiðis segði Turið Arge Samuelsen á føroyska hondbóltslandsliðnum, beint eftir at kvinnurnar høvdu kempað seg til eitt stig ímóti stjørnunum hjá Kroatia. “Tær eru størri og sterkari – men vit klára saktans at matcha tær.”Útsøgnin ber boð um áræði. Um vilja og trúgv á egin evni. 

Tað, sum okkara hondbóltskvinnur og -menn í ár hava mint okkum á, er, at vit ongantíð mugu gevast, hóast mótstøðan tykist sterk.

Vit mugu altíð stríðast fyri tí, sum hevur týdning. 

 ***

Og góðu føroyingar - nú mugu vit stríðast fyri okkara ungdómi.

Eg eri sannførdur um, at sjálvt um heimurin er bæði størri og sterkari enn vit, so kunnu vit saktans matcha hann. 

Tað krevur, at tey ungu fáa eitt lestrarumhvørvi og onkustaðni at búgva – eitt Oyrasund í Føroyum. Tað krevur, at vit raðfesta ungdómin. Og tað krevur, at vit kunnu bjóða teimum, sum vilja flyta heim eftir loknan lestur, ein bústað.

Men eg havi eisini hug at koma við eini áheitan. Góðu tit miðlar – og vit øll – vit mugu ansa eftir, at vit ikki tosa Exit Føroyar í gongd. Tí sannleikin er, at færri føroyingar eru fluttir av landinum í ár enn í fjør. 

Avbjóðingin er, at fleiri av teimum, sum eru farin, ikki koma aftur. 

Vit mugu tí tosa Føroyar upp. Vit mugu eggja teimum, sum fara, til at koma heim aftur. 

Vit mugu ikki treytaleyst endurtaka uppáhaldið um, at alt er betri uttanlands. At tað er natúrligari at fara enn at vera – og at verða verandi burtur heldur enn at koma aftur.

Vit kunnu heldur ikki lýsa Føroyar sum avbyrgdar. Tí tað er ikki rætt. Føroyar vóru avbyrgdar – fyri bara fáum áratíggjum síðani. Men nú eru vit partur av heiminum.

Og vit mugu ansa eftir, at vit ikki lýsa Føroyar sum tilafturskomnar. Tí í sjálvum sær eru Føroyar ikki á nakran ávísan hátt. Føroyar eru sum fólkini, ið búgva her. 

Vilja vit hava samfelagið øðrvísi, ja, so er bara ein máti: vit mugu vera her og broyta tað. Ella koma heim aftur og broyta tað.

Og tað er altso nógv lættari at fáa ávirkan í Føroyum enn aðrastaðni. Ert tú ein av 55.000, hevur tú nógv størri ávirkan, enn tá ið tú ert ein av fleiri milliónum.

Høvdu hondbóltsliðini bíðað eftir, at onnur skuldu slættað teimum vegin, høvdu Føroyar ikki nátt altjóða endaspølum í ár. Tað krevur áræði, vilja og hart arbeiði at vinna sær pláss. 

Eisini í politikki, vinnulívi og samfelagsviðurskiftum – og hjá tykkum ungu. 

Og her kemur enn ein áheitan: Góðu útisetar - komið heim aftur, brótið upp um armar og verið við til at mynda Føroyar.

***

At tað saktans ber til bera seinastu 50 árini boð um. Broytingin er ófatilig. 

Eg kann taka mín egna uppvøkstur sum dømi. Tá ið eg var lítil, var øll mín verð í Víkunum í Klaksvík – millum Sjómansheimið og Roykstovuna. Tað hendi seg ikki, at vit fóru nakra aðrastaðni at spæla. Bara at fara yvir á Kósina – sum er hinumegin víkina – kom ikki upp á tal.

Tá ið vit so fóru í skúla, víðkaðist heimurin. Men vit fóru framvegis ikki heilt yvir á Kósina. 

Øll vóru nøkulunda eins. Høvdu sama útgangsstøði, somu treytir, sama førning og somu vitan. Heimurin var nærumhvørvið, og heimurin var eins fyri okkum øll. 

Tað er eisini sigandi, at tann einasti fremmandi, sum spældi við KÍ, búði í Norðdepli. 

Tað var friðsælt og frítt, og hóast vit livdu í kalda krígnum, kendu vit ongan ótta. 

Stig fyri stig víðkaðist verðin. Ikki fyrr enn vit vóru tilkomin, møttu vit tí ókenda. 

Heimið var í Føroyum. Heimurin var langt burturi. 

***

Men fyri børn, sum í dag vaksa upp, víðkast heimurin ikki longur spakuliga. Nú er allur heimurin opin frá fyrstu løtu – beint við hondina.

Skíggin er hentur. Men hann er eisini ein vandi. 

Tí børnini síggja alt tað góða, men eisini tað ónda. Alt tað, sum byggir upp, men eisini tað, sum brýtur niður. Tað djúpa – men eisini tað grunna. Tað sanna – og tað falska. 

Og so hendan órógvin, sum forðar fyri friði í sinninum.

Tey síggja ósensureraðar og óhóskandi myndir.

Tey liva í allari verðini – heldur enn at liva í síni egnu verð. 

Tey fáa at vita, hvørji tey skulu vera – heldur enn spakuliga at varnast, hvørji tey eru.

Vit læra tey at ivast í øllum, tey hoyra og síggja, tí alt kann vera falskt. Einki er longur rætt. Einki er longur satt. 

Hetta hóttir tryggu, føroysku barnaverðina. Ger børn og ung stúrin og óttafull. Støðugt fleiri trívast illa og kenna seg trýst og máttleys. 

Vit, sum minnast friðin og tryggleikan í barnaárunum, mugu stríðast fyri, at hesi virðini ikki hvørva. At børnini frameftir eisini fáa eitt sindur av tí sama. At eisini teirra heimur kann vaksa í stigum, so hvørt sum tey fatanarliga búnast.

Vit hava heitt á øll skúlastýri um at seta ein telefonpolitikk í verk í skúlunum. Men eg haldi, at vit skulu gera meir. Vit skulu banna telefonum í fólkaskúlanum. Og spurningurin er, um vit ikki eisini skulu seta aldursmark á sosialar miðlar.

Talgildi heimurin og skíggin eru størri og sterkari enn bæði vit og børn okkara. Tað kann tykjast sum eitt ógjørligt stríð.

Men í áðurnevndu samrøðu segði Turið Arge Samuelsen eisini soleiðis: ”Um tað bara eru nøkur fá fólk, sum trúgva uppá, at mann kann koma langt, ja, so kemur mann langt.” 

Vit vaksnu mugu taka ábyrgdina. Og eitt er vist: lata vit standa til, so tapa børnini.

Føroyar eru í heiminum – og sjálvandi skulu vit vera í talgilda heiminum. Men tað skal vera eftir okkara treytum. Og vit mugu ikki lata sálarheilsuna hjá børnunum í býti. 

Heiminum møta tey jú kortini. Tí samstundis, sum Føroyar eru farnar út í heimin, er heimurin eisini komin til Føroya. 

Herfyri fór eg at keypa morgunbreyð ein leygarmorgun. Daman aftan fyri diskin var bæði fitt og fryntlig, men tosaði ikki føroyskt. 

Eg skuldi keypa fimm hondverkarar. Eina løtu var eg í villareiði. Tí hvussu sigur tú á enskum, at tú skalt keypa ”hondverkarar”? Please give me five carpenters?

Eg mátti smílast, og við teknum fingu vit í felag avgreitt handilin.

Eg giti, at mong kenna støðuna aftur. Um allar Føroyar eru nú fólk, sum ikki skilja føroyskt.

Hesi fólkini eru vælkomin. Tey bera okkum so nógv gott. Við øðrvísi mentan, mati og máli teirra kemur heimurin til Føroya. Tey tryggja okkum eisini fólkavøkstur, og at samfelagshjólini mala.

Men vit mugu tvíhalda um, at tey skulu vera her eftir okkara treytum og krøvum.

Stór tilflyting er ein øgilig avbjóðing í fleiri londum, og vit eru viðbreknari enn tey flestu. Gerast tey ov nógv, megna vit ikki at lofta teimum. 

Og eins og okkara ungu kunnu broyta føroyska samfelagið, kunnu tilflytararnir eisini broyta Føroyar og føroysku virðini. 

Tí mugu vit støðugt ansa eftir, at vit ikki missa tamarhaldið. Savningarmegin í samfelagnum má ikki vera hótt. Hon skal áhaldandi byggja á okkara mál, okkara mentan og okkara siðaarv. 

***

Vit mugu eisini byggja á okkara mentan og virðir, tá ið vit eru við altjóða. 

Og nú eru vit nógv meiri við enn nakrantíð áður.

Dømini um virkna føroyska leiklutin eru mong. Dømi, ið vóru óhugsandi, tá ið eg var smádrongur í Víkunum.

Vit hava nú verið á fundi í Pentagon. Á ráðharrafundum í NATO. Vit vóru við, tá ið heimsins leiðarar hittust í München, og vit vænta fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Í ár hava rúmdarmaðurin Andreas Mogensen og ES-nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen vitjað – og vit hava sitið til borðs við Zelenskyj. 

Vit eru vorðin ein virkin partur av heimssamfelagnum. Teir spenningar, sum síggjast í heiminum, ávirka eisini okkum. 

Tíverri sær heimurin ótryggur út. Vit vita ikki, hvat fer at henda. Hvørki við Russlandi, Ukraina, Ísrael, Palestina, Sýria ella í Miðeystri sum heild. Ella hvørjar broytingar USA fer at fremja. 

Vit síggja eina nýggja tíð, eftir at okkara partur av heiminum leingi hevur verið opin og tryggur.

Stundum kann tað kennast, sum Marjun Syderbø Kjelnæs skrivar í bókini: Marta, Marta: 

 “Við eitt saknaði hon tað, sum hon var uppvaksin við; friðin og frástøðuna frá øllum.”

Men frástøðan er nú burtur. Vit eru partur av heiminum. Heimurin er partur av Føroyum.

Vit mugu standa saman við Vesturheiminum og Nato. Stríðast fyri tí, vit trúgva uppá og halda vera rætt. 

***

Góðu føroyingar

Nú 2024 er um at renna út, veit eg, at nøkur eru, sum stríðast. 

Ikki fyri úrslitum ella fyri tí, tey halda vera rætt – men við sjúku, sorg ella stúran.

Eg sendi tykkum í kvøld mínar fjálgastu tankar um viðgongd og vón. Máttu tit funnið styrki til at fóta tykkum í tí, lagnan letur í tykkara lut, og máttu vit onnur sæð og skilt stríð tykkara og verið tykkum til hjálpar, tá ið vilji og trúgv á egin evni ikki longur røkka. 

Máttu tit kent tykkum sveipað í stuðul og umsorgan, so tit vita, at hóast stríðið í løtuni er hart, so eiga tit eitt týdningarmikið pláss – bæði ímillum tykkara kæru og her í føroyska samfelagnum.

***

Góðu føroyingar 

Hondbólturin hevur í ár tvær ferðir víst, at Føroyar eru vorðnar ein partur av heiminum. 

Hinvegin er heimurin eisini vorðin ein partur av Føroyum. 

Hetta er eingin sjálvfylgja. Og tað er ikki komið av sær sjálvum.

Tað er hent, tí at vit – hóast hini eru størri og sterkari – hava trúð uppá, at vit kundu.

Vit vita ikki, hvørjum vit møta í 2025. Men eg vóni, at vit møta 2025 við áræði og vilja.

Eg vóni, at vit fara at kempa fyri tí, vit halda vera rætt. Um bert nøkur fá trúgva upp á tað, kunnu vit koma langt. 

Tað veri seg í kappingini við Danmark um okkara ungdóm. Í kappingini við skíggjarnar um okkara børn. Í stríðnum fyri ikki at missa føroysku virðini. Ella í stríðnum fyri friði og støðufesti í heiminum. 

Latið okkum stríðast fyri tí, sum er satt og gott.

Tí, sum sameinir heldur enn syndrar. 

Gott nýggjár, øll somul.

Gud signi Føroyar

Aksel V. Johannesen

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen, KVF

Ensk týðing av røðuni kann lesast her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2024

9 Leygardagur 04. Jan 2025

Føroyar fingið størri pláss í kongsins nýggja skjaldramerki

Ein súmbolsk spegling av ríkisfelagsskapinum: Grønland og Føroyar hava nú hvør sítt horn - ístaðin fyri at vera í tí sama

- Kongurin ynskir at skapa eitt nýmótans kongavápn, sum bæði endurspeglar ríkisfelagsskapin og tekur atlit til søguna og "skjaldramerkjasøguna (Mynd: kongehuset.dk)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Gamlaárskvøld nýtti Fríðrikkur kongur høvi til at nevna ríkisfelagskapin: At fegnast um vitjanina í Grønlandi og at líka tosa um, hvussu nógv kongshjúnini gleða seg til at vitja Føroyar í summar.

Nýggjársdag kunngjørdi danska kongshúsið ávisar broytingar, sum snúgva seg um "hini" londini í ríkisfelagskapinum

Tað snýr seg um sonevnda kongsvápnið - siðbudna skjaldramerki hjá kongi verður nú broytt.

Tað, sum kom í gildi í 1972, er nú nýmótansgjørd, og sum partur av tí skulu Grønland og Føroyar hava størri pláss.

- Kongurin ynskir at skapa eitt nýmótans kongavápn, sum bæði endurspeglar ríkisfelagsskapin og tekur atlit til søguna og "skjaldramerkjasøguna, skrivar kongshúsið í fráboðan.

Eyðkendi føroyski veðrurin er í ovara høgra horni. Hetta er tað elsta vápnamerki av teimum fýra, sum hevur tað almenna danska fyrst, grønlendsku "silvurbjørnina" beint niðanfyri og síðani slesvisku leyvurnar.

Fyrr høvdu Føroyar og Grønland saman eitt av teimum fýra "feltunum". 

- Udover Danmarks våbenmærke i 1. felt har Færøerne og Grønland fået hver sit felt, hvilket styrker rigsfællesskabets fremtræden i kongevåbene.

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2025

10 Leygardagur 04. Jan 2025

Kongsheilsan í nýggjum umhvørvi

Fríðrikkur kom væl frá síni fyrstu nýggjársrøðu – segði, at hann gleðir seg at koma til Føroyar í 2025

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Umhvørvið var nýtt, tá vit í dag sóu Fríðrikk kong halda sína fyrstu nýggjársheilsan til fólkið.

Kongur kom í myrkum klædningi gangandi inn í vakra slotssalin, har listaverk við Grønlandi og Føroyum var øðru megin hurðina í bakgrundini og Danmark hinumegin.

Á bróstinum í rúminum aftanfyri hómaðust myndir av børnunum. Hann settist við eitt vakurt teakborð, ið var einasta innbúgvið, ið sást, setti brillurnar á nøsina, og helt eina væl skrivaða røðu.

Kongur kom væl frá røðuni. Har var ongin fjáltur at hóma, og yvirhøvur kom kongur væl frá fyrstu røðuni.

Innihaldið í røðuni snúði seg í fyrstu atløgu um skiftið. Um stóra dagin 14. januar, tá Fríðrikkur tók yvir sum kongur og Margreta drotning legði frá sær. Kongur bar tøkkir til fólki, sum hevur tikið væl ímóti honum. Ungdómurin fyllir nógv í dagliga lívinum hjá kongshjúnunum, ið eru foreldur til fýra tannáringar, og kongur kom eisini inn á avbjóðingarnar, ið oftast kunnu verða truplar, sum dagsins ungdómur stendur fyri.

Røðan var ikki politisk, men javnvigaði væl í tí, sum eigur at verða sagt í slíkari røðu. Kongur nam við ófriðin, sum herjar í heiminum og í Evropa. Hann nevndi ukrainska fólkið, sum berjist fyri sínum frælsi, og bar fram eina vón, um at tað aftur fór at verða friður.

Hann vísti á, at Danmark var við til at stovna atlantssamgonguna Nato fyri 75 árum síðani, og frøddist um, at Finnland og Svøríki nú eru komin við, og harvið hava styrkt trygdina í Norðurlondum og Evropa.

Hann kom eisini varðisliga inn á náttúruna og umhvørvið og vísti á hvussu neyðugt tað er at ansa eftir teimum, tí tey eru einans til láns frá okkara eftirkomarum.

Eisini bar hann eina tøkk til teir nógvu borgarar, sum gera eitt sjálvboðið arbeiði í samfelagnum, og vísti á, at slíkar gerðir eru neyðugar fyri samanhaldið.

Og so brúkti hann síni leiðarorð “sambundin og pliktað” (forbundne og forpligtet) til at fagna felagsskapinum heilt frá danska minnilutanum í Norðurtýsklandi til Grønlands og alt harímillum.

Hann takkaði fyri góða móttøku á teirra ferðum í ríkinum og uttanfyri. Og um Føroyar segði kongur, at kongshjúnini síggja fram til at vitja oyggjarnar í Norðuratlantshavi í komandi ári.

Og so endaði hann røðuna við somu orðum og ynskjum, sum móðirin og abbin eisini brúktu, um at Guð má varðveita Danmark. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2024

11 Leygardagur 04. Jan 2025

Eyðstein Zachariasen vil ikki fara frá

Nývaldi varaborgarstjórin í Sunda kommunu hevur heitt á borgarstjóran um at leggja frá sær eftir at nýggir upplýsingar eru komnir fram um ónærisligar myndir, sum kvinnur hava móttikið

Hanna Paula við Streym, varaborgarstjóri (Privat mynd)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Fortíðarinnar syndir tykjast nú at fáa politiskar avleiðingar fyri unga nývalda borgarstjóran í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariassen. Eyðstein Zachariassen gjørdist fyrstvaldur á kommunuvalinum, men valdi stutt eftir valið, sjálvur triði, at bróta við lista sín, og gera avtalu við kvinnulistan og harvið gerast borgarstjóri.

Eyðstein stillaði annars upp á sama lista sum tá sitandi borgarstjóri.

Eftir at kvinnulistin og partar av lista C skipaðu seg við Eyðstein Zachariassen sum borgarstjóra og fyrstvaldu á kvinnulistanum, Honnu Paulu við Streym, sum varaborgarstjóra, hevur miðilin Frihedsbrevet skrivað fleiri greinar um eitt mál, sum eftir øllum at døma leingi hevur verið kent í økinum, nevniliga at nývaldi borgarstjórin hevur sent ónærisligar myndir til fleiri ungar kvinnur.

Og í gjár – dagin sum hon og Eyðstein Zachariassen tóku yvir leiðsluna í kommununi – dregur Hanna Paula við Streym í land. Hetta orsaka av, at nýggir upplýsingar eru komnir fram í dekninginum hjá Frihedsbrevet.

Í einum uppslagi á Facebook nýggjársdag greiðir Hanna Paula við Streym frá, at eftir at hon hevur sæð nýggjar og fyri hana ókendar upplýsingar um ‘málið’, og fleiri kvinnur eisini hava vent sær til hennara, hevur hon heitt á Eyðstein Zachariassen um at leggja frá sær, men at hann ikki vil eftirlíka hesi áheitan.

Og tí verða tað Eyðstein og Hanna Paula, sum koma at mynda kommununa hetta komandi valskeiðið. Men okkurt bendir á, at samstarvið hevur fingið eitt skot fyri bógvin.

Í skrivinum heitir Hanna Paula við Streym, borgarstjóri, á kvinnur, sum hava fingið óynsktar myndir sendandi um at melda hetta til løgregluna.

Skrivið hjá Honnu Paulu við Streym sæst herundir:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2025

12 Leygardagur 04. Jan 2025

Tvøroyrar býráðið skipað seg

Øll uttan ein býráðslimur eru í valbólki saman

Aftast frá vinstru Alvi Mortensen, Arnfinn Bech, Bjarni Hammer og Kristin Michelsen Fremst frá vinstru Eyð Eidesgaard, Anita Vibergsdóttir og Barbara Michalina Tausen
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nývalda býráðið á Tvøroyri hevur nú skipað seg til valskeiðið næstu fýra árini.

Kristin Michelsen og Anita Vibergsdóttir vóru vald til ávikavist borgarstjóra og varaborgarstjóra á býráðsfundi 16. november, og á býráðsfundinum 28. desember blivu nevndirnar mannaðar.

Fyrsta mál á skrá til fundin 28. des. var skipan av valbólkum, og Kristin Michelsen boðaði frá, at Listi T (Felagslistin) og Listi C (Javnarflokkurin) vóru gingin saman í valbólk. Sostatt verður Tvøroyrar býráð umboðað av tveimum valbólkum hetta valskeiðið.

Valbólkur 1 er umboðaður av seks býráðslimum: Kristin Michelsen, Anita Vibergsdóttir, Barbara Michalina Tausen, Alvi Mortensen umboðandi lista T (Felagslistan) og Bjarni Hammer og Eyð Eidesgaard umboðandi lista C (Javnarflokkin).

Í valbólki 2 er Arnfinn Bech, umboðandi lista F.

Býráðið samtyktin eisini at seta ein fylgi- og fyrireikingarbólk, sum skal fyrireika kommununa uppá komandi Suðuroyartunnilin.

Nevndirnar blivu mannaðar soleiðis:

Fíggjarnevndin: Kristin Michelsen, Alvi Mortensen og Bjarni Hammer

Sosiala nevnd: Anita Vibergsdóttir, Alvi Mortensen og Eyð Eidesgaard

Tekniska nevnd: Alvi Mortensen, Anita Vibergsdóttir og Eyð Eidesgaard

Mentanarnevndin: Barbara M. Tausen, Anita Vibergsdóttir og Bjarni Hammer

Vinnu- & havnanevndin: Anita Vibergsdóttir, Barbara M. Tausen og Bjarni Hammer

Trivnar- & umhvørvisnevndin: Barbara M. Tausen, Alvi Mortensen og Eyð Eidesgaard

Fylgi- og fyrireikingarbólkur Suðuroyartunnil: Kristin Michelsen og Bjarni Hammer


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2024

13 Leygardagur 04. Jan 2025

Dávur Juul heldur fram sum borgarstjóri

Og listin í Fuglafirði við flest býráðslimum - og við fyrstvalda - fekk bert teir seks lógarásettu nevndarsessirnar og endaði í minniluta

Dávur Juul, ið hevði eitt betri val persónligt enn í 2020, tekur enn eitt skeið. Listi F og Listi B eru saman í meirilutanum, sum tekur fimm fólk (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað seinasta nývalda kommunustýrið at skipa seg eftir kommunuvalið var tað í Fuglafirði.

Skipanarfundurin í Fuglafirði varð seinnapartin nýggjársaftan. Fundurin endaði við tí, sum lagt hevur verið upp til seinastu vikurnar:

At Dávur Juul framhaldandi verður borgarstjóri, og at størsti flokkurin við fyrstvalda, Ólavi Larsen, fær lítið burturúr: Seks fastir nevndarsessir sum er ta lægst ásetta í lógini.

Ólavur Larsen á Lista Á fekk 159 atkvøður, sum vóru 49 atkvøður fleiri enn Dávur Juul, sum fekk næstflest. Fyrstvaldi hevur ábyrgd av at kalla inn til skipandi fund. Hetta bíðaði Ólavur Larsen leingi við at gera, og vísti hann í fleiri útvarpssamrøðum á, at tað ikki tyktiskt rættvíst, at listi Á stóð til at fáa so lítla ávirkan eftir góða valið.

[object Object]
Ólavur Larsen er millum annað kendur sum fótbóltsvenjari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Listin við 45,3 prosentum av atkvøðunum er tó í minniluta í nýggja býráðnum í Fuglafirði. Listi B og Listi F eru samanlagt fimm - Listi Á fekk fýra fólk - og B og F eru farin saman í samgongu.

Dávur Juul (F), ið hevði eitt betri væl persónligt enn í 2020, tekur enn eitt skeið. Ólavur Larsen, Eivin Breiðaskarð, Kristian Martin Petersen og Jastrid á Dalbø vóru hini borgarstjórauppskotini á fundinum í gjár.

Eyðun á Lakjuni frá Lista B er varaborgarstjóri, og Ólavur Larsen er annar varaborgarstjóri.

Nú er eisini greitt, hvussu allar nevndirnar í kommununi verða mannaðar komandi býráðsskeiðið 2025-2028.

Fíggjarnevndin: Dávur Juul, Eyðun á Lakjuni og Ólavur Larsen

Tekniska nevnd: Eivin S. Breiðaskarð, Jóan Pauli Olsen og Sonni á Horni

Vinnu-og havnanevnd: Kristian Martin Petersen, Jóan Pauli Olsen og Ørvar Jacobsen

Mentamálanevnd: Eyðun á Lakjuni, Eivin S. Breiðaskarð og Jastrid á Dalbø

Sosiala nevnd: Kristian Martin Petersen, Eivin S. Breiðaskarð og Ólavur Larsen

Orku- og umhvørvisnevnd: Eivin S. Breiðaskarð, Eyðun á Lakjunni og Ørvar Jacobsen

Tilbúgvingarnevnd: Dávur Juul, Kristian Martin Petersen og Eivin S. Breiðaskarð

Samstarvsnevnd um barnaverndartænastu millum Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu:  Dávur Juul og Kristian Martin Petersen

Stýrið fryri Framvit, sum fatar um Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu: Dávur Juul og Jastrid á Dalbø

Ráðið fyri Ferðslutrygd: Eivin S. Breiðaskarð

Skúlastýrið: Eyðun á Lakjuni

Hallarnevndin á Kambsdali: Dávur Juul og Eivin S. Breiðaskarð

SEV umboð: Dávur Juul

IRF umboð: Dávur Juul


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2025

14 Leygardagur 04. Jan 2025

Nýggjárshald í Vági

Sí myndir frá stórfingna nýggjárshaldinum í Vági

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nógv fleiri myndir eru at síggja her

Sverri Egholm tók myndirnar

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2025

15 Leygardagur 04. Jan 2025

Jobmatch í Norðurlandahúsinum

Starvsstevnan Jobmatch var í Norðurlandahúsinum mánadagin

(Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nógv fólk og nógvar fyritøkur og stovnar vórðu savnað í Norðurlandahúsinum mánadagin til árliga Jobmatch dagin, har fólk, ið leita eftir nýggjum avbjóðingum á arbeiðsmarknaðinum hava møguleika fyri at hitta fyritøkur og stovnar, sum leita eftir fólki við serligum førleikum.

Jens Kr. Vang fotografur var á staðnum og tók myndir.

Nógv fleiri myndir síggjast her

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2024

16 Leygardagur 04. Jan 2025

Setrið bjóðar stakgreinalestur fyri várið 2025

Hetta er serliga ætlað fólki, sum annars arbeiða ella ikki ætla sær at taka eina heila útbugving. Umsóknarfreistin er mánadagin 6. januar

Útbúgvingar á Setrinum eru settar saman av støkum skeiðum og tí ber til at tekna seg til stakskeið og taka prógv í teimum, um pláss eru tøk (Mynd: setur.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Stakgreinalestur er til fólk, sum fylgja undirvísing og fara til próvtøku í einstøkum lærugreinum ella skeiðum uttan at vera innskrivað til fullan lestur.

- Hetta er tí ein góður møguleiki hjá fólki, sum annars arbeiða ella ikki ætla sær at taka eina heila útbugving, skrivar Setrið á heimasíðu sínari.

Víst verður á hendan møguleikan, nú umsóknarfreistin til skeiðini hetta semestrið nærkast. 

Útbúgvingar á Setrinum eru settar saman av støkum skeiðum, og tí ber til at tekna seg til stakskeið og taka prógv í teimum, um pláss eru tøk. Her er møguleiki at fáa eitt ávist tal av ETCS-stigum

Harumframt verða eisini serlig gjaldsskeið boðin út, har skikkaðir umsøkjarar kunnu tekna seg, skrivar setur.fo.

Umsóknarfreistin til at søkja um mongu skeiðini er nú mánadagin 6. januar.

Nærri kunning og umsóknarblað eru at finna HER.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2025

17 Leygardagur 04. Jan 2025

Barna- og ungdómpolitikkur orðaður fyri Vága kommunu

Endamálið við barna- og ungdómspolitikkinum er at skapa eina heildarmynd fyri, hvussu arbeitt verður á barna- og ungdómsøkinum. Barna- og ungdómspolitikkurin leggur serligan dent á fyribyrging og átøk í tøkum tíma, sum skulu styrkjast fyri øll børn og ung, sigur Vága kommuna

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Býráðið í Vága kommunu samtykti á heysti í 2021 at arbeiða víðari við tilmælunum um barna- og ungdómsøkið í Vága kommunu. Eitt av hesum tilmælum var, at ein barna- og ungdómspolitikkur skuldi orðast, og er hann nú gjørdur, boðar kommunan frá.

– Endamálið við barna- og ungdómspolitikkinum er at skapa eina heildarmynd fyri, hvussu arbeitt verður á barna- og ungdómsøkinum í okkara øki. Politikkurin er ein heildarmynd út frá dagsins samfelag, sum vísir á felags virðir og grundvøll fyri barna- og ungdómsøkið, ið vit ynskja fyri okkara kommunu. Somuleiðis er endamálið við politikkinum, at øll børn og ung skulu kenna seg aftur í politikkinum.

– Hesin barna- og ungdómspolitikkur leggur serligan dent á fyribyrging og átøk í tøkum tíma, sum skulu styrkjast fyri øll børn og ung – við sjóneyku á, hvussu vit øll í felag hava týdning fyri barna- og ungdómsárini.

Politikkurin, sum sæst her, er í trá við ST barnarættindasáttmálan og norðurlendsku barnaviðtøkuna, skrivar Vága kommuna.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2024

18
Leygardagur 04. Jan 2025

Pf. Varðin Pelagic fingið byggiloyvi

Tvøroyrar kommuna handaði í gjár Ólavi Bjarkhamar, rakstrarstjóra á Varðanum Pelagic byggiloyvið til ætlaðu útbyggingina

Ólavur Bjarkhamar, rakstrarstjóri hjá Pf. Varðanum Pelagic fær handa byggiloyvið frá Kristin Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri (Mynd: Tvøroyrar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tvey ár eftir, at Pf. Varðin Pelagic søkti Tvøroyrar kommunu um loyvi til at víðka um teirra virksemi á havnarlagnum eystan fyri verandi virkisbygning er byggiloyvið handað.

Tað var 28. desember, at Tvøroyrar kommuna handaði Ólavi Bjarkhamar, rakstrarstjóra á Pf. Varðan Pelagic byggiloyvið til ætlaðu byggingina av protein og lýsiverksmiðjuni, sum søkt bleiv um hin 29. desember 2022.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2024

19
Leygardagur 04. Jan 2025

Nýggj beinleiðis ruta til Polands

Siglt verður fjúrtanda hvønn dag frá fyrst í februar

(Mynd: Faroe Ship)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Faroe Ship letur nýggja rutu upp beinleiðis til Świnoujście í Polandi.

Fyrsta fráferð verður fríggjakvøldið 7. februar, og siglt verður hereftir 14. hvønn dag.

Nýggja farleiðin verður eitt skjótt og álítandi sjóvegis samband við spennandi møguleikum fyri bæði innflutnings- og útflutningsvinnuna, sigur Faroe Ship.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2024

20
Leygardagur 04. Jan 2025

Gamal kenningur skal høggast upp á Skála

Línuskipið Núpur úr Íslandi er komið til Føroya, har skipið skal høggast upp, men hetta er tó ikki fyrstu ferð at skipið er í landinum

Núpur (Mynd: Mortan A Mortensen)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Íslendska línuskipið Núpur úr Patreksfirði í Íslandi liggur í løtuni í Skálafirði, har skipið bíðar eftir, at tað skal høggast upp á Skála. Men hóast skipið hevur haft heimstað í Íslandi síðstu mongu árini, so er skipið er ikki ókent í Føroyum

Talan er um knapt 49 ára gamla línuskipið Núp, sum upprunaliga varð bygt til felagið P/r Núpur við Svend Thulesen í Klaksvík í 1976.

Skipið skifti tó longu eigara í 1978, tá ið Kjølbro í Klaksvík keypti skipið.

Skipið var eitt av nýggju systurskipum, sum vórðu rópt fyri "polakkarnir", og hetta tí at skipini vórðu øll bygd í Polandi.

Núpur hevði tó ikki leingi heimstað í Klaksvík, tí 1981, varð skipið selt til Íslands, har tað framvegis hevði navnið Núpur, sum tað eisini hevur havt øll árini, hóast skipið fleiri ferðir hevur skift eigarar í Íslandi. 

Alt fær ein enda, og dagarnir hjá fyrrverandi føroyska línuskipinum eru nú við at verða taldir.

Skipið er selt og skal høggast upp á Skála, har bæði Mascot og Sigmund, sum eisini vóru nakrir av polskt bygdu systurskipunum, eisini endaðu við at verða upphøgdir.

Hóast skipið hevur havt sama navn øll árini, so bleiv ein umfatandi umbygging gjørd við skipið eftir tað bleiv bygt í 1976.

Í 1998 bleiv skipið longt, men í 2002 bleiv skipið umbygt eftir, at tað rak á land í Íslandi.

Íslendsku eigararnir hava ognað sær eitt størri og nýggjari frystilínuskip fyri 49 ára gamla Núp, sum nú skal bera hetta stolta navnið víðari í Íslandi.

Tey nýggju systurskipini vóru: 

Vaðhorn til Eiðis
Bláfossur til Tvøroyrar 
Hamraberg til Miðvágs 
Lækkaklettur til Miðvágs 
Mascot til Toftir 
Núpur til Klaksvíkar  
Heldarstindur til Sandavágs 
Vesturleiki til Sørvágs 
Hagaleiti til Leirvíkar

Í dag er einans Hagaleiti eftir í vinnu, og hevur skipið í dag heimstað í Svøríki.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2025

21
Leygardagur 04. Jan 2025

Heldur fram sum formaður

Annfinnur Garðalíð fer undir 11. árið sum formaður í Føroya Skipara og Navigatørfelag

Annfinnur Garðalíð (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Føroya Skipara Og Navigatørfelag hevði ársaðalfund millum jólanna. Um 60 limir møttu upp til fundin. Á skránni var millum annað nevndarval.

Seks limir stóðu fyri vali og átta stillaðu upp. Ein valdi ikki at taka við afturvali.

Eftir ársaðalfundin skipaði nevndin seg við formanni og næstformanni.

Annfinnur Garðalíð varð afturvaldur sum formaður og hetta verður 11. árið hann er formaður.

Elias Zachariasen bleiv valdur sum annar formaður.

Nevndin sær soleiðis út:
Annfinnur Garðalíð, formaður
Elias Zachariasen, 2. formaður
Alfred Jacobsen
Kristian Oskar Henriksen
Martin Mohr í Grund
Finnbogi Berg
Jørgen Nielsen
Jákup Gøthe
Jónfinn L Poulsen
Arnfinn Hansen
Jákup Pauli Lassen

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2024

22 Leygardagur 04. Jan 2025

Jóna Apolonia Marjun Hammer 100 ára-gomul

Hátíðarhald var í hesum sambandi í hølunum hjá Námi fyrsta dagin í 2025

Elsa Berg, borgarstjóri, heilsar uppá føðingardagsbarnið (Mynd: torshavn.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

1. januar 2025 var serstakur dagur í Havnini. Ikki bert sum fyrsti dagur í einum ári, men ein 100-ára føðingardagur kundi hátíðarhaldast.

Hetta varð gjørt í hølunum hjá Námi. Jóna Apolonia Marjun Hammer býr annars ikki á nøkrum ellisheimi - hon býr hjá dóttrini Kirstin í Blómubrekku í Havn.

Har fær Jóna heimahjálp, og er annars heima einsamøll um dagarnar, tá arbeiðsdagur er.

Tað er ikki nakað, ein kann taka fyri givið, tá ein hevur livað í 100 ár, vísti Elsa Berg á. Nýggi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu var boðin við í føðingardag og helt eina røðu - brot úr røðuni kunnu lesast HER.

Jóna Apolonia Marjun Hammer varð fødd á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 1. januar 1925. varð hon uppkallað eftir lækna, jarðarmóður og sjúkrasystur.

Jóna eigur nógv ommu- og langommubørn. Hon arbeiddi sjálv sum millum annað heimahjálp í í Oyndarfirði.

[object Object](Myndir: torshavn.fo)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2025

23 Leygardagur 04. Jan 2025

Tróndur Olsen settur í starv hjá Runavíkar kommunu

Seinastu árini hevur hann arbeitt sum journalistur í Kringvarpi Føroya, men 1. februar byrjar hann á trivnaðar- og mentanardeildini hjá Runavíkar kommunu

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tróndur Herason Olsen er settur sum fulltrúi á trivnaðar- og mentanardeildini í Runavíkar kommunu.

Hann hevur arbeitt sum journalistur í Kringvarpi Føroya síðani 2019, umframt eitt skifti sum starvslærunæmingur í uttanríkistænastuni í 2018-2019.

Tróndur hevur útbúgving innan politikk og umsiting frá 2019, umframt tónleikaútbúgving frá 2010.

Hann byrjar í starvinum 1. februar.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2024

24 Leygardagur 04. Jan 2025

Goym ikki fýrverk til næsta nýggjár

Vandi er fyri, at gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum. Fýrverk verður burturbeint við at lata tað inn til eitt mannað endurvinningarpláss

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Nú nýggjárið er farið afturum, er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at avlopsfýrverk má beinast burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum. Soleiðis ávarar IRF í dag, tveir dagar eftir ársskiftið.

Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða.

Av trygdarávum mælir IRF tí fólki frá at goyma fýrverk til næsta ár.

Fýrverk verður beint burtur á rættan hátt við at lata tað inn til eitt mannað endurvinningarpláss.

Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið, og hetta kann skaða starvsfólk, bilar og aðra útgerð.

Um størri nøgdir av fýrverki skulu beinast burtur, verða fólk biðin um at ringja til IRF fyri nærri vegleiðing. Somuleiðis verða skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, biðin um at seta seg í samband við IRF. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2025

25 Leygardagur 04. Jan 2025

Hetta stikkið farið í søguna í Evropa

Allar telefonir, sum verða framleiddar til at verða seldar í ES, skulu hava sama løðarastikk, nevniliga eitt USB-C-stikk

"Lightning" stikkið hjá Apple er ikki longur loyvt í ES. Allar nýggjar telefonir skulu framyvir hava USB-C
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Ein ES-fyriskipan um felags løðarastandard kom í gildi 28. desember. Tað merkir, at nógvar eindir nú mugu hava løðing við USB-C heldur enn Micro-USB ella Apple Lightning, fyri at kunna vera seldar í ES.

Talan er um eindir sum milum annað fartelefonir, teldlar, myndatól, oyramikrofonir, mýs, hátalarar og annað.

Fyri farteldur er hetta galdandi frá 28. apríl 2026, skrivar heimasíðan tek.no.

[object Object](Mynd: EPA)

Lógin hevur longu havt avleiðingar fyri Apple, sum hevur steðgað søluni av fleiri iPhone 14 og iPhone SE í Evropa. Hesar útgávuni brúka nevniliga Lightning-stikkið, sum Apple hevur hildið fast við leingi.

iPhone 15 og tær Apple-telefonir, sum eru nýggjari enn tað, hava USB-C stikk.

Android-telefonir hava brúkt USB-C-løðing í áravís, og tað er eisini galdandi fyri flestu av nýggjastu telduvørunum.

[object Object](Mynd: EPA)

Orsøkin til ES-fyriskipanina við einum løðarastandardi er fyri at minka um burturkast. Brúkarin skal kunna hava fleiri tól og brúkara sama løðara, og skal sleppa undan at keypa løðarar til øll síni nýggju tól.

Tek.no skrivar, at ES áður hevur greitt frá, at fólk vanliga eiga tríggjar løðarar hvør, men brúka bara tveir teirra.

Les eisini: Apple boyggir seg - gongur við til krav um USB-C-stikk

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2024

26 Leygardagur 04. Jan 2025

Danmark: 75 prosent av dønum vilja varðveita kongshúsið

Undirtøkan hjá kongshúsinum er á sama støði sum áðrenn Margreta drotning fór frá, og tað er tekin um eitt væleydnað trónuskifti, sigur søgufrøðingur

Fríðrikur kongur og Mary drotning á svalanum á Christiansborg 14. januar 2024, tann dagin tey gjørdust kongur og drotning (Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tríggir av fýra dønum ynskja at varðveita kongshúsið, vísir nýggj meiningakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri DR.

75 prosent av teimum spurdu søgdu, at tey ynsktu at varðveita kongshúsið, meðan 14 prosent svaraðu, at tað skuldi avtakast. 11 prosent vistu ikki, hvat tey skuldu svara.

Ein líknandi kanning, sum varð gjørd undan trónuskiftinum 14. januar 2024, vísti, at 74 prosent ynsktu at varðveita kongshúsið, meðan 14 prosent svaraðu, at tey ynsktu at avtaka tað.

At undirtøkan er á sama støði sum fyri einum ári síðan, er prógv um at væleydnað trónuskifti, sigur Cecilie Nielsen, søgufrøðingur og korrespondentur hjá DR.

– Tað undirstrikar, hvussu vælumtókt kongshúsið er, og tað er týðiligt, at kongshúsið kann varðveita ta stóru undirtøkuna gjøgnum fleiri ár. Tí tað er ikki ein sjálvfylgja, at kongshús hava stóra undirtøku millum fólkið.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2024

27 Leygardagur 04. Jan 2025

– Flogfarið varð skotið niður

Tað sigur Ilham Ailyev, forseti í Aserbadjan

Vladimir Putin, forseti í Russlandi, og Ilham Aliyev, forseti í Aserbadjan á fundi í Moskva í oktober (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Ferðafólkaflogfarið hjá Azerbaijan Airlines, sum datt niður í Kasakstan í farnu viku, varð rakt av skotum frá jørðini.

Tað sigur Ilham Ailyev, forseti í Aserbadjan.

Umleið 70 fólk vóru umborð á flogfarinum, sum datt niður nærindis býnum Aktau. Í minsta lagi 38 lótu lív.

Flogfarið var ávegis til Grosnyj í Kekenia úr Baku, høvuðsstaðnum í Aserbadjan.

Flogfarið var í russiskum loftrúmi, tá tað datt niður, og tí hevur russiski forsetin, Vladimir Putin biðið Ailyev um umbering.

Sambært russisku stjórnini royndi flogfarið at lenda í Grosnyj, meðan býurin var undir álopi av ukrainskum dronum. Sambært fleiri miðlum var tað russiska loftverjan, sum skeyt flogfarið niður, men hetta er ikki váttað, skrivar Ritzau.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2024

28 Leygardagur 04. Jan 2025

Putin biðið um umbering fyri flogvanlukku

Hann hevur biðið um umbering fyri, at flogfarið hjá Azerbaijan Airlines datt niður í russiskum loftrúmi

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tíðliga jólamorgun datt eitt flogfar hjá Azerbaijan Airlines niður nærindis býin Aktau í Kasakstan, og russiski forsetin, Vladimir Putin hevur nú biðið um umbering fyri, at vanlukkan hendi í russiskum loftrúmi.

Sambært russisku tíðindastovuni Tass, skal Putin hava biðið um umbering í telefonsamrøðu við Ilham Aliyev, forseta í Asarbadjan.

Les eisini: Stór flogvanlukka í Kasakstan

Putin umrøddi flogvanlukkuna sum "eina vanlukkuliga hending".

Russiska stjórnin sigur í tíðindaskrivi, at flogfarið royndi at lenda í býnum Grosnij, samstundis sum býurin varð álopin av ukrainskum dronum, og at russisku loftverjuskipanirnar steðgaðu hesum álopum.

Fleiri miðlar hava seinastu dagarnar skrivað, at tað var russiska loftverjan, sum skeyt flogfarið niður. M.a. sigur John Kirby, trygdarráðgevi í Hvítu Húsinum, at tey í USA hava ábendingar um, at Russland kann hava ábyrgdina.

Flogfarið var á veg úr høvuðsstaðnum í Aserbadjan, Baku, til Grosnij í Kekenia, tá tað datt niður. 67 fólk vóru umborð, og 38 teirra lótu lív.

Í kjalarvørrinum á flogvanlukkuni hava fleiri flogfeløg avlýst fráferðir til Russlands.

Azerbaijan Airlines hevur avlýst fráferðir til sjey russiskar býir. Onnur flogfeløg, sum hava avlýst fráferðir til Russlands eru Turkmenistan Airlines, Flydubai, Kasakhstans Qazaq Air, og El Al.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2024

29 Leygardagur 04. Jan 2025

300 fangar umbýttir millum Ukraina og Russland

Sameindu arabisku Emiratini hava skipað umbýtið

Mynd frá fangaumbýtinum í september (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað hendir javnan, at stríðandi londini, Russland og Ukraina, umbýta fangar, so at Russland fær nakrar av sínum fólkum aftur og umvent. Og nú hava londini gjørt tað aftur.

Um jólini vóru tað 150 krígsfangar frá hvørjari síðu, sum vórðu latnir leysir, upplýsir russiska verjumálaráðið í eini fráboðan, sambært Reuters.

Sameindu arabisku Emiratini hava verið millumgongufólk, meklarar, skrivar dr.dk. Tíðindini eru tó enn ikki váttað frá ukrainskari síðu.

Í oktober vóru tilsamans 190 fangar umbýttir og í august vóru tað 230. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2024

30 Leygardagur 04. Jan 2025

Jimmy Carter deyður 100 ára gamal

Fyrrverandi amerikanski forsetin doyði í heimi sínum í Georgia

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carty er deyður 100 ára gamal. Tað upplýsir sonur hansara fyri amerikonska blaðnum Atlanta Journal-Cunstition.

Hann doyði í heimi sínum í Plains, Georgia, 29. desember.

Jimmy Carter fekk staðfest krabbamein í 2015.

Jimmy Carter sat sum forseti í usa frá 1977 til 1981, tá hann tapti fyri Ronald Reagan. Undan tí hevði hann verið guvernørur í statinum Georgia.

Hann var í 2002 heiðraður við friðarheiðursløn Nobel's fyri hansara "ótroyttiligu átøk at finna friðarligar loysnir í altjóða ósemjum, at fremja fólkaræði og mannarættindi, og at stuðla búskaparligari og sosialari menning".

[object Object](Mynd: EPA)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2024

31 Leygardagur 04. Jan 2025

Minningarorð um Jimmy Carter

Sum hetta hendingaríka ár rennur út, sigur heimurin farvæl við Jimmy Carter. Carter var 39. forsetin í USA, og hann var fyrsti forsetin har yviri, eg minnist

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Minningarorð / Bergur D. Joensen

"Why not your best?”

Sum hetta hendingaríka ár rennur út, sigur heimurin farvæl við Jimmy Carter. Carter var 39. forsetin í USA, og hann var fyrsti forsetin har yviri, eg minnist.

Saman við Carter kveiktist spakuliga áhugin fyri útheiminum og altjóða politikki. Tað kendist spennandi at kunna tosa við og fáa eina fatan av, at vit hoyra til øll - eisini vit í hesum oyggjum - í einum stórum heimi. Summarið 1976, tá ið amerikanarar hildu 200 árið at Sambandsríkið varð stovnað, og heystið sama ár, Carter varð valdur forseti, høvdu vit feðgar verið uttanlands, í Danmark. Mín fyrsta uttanlandsferð. 4 ár seinni, heystið 1981, tá eri eg 15, nevndi, minnist eg, í Argja skúla, Kristian Poulsen, lærari í samtíðarkunning (ella hvat tað æt), at nú hevði Carter tapt móti einum Ronald Reagan.

Reagan komu vit at hoyra nógv meiri um. Og súsið av altjóða politikki kendist nær, tá ið týðandi fundur varð hildin í grannatjóð okkara fyri vestan heystið 1986. Asta, sum eg júst hevði fingið mín fyrsta koss frá, var mín sann saman við flokki sínum í Reykjavík um hetta mundið, tá ið heimshøvdingarnir Reagan og Gorbatjov hittust at tosa um niðurskurð av kjarnorkuvápnum og um heimsfrið. Hetta var stórpolitikkur á gáttini. Eri ikki einasti føroyingur, sum havi fingið hugskotið, at politisku myndugleikar okkara áttu at bjóðað Føroyar fram at vera karmur hjá stórveldum at halda somu kós í hesum enn spenningsfylta heim.

Øvugt Ronald Reagan, verður Jimmy Carter av forsetum USA roknaður av summum at vera ein viðfáningur, eitt klombur, eitt einki. Men tá ið av tornar, hvør hevur tá hálað í longsta stráið? Tað er spennandi at vita men ilt at siga.

Carter fekk harðar treytir sum forseti, siga søgufólk, fíggjarliga, sosialt og heimspolitiskt. Minnist, at eg hugsaði um hann, tá ið tað ikki eydnaðist honum at bjarga gíslumum í Tehran, sum hann ætlaði, og hvussu tað mundi kennast honum, tá ið Ronald Reagan vann forsetavalið so dyggiliga. Og so var tað í stjórnartíð Reagans, at gíslarnir komu heimaftur, allir í eyðkendum blálittum ulpum, og ikki í hansara tíð.

Men sum longst livandi fyrrverandi forseti USA nakrantíð hevði Carter meira at líta afturá enn flestir teirra. Frá at vera ókendur jarðyrkisbóndi í Georgia og til at hava røkt máttmiklasta embætið í heiminum er ikki so lítið. At standa fyri samráðingunum millum ísraelar og egyptar og fáa heiðurin fyri Camp David-avtaluni er eisini nakað. At havi móttikið Friðarheiðursløn Nobels verður ikki einumhvørjum lutað og hevur ikki verið nøkrum fyrrverandi amerikanskum forseta fyri. Og so at hava hildið á at arbeitt fyri sosialum rættvísi, sum hann lærdi frá ungum, og sum hann fór undir sum guvernørur, og framdi hann stórar ábøtur: at geva myrkum somu rættindi sum ljósum. Sosialt og politiskt var Carter sera virkin seinastu 30-40 árini. Hann stóð í friðarvarðveitandi virksemi í fleiri londum, m.a. í Norðurkorea og á Kuba, hann stríddist fyri at val fóru rætt fram um allan heim, eins og hann royndi at betra um heilsustøðuna hjá sjúkum og korini hjá fátækum, har hann kom.

Tað, sum hugtekur meg við Jimmi Carter, eru tey virði, tað arbeiðssemi og tað úthaldni hann hevði frá ungum til nú, hann legði árarnar inn.

Hóast nógv vóru um Carter í Hvítu húsunum og í amerikonsku fyrisitingini, var hann til tíðir einsamur, har alt myrknaði, men hann trúði, at ljósið vinnur á myrkrinum, at tað ónda vinnur á ónskapinum, og hann setti sína vón til hansara, sum øllum valdar. Sum hann kendi til svíðandi niðurløg, reistist hann altíð aftur og helt á við treysti at gera tað, hann skuldi, og royndi at liva samsvarandi teirri ábyrgd, hann hevði: um hann var guvernørur ella forseti, hermaður ella bóndi, í atomvápnadubbing ella í friðarørindum, um hann bygdi fátækum hús við sínum egnu hondum, ella hann blaðaði í Bíbliuni og lærdi gleðiboðskapin í lítlu baptistkirkju síni, sum hann gjørdi alt lívið.

Carter náddi stór mál, men hann setti sær støðugt nýggj mál, og hann spardi seg ikki.

Tá ið Carter sum ungur á hernaðarskúlanum var vitandi um, at hann kundi havt verið betri og gjørdist nr. F3, varð hann av leiðsluni spurdur: “Why not your best?”

Hetta fylgdi honum: Hví ikki gera mítt besta?

Tað, eg skilji viðv. Jimmi Carter er, at hann vildi gera sítt besta, tað rætta og tað góða.

Um nógv var funnist at Carter, meðan hann var forseti, er virðingin tók økt fyri hansara forsætistíð, men eitt tykjast flestu ummælarar á einum máli um: Eingin hevur verið betri fyrrverrandi forseti enn hann.

Ærað veri minnið um Jimmy Carter.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 31. desember 2024

32 Leygardagur 04. Jan 2025

Val í Sýria innan fýra ár

Eisini skal nýggj stjórnarskipan gerast, og tað kann taka trý ár, sigur nýggi leiðarin í Sýria

Ahmed al-Sharaa, leiðari í Sýria (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Tað kunnu gang fýra ár, áðrenn val verður hildið í Sýria, sigur Ahmed al-Sharaa, nýggi leiðarin í landinum.

Hetta er fyrstu ferð, at hann gevur eitt boð uppá, nær val kann verða hildið í landinum, eftir at stýrið hjá Bashar al-Assad forseta varð koyrt frá fyrr í desember, skrivar Ritzau.

Ahmed al-Sharaa sigur eisini, at tað kann taka trý ár at gera eina nýggja stjórnarskipan í Sýria, og fólkið skal fyrireika seg til, at tað kann ganga eitt ár, áðrenn stórar broytingar síggjast í landinum.

Ahmed al-Sharaa er leiðari fyri Hayay Tahrir al-Sham-rørsluna, sum tók valdið í landinum undan jólum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2024

33 Leygardagur 04. Jan 2025

Virdur hetlendskur granskari funnin druknaður

Ian Napier var ein av fremstu fiskivinnupolitisku ráðgevunum í Hetlandi

Ian Napier gjørdist 58 ára gamal
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Síðsta leygardag kom bjargingartænastan í Hetlandi fram á ein deyðan mann á sjónum nærhendis Scousburgh á vestursíðuni í sunnara parti av hetlendska Mainland.

Tað vísti seg at vera nógv virdi vísundamaðurin Ian Napier, sum var druknaður.

Tað var fríggjadagin, 3. jóladag, at ein leiting var sett í verk fyri at finna 58 ára gamla mannin, sum ikki var afturkomin eftir at hann var farin ein túr.

Ian Napier brúkti nógv av frítíð síni at ganga í hetlendsku náttúruni, men hann var eisini gitin fyri at leypa á sjógv, fyri at taka sær ein svimjitúr, tí hann var royndur svimjari. Helst hevur tað verið ein slíkur svimjitúrur, sum tók lívið av honum triðja jóladag.

Leitað var bæði á landi, á sjónum og í luftini eftir horvna manninum áðrenn hann var funnin fram móti middegi leygardagin.

Ian Napier starvaðist sum seniorráðgevi í fiskivinnupolitiskum spurningum hjá UHI Shetland, sum er hetlendska deildin hjá University of the Highlands and Islands.

Ian Napier verður í dag sárt saknaður av sínum starvsfeløgum á UHI Shetland, og eisini í hetlendska fiskimannafelagnum harmast tey um at hava mist ein sterkan stuðul hjá lokalu fiskivinnuni, skrivar ShetNews.

- Ian brendi fyri sínum stuðli til fiskiskapin og skrivaði bókina um fiskivinnusøguna í Hetlandi. Hann átti eitt av størstu greinandi hugflogunum í okkara tíð, og hansara arbeiði við fiskivinnupolitikki var væl kent langt út um Hetlands strendur. Hann var serliga gávaður at leggja fløkt vísindi fram við óvanligum greidleika, sigur James Anderson formaður í Shetland Fishermen’s Association millum annað, sambært ShetNews.

Helst hevur arbeiðið hjá Napier eisini vakt ans í Føroyum. Vit hava her á Portalinum víst á onkra vísundaliga grein, hann hevur staðið fyri.

Les grein frá 2020: Bretsk skip fáa minni enn triðingin av fiskinum í egnum sjógvi

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2024

34 Leygardagur 04. Jan 2025

176 fólk deyð í flogvanlukku í Suðurkorea

Ein vanlukka hendi sunnunáttina, tá eitt flogfar royndi at lenda á Muan-floghavnini í Suðurkorea – 181 fólk vóru umborð

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Í minsta lagi 176 fólk lótu lív í eini flogvanlukku í Suðurkorea sunnunáttina okkara tíð.

Eitt flogfar av slagnum Boeing 737-800 hjá flogfelagnum Jeju Air fór av flogbreytini og inn í ein múr, tá tað skuldi lenda á altjóða Muan-floghavnini í Suðurkorea. Flogfarið kom úr Thailandi.

181 fólk vóru umborð - 175 vóru ferðafólk, og manningin taldi seks, skrivar Ritzau.

Meginparturin av teimum, sum lótu lív í vanlukkuni, eru suðurkoreanskir ríkisborgarar, men eisini vóru tveir tailendskir ríkisborgarar umborð.

Tveir av manningini vórðu bjargað úr flogfarinum á lívi. Myndugleikarnir upplýstu sunnumorgunin, at  tað er lítið sannlíkt, at fleiri yvirlivandi verða funnin.

Tað er enn ógreitt, hvør orsøkin var til vanlukkuna. Leiðarin hjá lokala sløkkiliðnum metti, at orsøkin helst var ein samanstoytur við fuglar og vánalig veðurlíkindi.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2024

35 Leygardagur 04. Jan 2025

Bannað at roykja á gøtunum í Milano

Norðuritalski býurin hevur sett strangastu royiireglurnar í Italia í verk

Duomo torgið í Milano á nýggjárinum (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Strangastu roykireglarnar í Italia eru nú settar í verk í stórbýnum Milano.

Frá 1. januar gjørdist tað ólógligt at roykja í almenna rúminum, altso eisini á gøtuni í norðuritalska býnum, skrivar CNN.

Brot á strongu roykireglurnar geva bót á millum 40 og 240 evrur, svarandi til millum 300 og 1.800 danskar krónur.

Endamálið við strongu reglunum er ikki fyri at minka um talið av roykjarum í Italia, har næstan fjórði hvør av landins íbúgvum roykja, sambært heilsumálaráðnum.

Lógvin er sett í verk sum ein liður í at dálma luftdálkingini í stórbýnum. Samært býarstýrinum verður mett, at cigarettir eru orsøk til sjey prosent av samlaðu luftdálkingini í Milano og býunum nærhendis, skrivar CNN. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2025

36 Leygardagur 04. Jan 2025

Steðga russiskum gassi gjøgnum Ukraina

Avtala um at flyta russiskt gass gjøgnum rørleiðing í Ukraina er farin úr gildi. Talan er um eina fimm ára gamla avtalu. Hetta kemur illa við fyri Russland, sum harvið missir fleiri av sínum marknaðum - og fyri fleiri ES lond, sum brúka russiska gassið

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Sambært Bloomberg hevur gassið úr Russlandi umvegis Ukraina nøktað umleið fimm prosent av evropeiska gasstørvinum. Eitt úrslit av støðuni er ein stór øking í gassprísinum.

Gassið úr Russlandi, sum fer umvegis Ukraina, fer til Slovakia, Eysturríki, Ungarn og Italia. Ukrainski forsetin hevur gjørt greitt, at avtalan við Russland verður ikki endurnýggjað. Hetta kemur sera illa við serstakliga hjá Slovakia, sum tørvar russiska gassið. Slovakia er annars tað landið í Evropa, sum hevur sera góð viðurskifti við russiska forsetan, Putin. 

Herfyri gjørdi Russland annars av at steðga gassflutninginum til Moldova við tí grundgeving, at landið ikki hevur goldið sínar rokningar. Forsætisráðharrin í Moldova sigur, at Russland brúkar orku sum politiskt vápn.

Nú veturin ger um seg verður roknað við, at fleiri lond í Eysturevropa fara at hava stóran tørv á russiskum gassi. Støðan, sum hevur tikið seg upp nú eftir nýggjár, kemur bæði illa við hjá Russlandi, sum missir týðandi inntøkur og hjá fleiri ES londum, sum ikki kunnu vera russiska gassið fyriuttan. 

Keldur: The New York Times, Bloomberg, E24

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2025

37 Leygardagur 04. Jan 2025

Norski forætisráðharrin ávarar um sabotasju

Fleiri skaðar hava verið á orku- og samskiftiskaðalar á havbotninum millum Finland og Estland í seinastuni, og nú ávarar norski forsætisráðharrin um líknandi hendingar í komandi ári. Hann útilokar ikki, at hetta er byrjan til hybridkríggj

 
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hesa seintastu tíðina hava verið fleiri hendingar í Eystrasalti, har orku- og samskiftiskaðalar eru slitnaðir. Nógv bendir á, at Russland stendur aftan fyri hendingarnar vilja fleiri vera við, tó at tað enn ikki fyriliggja ítøkilig prógv.

[object Object]

Eisini hevur verið gitt, at Kina kann hava ein leiklut í mongu hendingunum, har kinversk skip eru undir illgruna fyri við vilja at hava sleipað akker yvir týdningarmiklar rørleiðingar.

Jóladag varð orkukaðalin Estlink 2 millum Estland og Finland kvettur av. Kaðalin verður brúktur til at veita streym úr Norðurlondum til baltisku londini. Løgreglan í Finlandi hevur funnið sleipispor á havbotninum í Finsku víkini uppá fleiri kilometrar og er komið til, at hesi stava frá skipinum Eagle S.

[object Object]

Nú rópar eisini norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre varskó og sigur, at talan kann vera um eitt slag av hybridkrígshóttan, ið er sera álvarslig.

[object Object]

Norska stjórnin fylgir gongdini og hevur Støre samband við sínar starvsfelagar í Finlandi og Estlandi. Stjórnin fer nú at leggja fram eina fullkomna trygdarskipan fyri at menna samskipanina millum ymsar partar av samfelagnum fyri at vera tilbúgvin í sambandi við nýggjar hóttanir sigur hann.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 30. desember 2024

38 Leygardagur 04. Jan 2025

Varandi orka skal bjarga Evropa

- sigur nýggi ES nevndarlimurin við orkumálum, Dan Jørgensen, í samrøðu

Danski Dan Jørgensen, sum skal standa á odda fyri orkupolitikkinum í ES komandi árini
SkrivaÐ:

Jan Müller

Danski politikarin sigur í samrøðuni, ið er í miðlinum Altinget, at kjarnorka er partur av loysnini, men tað verða sól, vindur og vatn, sum skulu nøkta tørvin hjá Evropa á bíligum og óheftari orku komandi árini.

- Vit hava ávísar trupulleikar við havvindi, sum gera, at menningin innan varandi orku ikki gongur nóg skjótt, sum vit høvdu vónað. Men eg eri 100 prosent sannførdur um, at eisini hesin parturin av grønu orkuni fer at verða ein góð forrætning í framtíðini, sigur Dan Jørgensen. Higartil er tað miseydnast hjá donsku stjórnini at finna privatar íleggjarar til stórar og týðandi havvindmylnulundir í Norðsjónum.

Dan Jørgensen, sum hevur røkt starvið sum ráðharri við orkumálum í donsku stjórnini, varð herfyri valdur til ES-nevndarlim innan orku- og bústaðir. Hann hevur harvið fingið ábyrgdina av einum sera týðandi øki í ES, sum m.a. hevur til endamál at gera Evropa óheft av innfluttum russiskum gassi. Nakað, sum hevur víst seg at vera ein sera trupul uppgáva, nú fleiri lond í ES framvegis hava tørv á russiska gassinum.

Dan Jørgensen verður mettur at vera ein av teimum mest víðgondu talsmonnunum fyri grøna orkuskiftinum, og harvið eisini ímóti fossilari orku. Tað var m.a. hann, sum vegna Danmark fyri nøkrum árum síðani tók stig til ein felagsskap, ið hevði til endamál at fáa lond kring heimin at banna allari leiting eftir kolvetnum.

Tað tiltakið fekk tó ikki stóra undirtøku. Millum londini, sum tóku undir við áheitanini vóru m.a. Danmark og Grønland. Eisini eitt land sum Nýsæland bannaði leitingini fyri tó nøkur ár seinni av avtaka bannið aftur, tí landið tørvaði orku vegna sera avmarkaðu nøgdirnar av vind-, vatn- og sólorku. Nýsæland kundi ikki vera fossila orku fyriuttan varð niðurstøðan. 

[object Object]

Ein meiriluti av londunum í ES tók annars undir við uppskotinum hjá Ursula von der Leyen, ES nevndarforkvinnu at seta danska Dan Jørgensen at standa á odda fyri orkupolikkinum hjá ES.

Hon hevur álagt Dan Jørgensen innan næstu fimm árini at útvega ES londunum bíliga orku, sum skal koma ístaðin fyri innflutningin av russiskum gassi.

Sjálvur hevur Dan Jørgensen víst á, at hetta er ein stór og avbjóðandi uppgáva, men hann ætlar sær kortini at royna at liva upp til álitið at stjórna hesum so týðandi partinum av ES arbeiðinum. Dan Jørgensen hevur eisini víst á, at hóast hetta verður ein tann torførasta uppgávan hjá nøkrum ES nevndarlimi, so er hetta altavgerandi stig at taka hjá ES. Hann sigur, at varandi orka er lykilin til, at ES røkkur sínum málum um bíliga og kappingarførar orkuprísir eins og framhaldandi at gerast bundin av orkuinnflutningi.

- Tað er varandi orkan, sum skal vera grundarlagið undir skiftinum sigur hann, nú hann skal standa á odda fyri at leggja fram ein tann mest týðandi politikkin hjá ES nevndur “Clean Industrial Deal”. Hesin skal styrkja evropeiska kappingarførið um somu tíð sum skundað verður undir grøna orkuskiftið.

Hetta stóra tiltakið og málið skal m.a. eisini gera, at orkan verður troytt og brúkt munabetri enn í dag. Eisini skal tað tryggja, at ES kann innflyta flótandi gass úr øðrum londum enn Russlandi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2024

39 Leygardagur 04. Jan 2025

Brynja Høj gevst helst at spæla hondbólt í 2025

Tað er serliga tí, at kroppurin ikki megnar at fylgja við, greiðir sterki striku- og verjuspælarin frá. Harvið stendur landsliðið til at missa ein lyklaspælara

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Fyrst var tað Turið Arge Samuelsen, og beint sum 2024 kom at enda, boðaði Brynja Høj frá, at hon helst gevst á landsliðnum

Sí eisini: Turið takkar nú fyri seg á landsliðnum

Í nýggjársendingini hjá Kringvarpinum gamlaárskvøld litu Brynja og Óli Mittún á EM-upplivingarnar og framtíðina hjá A-landsliðunum. Tá avdúkaði Brynja, at sum nú er, bendir tað mesta á, at eftir mai 2025 - tá kappingarárið er av - spælir hon ikki hondbólt longur.

Brynja Høj starvast sum løgreglufólk, og harvið er kroppurin eitt ógvuliga umráðandi arbeiðsumboð. Hon segði í sjónvarpssendingini, at tað er júst kroppurin, sum sigur frá nú. Tað verður tryngri at koma upp umframt at venja og spæla við høgum inntensiteti - pína ger javnan um seg hjá stinnu landsliðskvinnuni.

[object Object]
Brynja Høj (nr. 13), Turið Arge Samuelsen (nr.33) og hinar hjá Føroyum fegnast eftir søguliga javnleikin móti Kroatia 1. desember í Basel (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Brynja verður fagnað av føroysku fjepparunum stutt eftir dystin (Mynd: Sverri Egholm)

Serliga er tað hælsinan, sum darvar. 28-ára gamla havnarkvinnan var leingi úti við skaða í júst hælsinuni, og hetta ger tað enn trupult at renna heilt sum vant.

Brynja hevði eisini eitt brot í andlitinum, hon hevur verið skurðviðgjørd í fingrum á báðum hondunum, og hevur hon eina øksl, sum ongantíð verður heilt góð aftur. Umframt hetta byrjar Brynja Høj at merkja slitgikt - Tað er helst tað, sum allar mest tad, sum forskrekkir í mun til lívið eftir hondbóltinum, greiðir hon Portalinum frá.

Harumframt snýr tað seg eisini um nógvu tíðina, ið skal leggjast í hondbóltin, leggur Brynja afturat. Hetta er í mun til familjulív, men eisini arbeðisliv: At tað ikki hongur saman peningaliga at taka so nógv frí fra sinum arbeiði og at spæla á landsliðnum, sum ikki gevur nakra inntøku.

[object Object]
Beinta Bendix Laursen, fyrioterapeutur, leggur tape á hjá Brynju Høj til eina av fyrireikingarvenjingunum til EM (Mynd: Sverri Egholm)

Á listanum yvir landsdystir hjá kvinnum á handballstatz.com er Brynja Høj nummar níggju við 28 A-landsdystum. Tað er serliga í verjuni og við sterka viljanum, at Neista-spælarin hevur givið Føroyum nógv. Hetta vísti hon serliga, tá Føroyar veruliga bjóðaðu Svøríki av í undankappingardystinum á heimavølli í fjør og í 17-17 javnleikinum móti Kroatia í EM-bólkaspælinum fyri einum mánaða síðani.

Sí samrøðu við Brynju og Pernille Brandenborg: - Tað serliga er ikki at spæla móti Danmark - men at spæla fyri Føroyar

Brynja og Pernille Brandenborg stóðu framúr væl í føroysku miðverjuni, og tá fyrrnevnda fekk beinleiðis reytt kort eftir bert 12 minuttir í seinasta dystinum í Sveis móti Danmark, merktist tað væl á føroyska liðnum.

Hendan støðan í Basel var møguliga tað seinasta hjá Brynju í landsliðsblusuni. Ikki tí: HM play-off dystirnir móti Litava liggja í apríl, og tað er væl ikki óhugsandi, at hon verður tøk til hesar avgerandi dystirnar, um harpiksi ikki endaliga er lagt á hilluna tá.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2025

40 Leygardagur 04. Jan 2025

Manslandsliðið savnast til venjingar

Nú landsliðssteðgur verður í evropeisku kappingum savnast føroyska manslandsliðið til venjingar næstu tvær vikurnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú landsliðsteðgur verður í europeisku kappingunum, savnast føroyska manslandsliðið til venjingar í Føroyum komandi tvær vikurnar.

Landsliðsvenjararnir hava úttikið ein breiðan bruttophóp á 29 leikarar til venjingarnar fyrru vikuna, meðan hópurin kemur at telja 20 leikarar seinnu vikuna.

Venjingarnar eru liður í fyrireikingunum til EM-undankappingardystirnar móti Niðurlondum, á heimavølli við Tjarnir, mikudagin 12. mars, og á útivølli í Almere, sunnudagin 16. mars.

Hesir leikarar eru úttiknir til venjingarnar:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (SWE)

Útileikarar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Jónas Gunnarsson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf, (GER)
Kjartan Johansen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)
Bjarni í Selvindi, Valur (ÍSL)
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur, (ISL)
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

Luttaka frá 7. til 12. januar:
Bogi Hansen, FIF Håndbold (DEN)
Hallur Arason, Afturelding, (ISL)
Niklas Højgaard, Skovbakken IF (DEN)
Sveinur Olafsson, Afturelding (ISL)
Julian Kragesteen, Køge Håndbold (DEN)
Pauli Høj, Neistin
Sjúrður Olsen, VÍF
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Rókur Ziskasson, H71

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 03. Jan 2025

41 Leygardagur 04. Jan 2025

KÍ roynir nú argentinska marknaðin

Tríggir spælarar - ein verjuspælari, ein miðvallari og ein áleypari - hava gjørt tvey-ára sáttmála við KÍ. Royndur danskur venjari hevur verið á kanningarferð í Buenos Aires og hjálpt KÍ við at fáa hetta í lag

25-ára gamli verjuspælarin, Gaston Nicolas Telechea, hevur royndir úr næstbestu deildini í Argentina (Mynd: ki.fo)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Síðani KÍ keypti Patrik Johannesen leysan frá íslendsku meistarunum, Breiðablik, síðst í oktober, hevur verið bíðað eftir næsta leikinum hjá liðnum, sum ætlar sær at bjóða Víking av um at vinna FM 2025.

Beint áðrenn 2024 var av, komu heldur óvæntaði tíðindi úr Klaksvík. Graml hevur verið um, at KÍ skal hava ein suðuramerikanskan verjuspælara, men nú er greitt, at tað eftir ætlan skulu standa tríggir argentisnkir spælarar til reiðar við Djúpumýru í næstu viku.

25-ára gamli Gaston Nicolas Telechea er tann við flest royndum. Hann hevur spælt í næstbestu deildini í Argentina og skal styrkja verjupartin hjá KÍ, sum sær heldur tunnur út.

Tveir aðrir - ein heldur vejruendur miðvallari og ein áleypari verða lagdir afturat. Ove Christinsen hevur verið í Buenos Aires og funnið KÍ nakrar spælarar. Danski venjarin hevur drúgvar royndir í serliga Superliguni - hann heldur at argentinsku spælararnir eru ógvuliga væl fyri, og at teir fara at finna seg væl til rættis í Klaksvík.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 01. Jan 2025

42 Leygardagur 04. Jan 2025

Norskur vinstri bakkur til NSÍ úr B36

25-ára gamli Fabian Ness spældi í Føroyum í seinnu hálvu í fjør. Hetta er triði spælarin, sum NSÍ fær úr felagnum, sum kappast varð við um evropeiskt pláss í fjør

Fabian Østigaard Ness kom til B36 á sumri í fjør. Hann spældi 13 dystir fyri árstalsfelagið - harav tveir evropeiskar dystir og eina steypafinalu (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

25 ára gamli Fabian Østigaard Ness kom til B36 á sumri í fjør. Hann spældi, 13 dystir fyri árstalsfelagið - harav tveir evropeiskar dystir og eina steypafinalu.

Nú er greitt, at Ness framhaldandi fer at spæla hinumegin Eysturoyartunnilin. Á ársins fyrsta degi skrivaði norski vinstri bakkurin undir eitt-árs sáttmála við NSÍ.

Fabian hevur sín fótbóltsuppvøkstur í Noregi, har hann hevur spælt við liðum sum Start, Grorud, Stømmen og SF Grei í næstbestu og triðbestu norsku deildini. Fabian hevur røkt plássið sum vinstri bakkur, og kemur sostatt til felagið í Runavík fyri at styrkja um hetta plássið.

[object Object]Fabian Ness í sínari tíð í Start - í næstbestu norsku deildini

[object Object]Her í steypafinaluni sum B36 tapti eftir brotssparkskapping. Tað avgjørdi endaliga, at tað var NSÍ, sum skal spæla í Conference League í 2025 og ikki B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

NSÍ lýsir sín nýggja spælara á hendan hátt:

- Fabian hevur sínar styrkir bæði í tí defensiva spælinum, men samstundis ikki smæðin fyri at koma framvið og luttaka í tí offensiva spælinum.

Hann kemur til Føroyar í vikuni og verður at síggja á vøllinum við Løkin í næstu viku, tá allir møta inn aftur til venjin, skrivar NSÍ.

NSÍ skrivaði fyrr í vetur undir sáttmála við ein annan bakk, sum kom úr B36: Liðformannin og landsliðsspælaran Jann Benjaminsen. Michal Przybylski er eisini komin úr B36 og aftur til NSÍ. Kevin Jablinski skal, eins og Jann og Fabian, styrkja um verjupartin við Løkin.

Sí eisini: NSÍ keypir norskan miðverja

NSÍ skal spæla evropeiskan fótbólt aftur í 2025 orsakað av 4. plássinum. Liðið hjá Jens Wedeborg endaði beint framman fyri B36.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 02. Jan 2025

43 Leygardagur 04. Jan 2025

Dabo heldur fram í Sundalagnum

EB/Streymur hevur skrivað undir við Boubacar Sidik Dabo, sum fer undir sítt fjórða ár í føroyskum fótbólti

(Mynd: EB/Streymur)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

EB/Streymur kunngjørdi í farnu viku, at sáttmáli er undirskrivaður við Boubacar Sidik Dabo um at halda fram í felagnum.

Dabo kom til EB/Streym seinasta kappingarár eftir tvey ár í B68. Fyrsta triðingin var hann darvaður av skaða, men gjørdi um seg í seinnu hálvu av kappingini.

- Við síni høgu ferð og kraft, umframt góða bóltførleika, vænta vit í EB/Streymi, at Dabo aftur komandi kappingarár verður ein týðandi leikari í álopspartinum, sigur felagið.

Kraftmikli bóltsnillingurin úr Senegal skoraði sjey mál og legði upp til seks mál farna kappingarár. Sambært FaroeSoccer hevur Dabo skotið 17 mál í 63 dystum í Betrideildini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 28. desember 2024

44 Leygardagur 04. Jan 2025

B68 leigar enn ein spælara úr KÍ

Talan er um Jákup Norðoy Vilhehlmsen, sum hevur verið partur av U21-landsliðnum seinastu tvey árini. 20-ára gamli verjuspælarin var leigaður til EB/Streym seinna helming av 2024

Jákup er vinstrabeintur verjuspælari, sum kann røkja plássið sum miðverji ella vinstri bakkur - her til venjing undan Conference League-dysti á Tórsvølli (Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Ungir lokalir spælarar spæla ógvuliga lítið í KÍ, og í summar fór evnaríki áleyparin Jóhan Josephsen út á Toftir. Har átti hann sín leiklut í, at B68 helt sær í deildini.

Fyrr í vetur varð greitt at B68 eisini leigar Jóhan í fyrru hálvu av 2025, og nú er greitt at ein annar ungur klaksvíkingur fer við.

Mánakvøldið kunngjørdi B68, at felagið hevur leigað Jákup Norðoy Vilhelmsen úr KÍ fram til summarsteðgin 2025.

Jákup er vinstrabeintur verjuspælari, sum kann røkja plássið sum miðverji ella vinstri bakkur.

Jákup Vilhelmsen spældi í ár tíggju dystum (565 minuttir) fyri besta liðið hjá KÍ í 2024, og varð valdur til ársins unga spælara í felagnum.

Í seinnu hálvu var U21-landsliðiðsspælarin í EB/Streymi, har hann spældi seks dystir. Nú skal Jákup royna at gera mun á Toftum og menna seg víðari har - í øllum førum í eitt hálvt ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. desember 2024

45 Leygardagur 04. Jan 2025

Torkil Veyhe landsliðsvenjari í súkkling og triathlon

Í fyrstu atløgu til árslok 2027. Í hesum tíðarskeiðinum eru millum annað oyggjaleikir í Oknoyggjunum og í Føroyum

Torkil Veyhe á oyggjaleikunum í Guernsey í 2023 (Mynd: Jens Kr. Vang)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon hevur gjørt avtalu við Torkil Veyhe um at gerast landsliðsvenjari hjá landsliðunum í súkkling og triathlon.

Avtalan millum partarnar er í fyrstu atløgu galdandi fram til árslok 2027.

Í hesum tíðarskeiðinum eru stóru altjóða avbjóðingarnar fyrst og fremst oyggjaleikirnir í Orknoyggjum í summar og oyggjaleikirnir í Føroyum 2027.

Hóast úrslitini í hesum ítróttagreinunum eru trupul at spáa um, tí so nógvir faktorar kunnu ávirka kappingina, hava Føroyar fleiri ferðir staðið seg væl á oyggjaleikum.

Og fremsti føroyski íðkarin hevur verið Torkil Veyhe, sum veruliga gjørdi hol í sjógvin við at royna seg sum yrkisítróttafólk innan súkkling.

Torkil hevur umframt sínar egnu royndir sum íðkari í fremstu røð innan súkkling, eisini royndir sum venjari hjá altjóða súkklarum við á skjáttuni.

Vónin er, at fjølbroyttu royndirnar og førleikarnir hjá Torkili fara at hjálpa okkara frermstu súkkling- og triathloníðkarum at mennast enn meiri og fara at gera sannlíkindini fyri føroyskum heiðursmerkjum komandi árini so góð, sum tilber.

[object Object]Torkil Weyhe í samrøðu við Portalin á toppinum á Gibraltar í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 29. desember 2024